Stjørnan mundi lorkað tað burtur

Hondbóltur: Miðskeiðis í seinna hálvleiki sá alt út til at vera avgjørt, men Neistin kom afturíaftur og mundi lumpað Stjørnuna

Tá Neistakvinnur stutt fyri jól vóru í Klaksvík og spældu móti Stjørnuni, vunnu tær ikki minni enn 27-15. Tað var samstundis fyrstu ferð, at Stjørnan tapti á heimavølli.

Leygardagin hittust hesi somu liðini so aftur í Havn, og her vann Stjørnan, hóast tær søplaðu eina trygga leiðslu burtur í seinna hálvleiki.

Neistin kom annars best frá byrjanini, og tá fýra minuttir vóru spældir, var støðan 3-0 til heimaliðið. Men so steðgaði upp. Tað gingu trettan minuttir, til Neistin aftur fekk mál, og tá hevði Stjørnan skorað sjey ferðir upp í slag, so støðan tá var 7-3 til liðið úr Klaksvík.

Johanna Mikkelsen hevði ein av sínum heilt góðu døgum leygardagin, og tá hon hevur tað, er lætt hjá mótstøðuliðnum at falla í fátt. Tú sást heldur ikki nógvar langskotsroyndir frá Neistanum restina av dystinum, og í løtum tyktist ráðaloysi at valda í Neistaálopinum. Góða málmansspælið gjørdi tær eisini eitt sindur ótryggar ? eitt gott dømi var, tá Rúna Wardum stóð púra leys í Stjørnuverjuni, men sum tað sá út, »tordi« hon ikki rættiliga at skjóta, og Stjørnumálverjin bjargaði lætt (annars stakk bólturin tá útaftur til Káru á Dunga, sum skoraði).

Stjørnan kom upp á 12-6, men so steðgaði málskjótingin hjá teimum eisini, og seinastu sjey minuttirnar av fyrra hálvleiki var tað bara Neistin, sum fekk mál ? trý tilsamans, so hálvleiksstøðan var 12-9 til Stjørnuna.


Nær við og næstan

Fyri spenningin í dystinum var tað gott, at Neistin kom afturíaftur móti endanum av fyrra hálvleiki, men byrjanin av seinna hálvleiki bendi á, at hesin spenningurin skuldi hvørja aftur. Stjørnan kom upp aftur á 17-11, og tað sá út til, at dysturin var avgjørdur.

Men móti einum so royndum liði sum Neistanum skal ein ongantíð kenna seg ov tryggan. Tað gjørdu Stjørnuleikararnir, og tá tær fóru at slappa ov nógv av, kom Neistin inn aftur í dystin. 17-11 bleiv til 17-16 og 18-17, og nú lá dysturin á vippuni.

Neistin spenti bogan, men ov hart. Ballónin brast, og tær komu ikki nærri enn hetta eina málið. Stjørnan tók seg saman aftur, legði seg á odda 21-17 og vann at enda 22-19.

Hjá Stjørnuni spældi málverjin Johanna Mikkelsen sum nevnt ein stóran leiklut, men eisini Simona Hansen spældi ein góðan dyst. Hon skeyt fýra mál í fyrra hálvleiki, fleiri av hesum, meðan hon varð mansvard. Í seinna hálvleiki var hon tó ein av teimum, sum fall í ta grøvina at taka ov lætt upp á tingini, tá Stjørnan hevði greiða leiðslu.

Katrin á Neystabø var við sínum sjey málum toppskjútti hjá Neistanum, og hon var eisini teirra besti spælari leygardagin.

Við sigrinum kom Stjørnan upp á sama stigatal sum Neistin, men Neistin er enn frammanfyri við betri málmuni. Bæði liðini hava framvegis stutt upp til oddaliðini Kyndil og VÍF, men serliga fyri Stjørnuna hevði sigurin leygardagin stóran týdning, ikki minst sálarliga eftir stórtapið á egnum gólvi beint áðrenn jól.

Komandi leygardag hevur Stjørnan heimadyst móti StÍF, og dagin eftir spæla oddaliðini Kyndil og VÍF í Vestmanna. Sostatt hevur Stjørnan, um tær vinna aftur leygardagin, góðar møguleikar fyri at nærkast oddaplássinum enn meira.

Tað hevur Neistin eisini longu í annaðkvøld, tá tær spæla í Havn móti GÍ/Tjaldrinum. Sunnudagin var stórur munur millum Kyndil og GÍ/Tjaldrið, og munurin kann eisini gerast stórur í annaðkvøld. Tað er sannlíkt, at Neistin vinnur henda dystin, og so yvirhála tær aftur VÍF á 2. plássi.