Símun Absalonsen
Er tað nakað samband ímillum lív og informatión? Um spurningurin varð settur fyri meira enn hálvthundrað árum síðani, vildi svarið helst verið "nei". Í dag eru ikki tvær meiningar um, at allar biologiskar gongdir eru stýrdar av informatión. Tað eru annars liðin nærum 200 ár síðani at Robert Brown fann kjarnuna í kyknuni, men á døgum Darwins trúðu flestøll vísindafólk, at kyknurnar í livandi verum bert vóru einfaldir slímklumpar. Í 1880unum avdúkaði týskarin August Weismann kromosomini, og hetta setti ferð á arvagranskan. Darwinisma kom tá í álvarsligan mótvind, men fann sær nýggjan vísindaligan grundvøll við tí sonevndu neodarwinismuni. Men í 1953 hendi ein stór kollvelting innan lívfrøði. James Watson og Francis Crick funnu fram til sonevnda DNA helixin í livandi kyknum. Í 1962 vórðu teir heiðraðir við heiðurs-løn Nobels.
Hvat er DNA?
DNA kann lýsast frá tveimum síðum. Tann fysiska lýsingin og tann metafysiska. Vit kunnu í stuttum byrja við tí fysiska. Eitt vaksið menniskjað hevur umleið 100 milliónir av milliónum av kyknum. Í kyknukjarnanum liggur genomið, ið rúmar teimum 23 kromosompørunum, ið húsa ílegunum. Eitt avrit av hesum molekyli liggur í øllum kyknum. Sniðið er ein dupultur strongur ið er snaraður sum ein spiralur (helix = spiral á griskum). Streingirnir eru bundnir saman av tvørgangandi hydrogen bindingum. Hvør DNA strongur er umleið 1 m langur, men í tvørmáti er strongurin umleið 2 nm. (nanometrar - 1 nm er 1 milliónapartur av einum mm.) Talan er tí um hárfína biokemiska skipan, ið als ikki sæst við berum mannaeygum. Genomið fyllir tí ikki nógv. Í rúmd er talan um 3 milliardapartar av einum rúm mm. Um metallið í einum knappanálshøvdi hevði verðið strekt út við sama tvørmáti sum DNA strongurin, hevði tilfarið í knappanálshøvdinum nátt 33 ferður rundan um jørðina við ekvator!
Um allur DNA strongurin í einum mannakroppi varð strektur í beinari linju, hevði tað tikið ljósinum 2 døgn at ferðast úr øðrum endanum í hin. Til samanberingar kann nevnast, at tað tekur ljósinum 8 minuttir, at ferðast teir 150 mió. km. frá sólini til jørðina.
DNA og metafysikkur
Men DNA er annað og meira enn bindingar og streingir. Talan er fyrst og fremst um eina informatiónsgoymsla. Um upplýsingarnar í einum DNA varð niðurskrivað við okkara alfabeti, hevði tað fylt 1000 bøkur á 1000 síður, við 3000 stavum á hvørjari blaðsíðu. DNA inniheldur sostatt 3000 milliónir genetiskar "bókstavir". Vórðu hesir upplýsingar komnir í paper-back bókaútgávu á 160 blaðsíður, hevði høvundin fingið til uppgávu at ritstjórna 12000 bókum.
Tað finst einki menniskjaskapt elektroniskt chip, sum kemur DNA til kníggja í tættleika og neyvleika, tá talan er um at goyma data.
Hvør kykna í einum mannakroppi hevur 46 "harddiskar" (kromosomir). 23 av hesum diskum er genetiskur móðirarvur og 23 faðirarvur. Foreldrini hava sjálvandi fingið egnan "data-basa" frá sínum forfedrum. Men hvussu er informatiónin av fyrstan tíð íkomin? Informatiónsvísindi sigur, at øll kota (skrivað) informatión hevur eina upprunaliga mentala keldu, har vit, vilji og førleiki hevur for-ritað "telduna". Livandi organ-ismur hava sostatt bæði hardware og software.
Tá vit lesa eina grein í einum tíðarriti hugsa vit ikki um pappírsgóðsku ella hvussu kemiin í prentsvertuni er samansett. Vit dekota (lesa) tankar, ið ikki eru komnir av tilvild, men sum ein høvundi hevur fest á blað. Blaðið er sostatt ikki bert ein fysiskur substansur, men hevur eisini metafysiskt innihald, sum eru tankar høvundans. Blaðgreinin er berari av informatiónini, men pappírið er ikki upprunin til informatiónina.
DNA varð sum nevnt avdúkað í 1953, um somu tíð sum teldu-tíðin traðkaði sínar barnaskógvar. Hetta ruddaði slóð fyri nýggjari vísindagrein nevnd "information science" - kunningarvísind.
Nýggj vísund
Vísundamaðurin Claude E. Shannon var tann fyrsti at definera hugtakið Informatión. Síðani hava aðrir granskarar ment hesa vísund. Granskanin umfatar bæði tekniskar og biologiskar informatiónsskipanir. Informatión kann uppbýtast í 5 støði:
1. Statistikkur: Latínska alfabetið er umfatað av 26 bókstavum. Hesir 26 stavirnir kunnu nýtast til at kota (skriva) informatión. Tað finnast eisini onnur alfabet og aðrir stavir sum t.d. ð,í,ú, osfr. Kinesiskir og griskir stavir er eitt annað slag av statistiskum "tilfari" til at kota informatión.
