Lítli reyði bilurin

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út føroyska teldubók

Andrias Hammer hevur gjørt telduforritið og lagað myndirnar til teldu.

Tað hevði kanska verið rættast at sagt bøkur heldur enn bók, tí fløgan um Lítla reyða bilin er í veruleikanum 4 smábarnabøkur í einum, sum Matthew Price hevur skrivað, Steve Augarde teknað og Niels Jákup Thomsen týtt úr enskum.

Tær fýra bøkurnar eita: Lítli reyði bilur kemur illa fyri, Lítli reyði bilur spælir taxa, Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Tvær av bókunum eru komnar út herfyri: Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Men hóast bøkurnar eru ætlaðar teimum 2-4 ára gomlu, er teldubókin ætlað teimum 4-8 ára gomlu. Av royndum vita vit, at sera fá telduspøl eru til júst henda aldursbólkin. Tey, sum eru, eru á fremmandum máli, og tað er spell, tí tað eru hesi, ið gera sínar fyrstu royndir við telduni.

Tá ið tú setur fløguna í telduna, kemur ein valmynd upp á skíggjan. Har kanst tú so velja antin eina av teimum 4 søgunum ella at spæla, tí fýra einføld telduspøl eru eisini á fløguni: Tú kanst mála bilin, lata Dukku-Lisu í, spæla kross og bolli ella spæla á ljómborð. V.v. søguni kanst tú velja at lata telduna blaða og lesa fyri tær, ella tú kanst sjálvur blaða. Tá ið tú tá leitar við músini á skíggjanum, broytist pílurin við hvørt til eina hond ? og tá er okkurt óvæntað at síggja. Trýstur tú á tekstin, verður hann lisin upp.

Teldufløgan Lítli reyði bilur kostar 180 kr. og fæst í bókhandlum, fløguhandlum og leikahandlum um landið.