Oddagrein· Blokkur og skattalætti

Hóast tað enn ikki er greitt, hvussu nógv, ið verður skorið av fíggjarlógini 2005, so er tað uttan fyri allan iva, at talan er um rættiliga stórar upphæddir. Tað er ósemja um, hvørjar fylgjurnar av hesum skerjingum eru fyri borgara og vinnulív. Hinvegin ber tað ikki til at siga, at hesar skerjingar als ongar fylgjur hava. Tá skorið verður á fíggjarlógini, so gongur tað út yvir onkrar tænastur til borgarar og vinnulív. Hesum sleppst ikki uttanum og hetta kann ikki burturforklárast við politiskum uttanumtosi, soleiðis, sum summi hava havt lyndi til.

Tann stóri spurningurin í øllum hesum snýr seg um orsøkirnar til skerjingarnar. Tað, sum almenningurin fær at vita, er hetta, at inntøkurnar í 2005 og fara at tróta. Tí má skerjast! Men hví minka inntøkurnar í 2005? Hví er minni til almenna húsarhaldið komandi fíggjarár? Hóast nógv politiskt uttanumtos, so eru tríggjar meginorsøkir til minkandi almennu inntøkurnar. Hesar orsøkir eru: minkaði blokkurin, ætlaði skattalættin og búskaparligu trupulleikarnir hjá ali- og rækjuvinnunum.

Tað sindrið av orðaskifti, ið higartil hevur verið um minkandi inntøkurnar, hevur at kalla bert snúð seg um búskapartrupulleikarnar. Hetta er spell, tí hetta gevur almenninginum eina skeiva mynd av støðuni. Hartil kemur, at sum støðan er nú, fáa myndugleikarnir lítið og einki gjørt við hesa orsøkina. Men so er tað blokkniðurskurðurin. Tað er løgið, so lítið hendan orsøkin fyllir í orðaskiftinum. Tað tykist, sum øll nú hava gloymt, at undanfarna samgonga skar 366 milliónir kr. av heildarveitingini. Henda upphædd manglar tí í ár og fer eisini at mangla næsta ár og næsta ár aftur.

Undanfarna samgonga eigur tískil eina stóra ábyrgd av teimum trupulleikum, ið standast av minni inntøkum hjá tí almenna. Hetta tosar eingin um í dag, hvør so enn orsøkin er. Men hvat so við skattalættanum? Vanligt er, tá landskassa trýtur pening, at farið verður út til skattgjaldaran og brúkaran eftir peningi. Men henda leið er heldur ikki gangandi, tí at samgongan eftir valið bant seg yvir fyri veljarunum til ein skattalætta.

Skattalættin kostar sjálvsagt eisini almenn arbeiðspláss. Tað er tó soleiðis, óansæð hvat man heldur um hendan lætta, at hesin lætti er ein avtala. Skattalættin skal tí ikki síggjast í isolatión, tí sum partur av hesari politisku avtalu verður samhaldsfasti hækkaður. Tað hevði kanska verið betur at havt heilt fríar ræsur viðvíkjandi skatti, nú tá blokkniðurskurðurin veruliga sansar at, men ein avtala er ein avtala og avtalur mugu haldast, hóast man kanska hevði kunnað hugsað sær eina øðrvísi disponering á fíggjarpolitiska økinum í núverandi støðu.

Sosialurin