Oddagrein· Viðurskifti við ES

Tað hevur leingi vera almen vitan, at stórar broytingar vóru á veg innan ES. Tað eru fleiri ár síðan, at tað sonevnda ES konventið mælti til, at ES skuldi hava grundlóg eins og eitt veruligt ríkjasamband t.d. USA. Hetta kann metast sum eitt avgerandi stig fram til einar sameindu statir í Europa. Samstundis er ES vaksið við fleiri nýggjum eystureuropeisskum londum og griska partinum av Cypros.

Her eru sostatt tvær stórhendingar í ES, sum koma at ávirka Føroyar ávikavist politiskt og búskaparliga. Spurningurin um ES grundlógina og hennara fylgjur fyri Føroyar er ivaleyst tann mest álvarsami í hesum høpi. ES grundlógin merkir, at Danmark fer at flyta myndugleikaøki til ES. Hesin spurningur er nú reistur politiskt. Tað er sjálvsagt í lagi og tað er í tøkum tíma, at vit nú fáa eitt orðaskifti um hendan álvarsama spurning. Men ein má samstundis spyrja, hví hesin spurningur ikki er reistur alment fyrr. Hvat hevur samgongan undan hesari gjørt fyri at fyrireika Føroyar til ta nýggju støðuna? Samgongan undan hesari nýtti nógva orku til fullveldismálið og setti eitt stórt og vælbúgvið embætislið til hesa uppgávu og onnur uttanríkismál. ES viðurskifti var ein nátúrligur partur av hesum máli eftirsum hesi viðurskifti nema við spurningar sum suverenitet og evsta vald, sum jú aftur høvdu størsta áhuga hjá gomlu samgongu.

Tað hevur sjálvsagt áhuga at fáa at vita, hvat hendan samgongan ætlar at gera við ES málið. Men tað hevur ikki minni almennan áhuga at fáa upplýst, hvat samgongan undan hesari hevur gjørt. Hvørjar fyrireikingar hevur embætisverkið hjá undanfarnu samongu gjørt við atliti at nýggju støðuni í ES. Her má ivaleyst eitt fyriliggja eitt veldugt tilfar frá embætisverkinum í Tinganesi. Hvørjar ríkisirættarligar avleiðingar metti fyrisitingin hjá fyrrverandi løgmanni og varaløgmanni, at ES grundlógin fór at hava fyri Føroyar? Hvørjar búskaparligar avleiðingar fóru víðkanin við eitt nú fleiri fiskivinnutjóðum at hava fyri føroysku fiskivinnuna? Hvussu var politiska viðgerðin av hesum metingum hjá embætisverkinum? Hvørji politisk tiltøk ætlaðu fyrrverandi løgmaður og varaløgmaður at gera til tess at bøta um møguligar negativar avleiðingar. Tað er sjálvsagt heilt í lagi og vælskiljandi, at andstøðan nú reisir hesar spurningar. Men hesir spurningar vóru líka aktuellir fyri tveimum ella seks árum síðani. Teir eru ikki nýkomnir! Tískil hevur almenningurin rætt at kenna tey svar og tey uppskot til loysnir, sum samgongan undan hesari hevði í ES málinum. Hetta er eisini ein fortreyt fyri at verandi samgonga skal kunna reka tann rætta politikkin við atliti at ES. Einhvør samgonga uttan mun til politiskan lit byggir á undanfarnar samgongur. Og so verður áhugvbert at frætta, hvat henda nýggja samgongan ætlar á hesum økinum.
Sosialurin