sigi, at tað týdningarmesta við tekningunum hjá Óla P er, at hann fær okkum at flenna, og ein góður látur er altíð sunnur. Tekningarnar hava verið við til at lætta um gerandisdagin og at fáa fólk at síggja [...] uppá tíðina, at Sosialurin, sum jú var í stórari menning og sum ynskti at fáa enn fleiri lesarar, fekk knýtt hetta listarliga flogvit at blaðnum. Tað var heldur ikki bara sum at siga tað at útvega neyðugu [...] Danmark fyri at fáa íblástur frá bløðum har, hvussu tú kundi menna eina føroyska ávís, og millum mongu góðu ráðini vit fingu var at knýta ein teknara at blaðnum. Og tá var tað heilt náttúrligt at hugsa um
hevur gjørt telduforritið og lagað myndirnar til teldu. Tað hevði kanska verið rættast at sagt bøkur heldur enn bók, tí fløgan um Lítla reyða bilin er í veruleikanum 4 smábarnabøkur í einum, sum Matthew [...] teimum 4-8 ára gomlu. Av royndum vita vit, at sera fá telduspøl eru til júst henda aldursbólkin. Tey, sum eru, eru á fremmandum máli, og tað er spell, tí tað eru hesi, ið gera sínar fyrstu royndir við telduni [...] 4 søgunum ella at spæla, tí fýra einføld telduspøl eru eisini á fløguni: Tú kanst mála bilin, lata Dukku-Lisu í, spæla kross og bolli ella spæla á ljómborð. V.v. søguni kanst tú velja at lata telduna blaða
great eyes?. - Næsta stigið hjá Lív verður at læra meir um sjálvsálit. Eisini skal hon læra at smyrja sær, at ganga rætt, at seta hárið, at brúka kroppin rætt og at posera framman myndatólið, sigur Kolla. [...] hevur ætlanir um at halda skeið fyri føroyingum, har vit kunnu læra at hækka tænastustøðið. Til hesi skeið ynskir Kolla, at serliga kvinnur yvir 25 ár koma at luttaka. Eisini ætlar hon, at seta seg í samband [...] greiðir frá, at heimskendi myndatakarin Israel Colon frá Elite-New York kemur til Føroya at taka myndir av hesum seks gentunum, soleiðis, at tær kunnu fáa hvør sína bók. Eisini fara myndirnar at liggja á
Hetta er líka so meiningsleyst sum at siga, at eitt 32 bind leksikon er úrslit av eini spreinging á eini prentsmiðju, ella at eitt Boeing flogfar er úrslit av, at ein melduródn rakar goymsluna hjá einum [...] meiningar um, at allar biologiskar gongdir eru stýrdar av informatión. Tað eru annars liðin nærum 200 ár síðani at Robert Brown fann kjarnuna í kyknuni, men á døgum Darwins trúðu flestøll vísindafólk, at kyknurnar [...] í beinari linju, hevði tað tikið ljósinum 2 døgn at ferðast úr øðrum endanum í hin. Til samanberingar kann nevnast, at tað tekur ljósinum 8 minuttir, at ferðast teir 150 mió. km. frá sólini til jørðina
»Ferðsla«, og her mettu tey flestu, at bókin hevði verið sera vælegnað. Tað ræður jú um, at fáa fatur á teimum ungu so tíðliga sum gjørligt. At fáa tey at hugsa um ferðslu og at hava tann rætta hugburðin, áðrenn [...] við miðnámsskúlarnar svaraði, at hon helt ikki, at bókin var nóg »djúp« til at brúka við hesar skúlar. Bókin er lættur lesnaður, men hevur ikki tað sum skal til fyri at kunna brúkast sum eitt høvuðsverk [...] hugskotið um at bókin skuldi brúkast í fólkaskúlanum verða skilagott. Relevant bók Bileftirlitið, sum hevur verið við til at fíggja útgávuna, var eisini við á fundinum. Jákup Jacobsen helt, at bókin var relevant
skrivað um, hvat tað er at elska, og ein yrking er um, hvat tað er at liva. ? At liva er at nokta at doyggja blindur, ljóðar ein av beinraknu strofunum burtur úr hesi yrking. ? At vera listamaður er ikki [...] ætlar sær at steðga her eitt sindur afturat, áðrenn hann fer at leita sær aftur til heimið í Hirtshals. ? Eg segði ein dagin við konuna, at nú pakki eg alt saman, og so fari eg til Føroyar at finna andan [...] verk. ? Tað er eingin trupulleiki hjá mær at kopiera meg sjálvan, at endurtaka tað, sum eg havi lært, men tað dámar mær ikki at gera. Tí royni eg at finna nýggja inspiratión, og ein slíka ferð sum hendan
tann, at hann var kendur, og eg iðraði meg um, hví hann ikki kundi vera ein vanligur grønmetiskeypmaður? Eg visti fullvæl, at fólk fóru alt fyri eitt at finnast at mær fyri at gera mær dælt av, at hann [...] samhaldsfestið millum okkum kvinnur, heldur enn bara at nýta orku at finnast at monnunum. So hava vit møguleika at fáa allar við, og samstundis góðtaka, at vit eru ymiskar og hava ymiska bakgrund. Hvat kunnu [...] nýtt perspektiv, at støðan hóast alt kundi verið verri, greiðir hon frá. Bente Dalsbæk vísir á, at umstøðurnar seinasta árið hevur havt við sær, at hon er blivin tilvitað um týdningin av, at tey sum familja
orðið um, at hon átti at fáa blómutyssið. Vit hildu, at tað var so mikið flott av hesi dagrøktarmammuni, at vit vóru ikki í iva um, at hon skuldi fáa blómutyssið, sigur Peter. Hann heldur fram, at hann kundi [...] um, at sendingin átti at itið Termometer Peter, greiðir fryntiligi læknin skemtandi frá. Endamálið Peter sigur, at líka sum at vit dag og dagliga kunnu fylgja við í tíðindum og fáa tað feskasta at vita [...] meg, so eg hevði tíðina til at lesa, sigur hann. Tað, at læknin eisini er journalistur, fær allarhelst prikkarnar hjá nógvum at fara upp á pláss. Tí tað er ongin ivi um, at hann klárar seg avbera væl framman
árin at lesa um, hvussu forfedrarnir og tey, sum undan fóru, stríddust fyri at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa [...] ár ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini [...] hann kom undan Nesinum, fór hann at ýla og ýldi allan vegin inneftir, til hann tók frá uttan fyri lendingina. Vit skiltu øll, at nakað álvarsamt var áfatt. Menn fóru umborð at vita, og eina løtu seinni sóu
--- Góðan dagin øll somul. “At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð.” Hesi vælkendu orðini úr Prædikarans bók, runnu mær til hugs, nú vit [...] fyri mánaði síðani kjakaðust um, hvørt tað var neyðugt at flyta valdagin til fólkatingsvalið í Føroyum. Sjálvur helt eg ikki at tað var rætt, at allahalgannadagur, har vit í stillum gráta, syrgja og minnast [...] ikki bara fyrr, at skip gingu burtur við mann og mús? Jú, skipini í dag eru tryggari. Túrarnir styttri. Og samskiftismøguleikarnir betri. Og tøkk fái Gud, at tað í dag hendir sjáldan, at skip ganga burtur