Økingin ein lappaloysn

- Tað er eyðsýnt, at tann ov lága játtanin til fólkaskúlan hevur álvarsligar avleiðingar fyri trivnaðin hjá lærarum og næmingum, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag

 

SKÚLABLAÐIÐ

Økingin til fólkaskúlan og sernámsfrøðiliga virksemið í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg komandi ár, er góðar 14 mió. krónur. Hetta er ein bati í mun til verandi fíggjarár, men so leingi játtanin ikki nøktar tann tørv, ið fólkaskúlanum krevst fyri at útinna fólkaskúlalógina í verki, er hetta bert ein lappaloysn, sum hvørki er fuglur ella fiskur, skrivar nevndin í Føroya Lærarafelag í oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið út. Og tað er eyðsýnt, at tann ov lága játtanin hevur álvarsligar avleiðingar fyri trivnaðin hjá lærarum og næmingum í fólkaskúlanum. Tískil hevur Føroya Lærarafelag sett ein bólk við serfrøðingi sum samskipara at kanna hesi viðurskifti. Kanningin fatar um allar lærarar og úrslitið av henni verður almannakunnugjørt fyrst í komandi ári.

Í oddagreinini kemur nevndin eisini inn á óloystu viðurskiftini í savnsrøktini og KT-varðaøkinum, sum er partur av semjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Av tí at hesi viðurskifti framvegis ikki eru loyst, hevur Føroya Lærarafelg noktað limum sínum at gera próvtøkuuppgávur til skrivliga próvtøkurnar komandi ár. Og felagið ætlar ikki at víkja frá hesi avgerð, sum um einki hendir, førir við sær, at eingin næmingur sleppur upp til roynd og próvtøku komandi ár.

At kommunurnar skulu umsita fólkaskúlan, heldur Føroya Lærarafelag lítið um. Onnur lond hava ivasamar royndir av tí, og hví skulu vit endurtaka mistøk, sum onnur gera, ístaðin fyri at læra av teimum, spyr nevndin í felagnum.