2. Syntaks: Raðfylgjan av stavunum er avgerandi um kotan hevur syntaxvirði. Stavirnir janksienm hava einki syntaxvirði. Men flyta vit um uppá somu stavir og skriva menniskja so hevur hetta týdning á føroyskum syntaksi. Sæð vit enskum eygum hevur orðið menniskja ongan syntaks, hóast einstøku stavirnir verða nýttir á ensk-um. Hjá teimum hevur hinvegin orðið human being syntaksvirði.
3. Semantikk: Ikki bert einstøku orðini skulu hava týdning (syntaks). Men orðini samansett skulu eisini geva meining, fyri at informatiónin kann hava virði á semantiskum støði. (á griskum: semantikos = týdning, meining)
4. Pragmatikk: Skal informatiónin hava endamál fyri móttakaran, skal innihaldið hava pragmatiskt virði. Mót-takarin skal sostatt vita, hvat sendarin hevur í huga. Ein boðskapur sum t.d.: "Hjálp húsið brennur", hevur pragmatiskt virði.
5. Apobetikk: (á griskum: apobeinon = úrslit, niðurstøða) Um pragmatiski boð-skapurin "húsið brennur" er hoyrdur av sløkkiliðnum, kann informatiónin geva úrslit (apobetikk).
Í livandi organismum sum t.d. einum menniskjakroppi, virka øll 5 støði av informatión. Uttan slíka biologiska informatión hevði onki lív verið á jørðini. Statistikkurin umfatar nú ikki latínskar stavir, men "bókstavirnir" eita nú basur. Syntaksa eitur nú ikki orð, men aminosýrur. Raðfylgjan av aminosýrum myndar proteinir og hevur biologiska meining. Informatiónin skal sendast (RNA-postur) og móttakarin skal bæði lesa og skilja boðskapin fyri at gera eftir boðnum.
Biologiska informatiónsskip-anin er fjøltáttað, samansett og væl skipað. Hon kann skriva, lesa, senda móttaka, gera eftir boðum og eftirmeta úrslit. Men skipanin er ber ikki boð um blinda tilvild, men vísan formgeva og verkstjóra, har vísdómur, máttur og førleiki stendur aftanfyri.
Smb. darwinismuna er bæði informatiónin og informatiónsskipanin komin úr ongum. Hetta er líka so meiningsleyst sum at siga, at eitt 32 bind leksikon er úrslit av eini spreinging á eini prentsmiðju, ella at eitt Boeing flogfar er úrslit av, at ein melduródn rakar goymsluna hjá einum upphøggara.
Mutatiónir og útveljing
Mutatiónir og útveljing er tað sama fyri darwinismu sum "Faðir vár" er fyri kristindómin. Men hvat er ein mutatión? Tá DNA verður avrita í kyknunum henda stundum kopifeilir, sum aloftast hava drepandi avleiðingar fyri organismuna. Einstakar mutatiónir verða mettar sum positivar og verða tí mettar at geva avkominum ein betri møguleika í lívsins bardaga fyri at yvirliva.
Men her vísa granskarar á álvarsligar veikleikar í grund-gevingunum. Hóast DNA kann broytast við mutatiónum, so kann DNA ikki byrja við mutatiónum. Tað kann eingin prentvilla koma fyri í einum handriti sum ikki er til. Lívfrøðin kennir einki dømi um, at ein mutatión gevur DNA økta informatión. Hinvegin eru nógv dømi um, at mutatiónir føra til, at DNA missir informatión. Vertikal (uppgangandi) evolutión er ein fyritreyt fyri darwinismu, men hetta krevur økta informatión við mutatiónum.
Biologiskt hard- og software
DNA er software í okkara biologisku telduskipan. Men fysisku krøvini til hardware eru ikki smávegis. Ein einføld uppskrift uppá einfalt lív er henda: Í minsta lagi 400 aminosýrur skulu koblast í eina heilt ávísa raðfylgju - her hjálpir eingin tilvild - fyri at mynda eitt protein. Tað skulu 124 protein til fyri at mynda ta minst hugsandi einføldu organismuna. Men trupuleikin er størri enn so. Aminosýrur mynda ikki protein uttan víðari. Tað finnast tvey sløg av aminosýrum - vit kunnu rópa tær livandi og deyðar. Skal ein organisma vera livandi, eigur hon bert at innihalda livandi "byggisteinar" (L-aminosýrur). Tað er sum at kasta krónur og mynt 400 ferðir og fáa krónur hvørja ferð. Hetta skal endurtakast 124 ferðir. Hagfrøðisligi møguleikin er 1 í mun til eitt 1-tal við 14.000 nullum aftanfyri. Hesi tøl fáa garvaðar matematikarar at missa vitið.
Men hetta var bert hardware. Software (DNA-informatión) liggur uttanfyri tann fysiska heimin. Hetta boðar, at andi var áðrenn tilfar.
Filosofiskt kunnu menniskju knýta seg til tað materialistiska lívfrøðiástøði, sum í meira enn 100 ár hevur gjørt krav uppá absoluttan sannleika. Ein annar møguleiki er at leita 3000 ár aftur í tíðina og grunda á orð Dávid kongs: -Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fullnar. Bein míni vóru ikki tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum var til. Sl. 139.