Oddagrein:Studningur


Nógv taka sær heiðurin av, at føroyska vinnan er so nógv minni heft av studningi í dag enn fyri 10 ? 15 árum síðani. Fólkaflokkurin letst sum um, hann eigur heiðurin. Samgongurnar frá 1990 til 1994 tóku tyngstu tøkini, og var tað ikki Fólkaflokkinum at takka, at nógvar stuðulsskipanir vóru avtiknar. Tað var ein kombinatión av umstøðunum og treiskni frá samgongufeløgunum hjá Fólkaflokkinum. Samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin slitnaði tá, tí Fólkaflokkurin hevði ikki rygg til neyðugu tiltøkini.

Allir teir almennu grunnarnir, ið verða stovnsettir, tað verði seg vinnuframagrunnar ella klekingardeplar, eru stuðulsskipanir. Ein skattalætti til sjómenn er eisini ein stuðulsskipan til reiðaríini. Tað grovasta dømi um almennan studning er, tá man ger, sum Jørgen Niclassen gjørdi, tá hann avskrivaði skuld til júst rækjuflotan. Tá er ikki talan um veðhald ella studning, men heldur reina forering av skattgjaldarans peningi. Tað er vert at leggja til merkis, at júst Fólkaflokkurin stóð á odda fyri hesum átaki.

Óansæð hvat man heldur um studning, so er tað sera naivt, at halda, at tað almenna nakrantíð kann yvirláta alt til marknaðarkreftirnar, hóast nógv tykjast halda hetta í hesum døgum, har alt er gingið framá í fleiri ár á rað. Marknaðarkreftirnar klára ikki alt ? vit kunnu bara hyggja at Føroya Banka, Fiskasølu, Fiskavirking, har landið mátti taka upp eftir fría initiativinum.

Tað almenna má ikki lata nakað, uttan at fáa nakað afturfyri. Tìðin er farin frá fólkafloksforeringum. Vit hava dømi, har landið hevur stuðlað við góðum úrsliti, men hevur fingið nevndarlimir ella ávirkan afturfyri. Eisini hevur talan verið um, at landið verður keypt útaftur úr vinnuvirksemi. Einki fyri einki má verða leiðin frameftir.

Hevði vinnan dugað betur at konsoliderað seg, so hevði ikki verið tørvur á orðaskiftinum, sum vit nú eiga at hava um rækjuflotan. Føroyska vinnan hevur tíverri ofta víst seg at verið ov stuttskygd. Eitt gott dømi um hetta er trygdargrunnurin hjá alivinnuni. Ein slíkur grunnur varð settur á stovn í 80?unum, men seinni syrgdu borgarligu flokkarnir, uttan at vinnan mótmælti, fyri, at inngjøldini steðgaðu. Úrslitið er, at aftaná rekordár í alivinnuni, so er í minna lagi at standa ímóti sjúku og øðrum.

Vit hava ein blandingsbúskap og viðurkenna flestu flokkar hettar. Fólkaflokkurin er eitt undantak. Hann letst verða fyri, at marknaðarkreftirnar skulu klára alt, men tá til stykkis kemur, so er hann fremstur fortalari fyri, at landið skal lata pening til privatar fyritøkur, uttan at fáa nakað afturfyri ? vit síggja, hvat Jørgen Niclassen gjørdi, tá hann kom í Tinganes.

Tað er vert at hava í huga stuðulin, sum tað almenna á sinni lat til Smyril Line og sum gjørdi, at fyritøkan kom fyri seg og kundi mennast. Seinni fekk tað almenna stuðulin aftur. Um tað eru slík modell vit eiga at geva gætur aftur ella ikki er ein politiskur spurningur. Og tað er væl eisini til slíkt, at vit hava fingið dialogin og orðaskiftið.