Stjórin til Prixið

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum var til Prix Føroyar leygarkvøldið, og hann fegnast um, at tiltøkini hjá Norðurlandahúsinum eru fjølbroytt

Tá ið fyrsta umfarið í Prix Føroyum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, var nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, ein av teimum, sum var og lurtaði.
? Tað var sera áhugavert at vera til Prix Føroyar, bólkarnir vóru góðir og ymiskir, sigur Niels Halm.
Norðurlandahúsið í Føroyum skipar saman við Útvarpinum og FUT fyri Prix Føroyum, og leikluturin hjá júst Norðurlandahúsinum er sentralur.
? Ein týdningarmikil partur hjá Norðurlandahúsinum er, at vit koma út um landið við okkara tiltøkum. Vit skulu samstarva við mentanarligar stovnar og onnur úti um landið, og tað ger Prix Føroyar, sigur hann.
Niels Halm er ikki ókendur í tónleikavinnuni, tí hann hevur verið umboðsmaður fyri nógvar danskarar tónleikarar ? eitt nú Sebastian og Bifrost. Hann hevur eisini umboðað útlendskar tónleikarar í Danmark.

Nógv fólk í húsið
Nýggi stjórin var um vikuskiftið til onnur tiltøk, sum Norðurlandahúsið skipar fyri, og hann kundi staðfesta, at munur er á tiltøkum.
Fríggjadagin var HC Andersen á skránni, leygarkvøldið Prix Føroyar og sunnudagin ein politiskur valfundur. Og Niels Halm heldur eisini, at tað er týdningarmikið at hava nógv góð tiltøk í Norðurlandahúsinum í Havn.
? Tað er umráðandi, at Norðurlandahúsið verður brúkt, og at vit høvdu nógv fólk til HC Andersen, og at nógvir politikarar vóru í húsinum sunnudagin, er sera gott fyri okkum, sigur Niels Halm.