Hevði 88 gram av hash við á Summarfestival

Føroya Rættur trúði ikki einum 29 ára gomlum manni úr Havn, sum vildi verða við, at hann av óvart hevði tikið góð 88 gram av hash og fimm ecstacytablettir við sær á Summarfestival í Klaksvík. Maðurin bleiv dømdur 30 daga fongsulsrevsing.

Maðurin hevði í summar keypt 125 gram av hash í Thy-leguni í Danmark, og hesa nøgd hevði hann tikið við sær til Føroya. Í rættinum segði maðurin, at hashið var til egna nýtslu.

Ikki ætlanir um víðarisølu
Maðurin bleiv tikin í einum bili í Haraldssundi tann 5. august, tá ið hann saman við øðrum var farin á Summarfestival í Klaksvík. Tá ið løgreglan kannaði viðførið, ið maðurin hevði við sær í bilinum, kom hon fram á 88,6 gram av hash og 5 ecstacytablettir.
Í rættinum segði maðurin, at hann ongar ætlanir hevði um at selja hetta víðari, men at hann av óvart var komin at taka tað við sær úr Havn, tí at hann hevði so nógvan skund, tá ið hann fór úr høvuðsstaðnum.
Maðurin segði, at hashið var tað, ið var eftir av tí, sum hann hevði keypt í Danmark ein góðan mánað frammanundan. Ecstacytablettirnar segði maðurin seg hava sum trygd fyri eitt peningalán, ið hann hevði veitt einum vinmanni.
Hesum trúði ákærin ikki og vísti á, at júst Summarfestivalurin er eitt gott høvi hjá teimum, ið fáast við at selja rúsevnir, at fáa fatur á keyparum og selja sína vøru. Tí kravdi ákæruvaldið, at maðurin bleiv dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og hesum var dómarin samdur í. Tann 29 ára gamli maðurin tók við dóminum.