vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt. Erik Ludvigsen er dani, men hann er limur í føroyingafelagnum í Ålborg, lesur føroysku bløðini og nógvar [...] Føroya. Erik búði tey fyrstu tjúgu árini av sínum lívi í Føroyum og tók eisini studentsprógv í Føroyum. Foreldrini, Erna og Knud Lugvigsen, búðu í Føroyum árini 1922 til 1945. Pápin stjórnaði Føroya Banka [...] og hevur millum annað undirvíst við lærda háskúlan í Ålborg og starvast sum advokatfulltrúi. Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at gera vart við seg í føroyska kjakinum við lesarabrøvum. Nógv av tí, Erik
er sonur Pól við Garð og Lenu, sum var ættað úr Vestmanna. Tey eiga børnini, Poul, Onnu, Hans, Lenu og Tórálv. Øll búgva í Leirvík uttan Lena, sum býr í Danmark. Pápin, Pól, var bóndi, og tí vaks Jacob [...] hann í Grønlandi í eini tvey ár, og her heima koyrdi hann eisini rutu, umframt at hann hevur róð nógv út. 18. oktober 1955 festi hann garð, og fyri sløkum 30 árum síðan bygdi hann fjós úti á Vík í Leirvík [...] Vík. Í samrøðuni greiðir hann frá, tá ið gamli bøurin í bygdini fjaraði burtur til grundøkir. Hetta dámdi honum lítið. "Tá ið hann sá, hvønn veg tað bar, fekk hann kommununa at taka allan bøin í senn,
gamli Martin Poulsen, sum eisini var meistari í fjør, gjørdist meistari, og í hølunum á honum komu Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen. Hesin seinni var meistari í 2002. John Rødgaard, sum var á odda fyrra [...] Olaf hevði trupulleikar í fyrstu umførunum. Men so tók hann sær rættuliga um reiggj, og hann var nógv tann mest sannførandi í fimm teimum síðstu umførunum, sum hann fekk fult í. Tað var bara eitt hálvt [...] Nielsen. Eg vann, men eg haldi ikki, at eg telvaði væl í tí talvinum, sigur 20 ára gamli meistarin, sum sigur seg vera væl nøgdan við telvingina í teimum fimm talvunum, ið endaðu við remis. Rimmar endaspurtur
hann merkir væl, hvussu spent fólk eru, bæði úti í býnum, men eisini á arbeiðsplássinum, politistøðini í Havn. Karl Oddmar sigur, at teir í Neistanum í løtuni bara hugsa um tann komandi dystin, og ikki [...] dystin, er eisini nakað, ið leikararnir merkja til dagligt. Alt liggur í okkara hondum Kyndil og Neistin liggja jøvn í stigum á ovastu rók í føroysku hondbóltskappingini, og nú farið verður undir næstseinasta [...] frammanundan. Karmarnir verða óivað í topp, sigur Karl Oddmar, sum vónar, at áskoðararnir hjá Neistanum fara at verða eins góðir sunnudagin, sum teir vóru í Vestmanna seinasta vikuskifti.
sera spennandi og ikki sørt dramatiskt í høllini í Vági, tá liðini í seinna hálvleiki skiftust um at hava yvirtakið og at vera undir. VÍF tóktist koma betur frá byrjan í seinna hálvleiki, men VB svaraði aftur [...] Líkasum alt í Vági snúði seg um fótbólt fyri tveimum árum síðani, hoyrist nú bara hondbóltsprát allastaðni. Orsøkin er, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl við sínum nýggja liði, at tær eru bestar í bestu [...] fyri oyrað, at VB jú í fjør var einasta liðið, ið vann á VÍF. Og at hetta tí ikki var ómøguligt hesa ferð heldur_ Og so var eisini, tí VB vann góða, spennandi og dramatiska dystin í Vági sunnudagin við
gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum). Vesturkirkjan: kl. 11, Lestur (Talvan gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum) Argja kirkja: kl. 11 (Talvan gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum) Fríðrikskirkjan: kl [...] sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla - vegna heystfrí. Kl. 17.30: Bøn, kl 18: Møti við Símun Absalonsen. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru við í tiltakinum frá »Minus til Pluss«. KFUM & KFUK í Havn Mánadagin [...] 17: Barnamøti. Filadelfia, Sundalagið Møti verður í Eydnuni sunnudagin kl. 18.00 við Palla Højgaard og øðrum. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 við Marius Jacobsen. Øll eru hjartaliga
28.000 dollarar, sum svara til einar 186.000 krónur í okkara peningi. Einki mannalív kann metast í peningi, men hetta er rættiliga nógvur peningur í einum landi sum Indonesia. Annfinnur Garðalíð sigur [...] fruktirnar av tí, sigur Annfinnur Garðalíð, sum eisini er nývaldur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Tað var Nærvarpið í Vestmanna, sum skifti orð við Annfinn, og in.fo hevur fingið loyvi at endurgeva [...] Á in.fo í gjárkvøldið greiddi Annfinnur Garðalíð frá, hví hann av sínum eintingum fór í holt við at hjálpa indonesisku einkjuni eftir sjómannin, sum fórst, meðan hann var til fiskiskap við garnaskipinum
eigur í 21. øld, sum ikki hoyrir heima í siviliseraða heiminum, og sum als einki pláss eigur í Evropasamveldinum«, skrivar Sea Shepherd millum annað á heimasíðuni. Jú so víst er tað í nógv [...] er etandi. Grindadrápið fer helst í søguna. Men tað verður ikki tí, at »barbararnir« í Føroyum ikki koma sær at drepa hesi fittu og klóku djór. Grindadrápið fer helst í søguna, tí at barbararnir á meginlandinum [...] heila. Almenna heimasíðan hjá Sea Shepherd visti nú um dagarnar at siga um grindadrápið í Vestmanna hósdagin. Har speireka tey føroyingar, sum siga, at grindin er ein gáva frá Gudi: »Tann einasti
og VÍF í Vestmanna. Sostatt hevur Stjørnan, um tær vinna aftur leygardagin, góðar møguleikar fyri at nærkast oddaplássinum enn meira. Tað hevur Neistin eisini longu í annaðkvøld, tá tær spæla í Havn móti [...] restina av dystinum, og í løtum tyktist ráðaloysi at valda í Neistaálopinum. Góða málmansspælið gjørdi tær eisini eitt sindur ótryggar ? eitt gott dømi var, tá Rúna Wardum stóð púra leys í Stjørnuverjuni, men [...] spældi ein góðan dyst. Hon skeyt fýra mál í fyrra hálvleiki, fleiri av hesum, meðan hon varð mansvard. Í seinna hálvleiki var hon tó ein av teimum, sum fall í ta grøvina at taka ov lætt upp á tingini,
tættir sum tann í Klaksvík leygardagin, ræður um at hava marginalarnar á sínari síðu, og tað hevði VÍF ikki í seinna hálvleiki. Men uppflytararnir úr Vestmanna eru framvegis sera væl við í kappingini, har [...] sunnudagin verður tað ivaleyst aftur sera spennandi í KÍ-høllini, tí tá koma Neistakvinnur á vitjan. (Av misgáum kom henda greinin ikki við í blaðið í gjár, blðm.) [...] misti VÍF-liðið eitt sindur av broddinum. Men VÍF var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum endaði 14-11. Mansverjingin av Jacklin helt nakað inn í seinna hálvleik, og so líðandi fekk Stjørnan fatur á endanum