Hósdagin á middegi vistu fjølmiðlar at siga, at tvey fólk høvdu latið lív. Hinvegin høvdu eini hundrað fólk fingið álvarsligar løstir av spreingingunum. Øll sjúkrahús í London vóru í hægstu tilbúgving at taka ímóti løstaðum.
Hósdagin varð framvegis ikki heilt vist, hvør stóð aftanfyri hesa atsóknina, men BBC visti at siga, at ein jihad-heimasíða hjá Al-Qaeda hevði tikið ábyrgdina av álopinum.
Boðskapurin skal út
Serfrøðingar í terrorismu mettu, at hendan atsóknin ikki hevði í hyggju at taka lívið av so nógvum menniskjum sum gjørligt, men fremsta ætlanin var hinvegin at fáa ein boðskap út til allan heimin.
Tony Blair var á beinleiðis skerminum á middegi, og hann boðaði frá, at hann fór av G8 fundinum í Gleneagles í Skotlandi. Fundurin heldur tó fram. Bretski forsætisráðharrin var sjónliga skelkaður av atsóknini.
Tað er ikki av tilvild, at hendan atsóknin verður framd júst hendan dagin tann fyrsti dagurin á G8 fundinum, har tey ríkastu londini í heiminum eitt nú umrøða fátækradømi í Afrika og støðuna Miðeystri.
London steðgaði upp
Hósdagin stóð alt virksemi fullkomiliga stilt. Undirgrundsbreytin varð stongd, og bussar koyrdu heldur ikki, eftir at bæði bussar og tokstøðir vóru rakt av bumbum.
Í London búgva 7 milliónir fólk, og so at siga at virksemi í miðbýnum stóð brádliga stilt.
Sera torført var at fáa fatur á fólki í London, av tí at fartelefon-netið ikki riggaði til fulnar.










