Hetta merkir eina niðurraðfesting av nógvum økjum, og her verður áhugavert at síggja, hvat hetta er, um tað ikki er eldrarøkt, útbúgving og heilsa. Skatta-og avgjaldstrýstið økist. Nógv umtalaði skattalættin [...] man spyrja, um ikki frægari var at lata skattin verða sum er, og heldur sloyfa avgjaldshækkingarnar, men eftirsum hetta er ein samgonguavtala, so er helst ringt at broyta, hóast tað tykist sum um, at man [...] Við raðfestingsyvirskriftini, so hevur samgongan givið eitt signal um, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa ikki skulu svíða undir trengri fíggjarkarmunum. Spuringurin er so, hvørjir sektorar skulu so spara
at hetta er ikki so álvarsamt, sum tað ljóðar. Hvat er hetta fyri nakað? Antin sigur vinnumálaráðharrin ósatt, ella sigur varaløgmaður ósatt. Báðir kunnu í hesum føri ikki siga satt. Hvussu so er og ikki [...] fram, men samstundis er einki at ivast í, at sjálv samgongan eisini heldur fram til tann beiska enda. Hóast hetta eljusstríð er tað meira sum bindur, enn sum skilur. Bindarin er maktin! Hartil kemur so [...] sum ein stóran politiskan klump, har eingin munur er á flokkum og hugsjónum. Tað er jú mikið praktiskt, men um hetta gagnar fólkaræði, landi og fólki er ein stórur spurningur. Livst so spyrst.
løgmaður hevur fingið hesa heimild, er ein avleiðing av, at parlamentarisman varð settt í gildi við nýggju stýrisskipanini. Heimildin at siga landsstýrismann úr starvi er eitt reint politiskt amboð. Hetta [...] Avgerðin hjá løgmanni at siga fiskimálaráðharran úr starvi hevur neyvan verið nøkur løtt avgerð. Samgongan er ung, pressan hevur gjørt nógv burtur úr og drigið ymisk mál fram í hesum sambandi, og øll útlit [...] fór at halda fram. Tað vilja so uttan iva vera fleiri útleggingar av hesum, og har ein er tann, at avgerðin er ein kapitulatión fyri einum ágangandi journalistikki. Men tað eru so eisini aðrar. Hetta
hvør so enn orsøkin er. Men hvat so við skattalættanum? Vanligt er, tá landskassa trýtur pening, at farið verður út til skattgjaldaran og brúkaran eftir peningi. Men henda leið er heldur ikki gangandi [...] karnar. Hetta er spell, tí hetta gevur almenninginum eina skeiva mynd av støðuni. Hartil kemur, at sum støðan er nú, fáa myndugleikarnir lítið og einki gjørt við hesa orsøkina. Men so er tað blokkniðu [...] gangandi, tí at samgongan eftir valið bant seg yvir fyri veljarunum til ein skattalætta. Skattalættin kostar sjálvsagt eisini almenn arbeiðspláss. Tað er tó soleiðis, óansæð hvat man heldur um hendan lætta, at
skurðin, so er ivasamt, um undirtøkan fyri alt ov stóra blokkniðurskuðrinum, ið ironiskt nokk er størst í Suðurstreymoy, hevði verið so stór. Tað sum er meira alvorligt er so, um hetta er kosturin nýggja [...] nýggja samgongan skal í holt við. Sparingin uppá 367 milliónir er ongantíð gjørd í almennu útreiðslunum, og tí má hetta framvegis verða eitt krav fyri at búskapurin skal hanga saman. Ella hvat sigur Búskaparráðið [...] Formaður Búskaparráðsins er í blað fyri tíð síðani endurgivin fyri at siga, at tilsvarandi upphædd eigur at verða spard á fíggjarlógini. Eisini er hann endurgivin fyri at ávara móti følskum tryggleika
samstarv. Tíðin er nú búgvin at fáa í lag eitt nærri formaliserað samstarv við ES, sum kann tryggja okkum eins góðar sømdir, sum tey lond, ið vit kappast við, Ísland og Noreg hava. Tað er ikki heilt greitt [...] greitt, hvat samgongan leggur í sjálvbjargnishugtakið, men hetta merkir helst, at nakrar yvirtøkur skulu fremjast, og at hetta ikki verður ein so ógvuslig tilgongd, sum ætlanin hjá CHE samgonguni. Heldur [...] eru tey bestu. Her man samgongan vera á linju við dastið av landsmonnum, tí yvirtøkuhugurin sveiggjar vanliga eftir búskaparligu konjunkturunum. Sum búskaparligu útlitini eru, so er harðliga brúk fyri at
politikk. Hetta ljóðar kanska sum sjálvsagt, men er tað ikki. Hinvegin er ein slíkur politikkur avgerandi og átrokandi neyðugur. Alt ov nógv orka er í føroyskum politikki farin til klandur og persónligar [...] Yvirskriftin er altjóðagerð, sjálvbjargni og samhaldsfesti og er raðfylgjan neyvan tilvildarlig. Føroyar skulu sambært egnum mentunarligum, vinnuligum og landafrøðiligum fortreytum gerast partur av altjóða [...] altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín. Henda áseting er nýskapandi og áhugaverd, tí hon er ein almenn viðurkenning av, at Føroyar eru vorðnar integreraður partur av altjóðagerðini við øllum
gamla ABC samgongan dagar fram. Spurningurin er, hvat vit kunnu vænta okkum av eini komandi ABC samgongu, hvørjar møguleikar hevur hon. Støðan er broytt síðan fyrru ABC samgongu. Lutfallið í styrki er broytt [...] flokkurin fær kanska síni fingramerki á almannamálini. Her er pensjónsreformurin ovast á bredda. Víst var ABC samgongan eyðkend av stabiliteti, men hvat var hon meira? Politiskur stabilitetur uttan politiskan [...] valskeið verður øðrvísi enn undanfarna skeið. Búskaparliga støðan í heiminum er grundleggjandi broytt, trygdarpolitiska støðan er broytt, og Føroyar eru ikki rættiliga við í altjóða samstarvinum, hóast a
Føroyar er ivaleyst tann mest álvarsami í hesum høpi. ES grundlógin merkir, at Danmark fer at flyta myndugleikaøki til ES. Hesin spurningur er nú reistur politiskt. Tað er sjálvsagt í lagi og tað er í tøkum [...] samstundis spyrja, hví hesin spurningur ikki er reistur alment fyrr. Hvat hevur samgongan undan hesari gjørt fyri at fyrireika Føroyar til ta nýggju støðuna? Samgongan undan hesari nýtti nógva orku til full [...] Tað hevur sjálvsagt áhuga at fáa at vita, hvat hendan samgongan ætlar at gera við ES málið. Men tað hevur ikki minni almennan áhuga at fáa upplýst, hvat samgongan undan hesari hevur gjørt. Hvørjar fyrireikingar
til sjómenn er eisini ein stuðulsskipan til reiðaríini. Tað grovasta dømi um almennan studning er, tá man ger, sum Jørgen Niclassen gjørdi, tá hann avskrivaði skuld til júst rækjuflotan. Tá er ikki talan [...] forering av skattgjaldarans peningi. Tað er vert at leggja til merkis, at júst Fólkaflokkurin stóð á odda fyri hesum átaki. Óansæð hvat man heldur um studning, so er tað sera naivt, at halda, at tað almenna [...] steðgaðu. Úrslitið er, at aftaná rekordár í alivinnuni, so er í minna lagi at standa ímóti sjúku og øðrum. Vit hava ein blandingsbúskap og viðurkenna flestu flokkar hettar. Fólkaflokkurin er eitt undantak.