Tað má ásannast, at hendan yvirskriftin, skjaldramerkið hjá ABC-samgonguni, er bæði áhugaverd og aktuell og fevnir um trý sera viðkomandi og mest átrokandi øki í føroyskum politikki og almennum lívi. Hartil nema hesi trý hugtøk kjarnuøki í politikkinum hjá teimum trimum flokkunum, ið nú hava myndað samgongu. Sambandsflokkurin hevur burturav verið tann flokkur, sum hevur verið ídnastur at mæla til nærri samstarv við og nærri tilknýti til ES. Fólkaflokkurin hevur eftir formansskiftið tilvitandi lagt seg á eina nógv meira radikala sjálvstýriskós, og Javnaðarflokkurin hevur sum kunnugt tað samhaldsfasta samfelagið sum mál og innihald.
Hví meta vit, at yvirskipaðu málini hjá nýggju samgonguni eru áhugaverd, aktuel og viðkomandi? Taka vit yvirskriftina í raðfylgju, so má ásannast, at Føroyar ikki eru nóg brynjaðar til altjóðagerðina. Hetta hava vit ferð eftir ferð víst á í hesum teigi. Hóast ES er okkara størsti handilspartur hava vit bert eina avoldaða fríhandilsavtalu við hetta samveldi. Hóast flestu framkomnu lond eru knýtt at útbúgvingar-granskingar og mentanarsamstarvinum hjá ES hava vit enn ikki fingið formligt samstarv. Tíðin er nú búgvin at fáa í lag eitt nærri formaliserað samstarv við ES, sum kann tryggja okkum eins góðar sømdir, sum tey lond, ið vit kappast við, Ísland og Noreg hava.
Tað er ikki heilt greitt, hvat samgongan leggur í sjálvbjargnishugtakið, men hetta merkir helst, at nakrar yvirtøkur skulu fremjast, og at hetta ikki verður ein so ógvuslig tilgongd, sum ætlanin hjá CHE samgonguni. Heldur skulu vit vænta eina stig fyri stig tilgongd, sum Fólkaflokkurin hevur siðvenju fyri, tá búskaparligu og fíggjarligu útlitini ikki eru tey bestu. Her man samgongan vera á linju við dastið av landsmonnum, tí yvirtøkuhugurin sveiggjar vanliga eftir búskaparligu konjunkturunum.
Sum búskaparligu útlitini eru, so er harðliga brúk fyri at styrkja samhaldsfestið í samfelagnum. Fyrr ella seinni fara vit at merkja avleiðingarnar av altjóða fíggjar- og búskaparkreppuni, og tá ræður um at hava sosiala trygdarnetið í lagi. Samhaldsfestið er ein moralskt bindandi yvirskrift, sum fer at vera nakað av eini avbjóðing hjá tí, sum fær hetta mál at umsita. Royndirnar hava higartil víst, at tað er sera torført at sameina mál og innihald á hesum øki, tá almennu inntøkurnar minka, men júst tí er tað bæði gott og jaligt, at hugtakið er vorið eitt mál í sjálvum sær. CHE verður nú avloyst av ABC. Nú fáa vit so at síggja, hvussu henda nýggja gamla konstellatiónin fer at roynast.
Sosialurin