eru góð við VB, at KÍ fer at gera sítt: ? Um vit skulu fáa fatur á bronsukrónunum og harvið á Intertoto Cup plássinum, so skulu vit vinna á B36. Vit rokna avgjørt við, at tað er møguleiki fyri tí, nú B36 [...] handað á Vágs eiði. So verður farið norður aftur til Havnar við Smyrli, og tað verður gjørt ikki so lítið burturúr. Ársveitslan verður leygardagin 13. oktober, men tað verður høvi at heilsa upp á spælararnar [...] tí skuldi B36 liðið fara suður í gjárkvøldið. Liðformaðurin ivasamur Tað er greitt, at Bjarni Prior ikki verður á FM liðnum í dag. Hann fekk ímóti HB triðja gula kortið og er tískil leikbannaður. Tað er
verða tikin upp á pallborðsfundi 7. novembur 2001. Pallborðsfundurin verður um arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum. Við vera Sámal Petur í Grund, Bjarni Djurholm, Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni [...] sigur Doris Hansen. ?Tað er soleiðis, at um eitt fólk, ið hevur verið í vinnu, og síðan verður avmarkað á ein ella annan hátt í arbeiðsførleika, so eigur viðkomandi at fáa eina umskúling, so at hann kann fáa [...] spurningur um hugburð hjá arbeiðsgevara og fakfeløgum um tey vilja taka ein við skerdum arbeiðsførleika á arbeiðsplássið. Tað er eisini ein spurningur um viðkomandi verður sæddur, sum ein byrða, ella sum tilfeingi
Petersen, Eddie Mikkelsen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen, Bergur Djurhuus EB/Streymur: Gunnar á Steig, Ólavur Poulsen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Andreas J. Dahl, Ronnie Samuelsen [...] og samansettu uppflytararnir gera seinasta dystin av sær. Hóast liðini hava verið so hampuliga jøvn á stigatalvuni hetta árið, so var talan tó ikki um hin stóra spenningin undan dystinum. Hvørgin parturin [...] Málið fekk gestirnar at rakna nakað við, men tó ikki meira enn so, at runavíkingarnir høvdu tamarhald á fyrra umfarinum, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini økt um leiðsluna. Hetta hendi tó ikki
ætlanini Í sjónvarpinum skiltist á venjaranum, Albert Ellefsen, at uppskriftin til eitt stig var at leggja dent á verjupartin, men hetta var so á ongan hátt nakað, sum sást aftur á vøllinum, tá dysturin varð [...] ikki tað stóra uppi á talvuni við tennisvøllin. HB hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men leikararnir kappaðust um at misnýta møguleikarnar. Hol kom tó á, eftir at Eyðun Samuelsen kom á vøllin fyri Róa [...] eitt sindur um taktiska medvitið (ella mangul upp á hetta) hjá niðurflytarunum, at teir heldur ikki eftir leiðslumálið løgdu nakran serligan stóran dent á verjupartin. Heldur royndu teir framhaldandi at
leggur fyri Bara sjey minuttir vóru spældir, tá VB legði seg á odda. Birgir Jørgensen lyfti bóltin innum verjuna, og Robert Cieslewicz var kvikur á bóltinum og prikaði framvið Tróndi Vatnhamar í málinum. B36 [...] hevði ilt við at fóta sær á váta vøllinum í Vági. Strúkur vindur var omaneftir vøllinum, og hetta darvaði spælinum ómetaliga nógv. Spælararnir høvdu ógvuliga ilt við at fáa tamarhald á bóltinum, og tí var einki [...] vandamiklar støður vóru at siga frá. Bjarni Johansen var at kalla arbeiðsleysur og hugdi mest at dystinum. B36 leikararnir eru ikki vanir við hetta slagið av vølli, og tað sást á spælinum. B36 svarar aftur Eftir
tað mesta Kenneth Jacobsen og Bjarni Prior. Av hesum hevur Bjarni havt hægsta dystartalið, men sum árið hevur liðið, hevur tað tó verið Kenneth, sum hevur sett seg alt tyngri á plássið. Vinstru megin hava [...] hansara fyri spælinum ger hann nýtiligan á somikið nógvum plássum, soleiðis at hann eisini hevur verið sentralt á miðjuni, umframt at hava spælt í verjuni. Rómin á køkuni Álopsmaskinan hjá B36 hevur sum [...] fingið yvirskriftirnar fram, tá teir tríggir landsliðsmenninir, John Petersen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni hava sett ferð á. Allir hava teir hvør sínar dygdir, og tað at spælistílur teirra er somikið ymiskur
skulu umsita adressuskipanina í hvørjari kommunu sær. Hvør kommuna skal seta seta nøvn á vegir og gøtur og eitt nú á tún og býlingar. Sostatt skal hvør bygd býtast sundur í hóskandi, avmarkað adressuøki [...] einasti bygningur, hvørt grundstykki hava húsanummar. Tað ætlar landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm. Hann hevur gjørt eitt uppskot til løgtingslóg um adressur, sum nú er sent kommununum til [...] skulu betala skeltini, sum skulu setast upp. Tá ið hetta er gjørt, skal ein landsadressuskrá setast á stovn.Hendan skráin er almenn og hon skal umfata allar adressur í landinum. Hendan landsskráin fer at
barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyska nærvarpið í Esbjerg Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leygardag [...] Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 húsmøti hjá Edith og Jónfinn Petersen, Leitisgøta 11, (Á Hamrinum), Argir. Fríggjakvøldið kl. 18-19.30 A.T.A.P. Kids [...] familjuumstøður. Opin fundur sunnudagin kl. 17. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Tilhaldið
fundurin var á miðdegi í gjár. ? Bjarni Djurholm segði, at tað kom óvart á seg, at hækkingin fekk so stórar avleiðingar fyri bløðini, tí tað var ikki ætlanin at raka tey. Tí verður hækkingin upp á 50 oyru, [...] ikki sett í verk. Tað er úrslitið av einum fundi á miðdegi í gjár ímillum Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum og leiðsluna á Dimmalætting og á Sosialinum. Blaðleiðslurnar høvdu biðið Bjarna Djurholm [...] mentamál og tí er onki komið burturúr. Tí er tað nú avgjørt at fáa Løgmann upp í málið fyri at fáa greiði á, hvar málið hoyrir heima. Í næstum verður tí eisini fundur við Løgmann um støðuna hjá bløðunum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fyrireikar uppskot til løgtingslóg um adressur. Endamálið við lógaruppskotinum: Endamálið við uppskotinum er at gera eina tíðarhóskandi adressuskrá, sum [...] neyðugt við eintýðugari staðfesting. Tá adressuskráin verður digital, verður møguligt at nýta hana á EDV saman við GPS, soleiðis, at stytsta og skjótasta leið kann varða uppgivin elektroniskt. Hetta fer [...] Lógaruppskotið er sent til hoyringar, og er hoyringsfreistin sett til 25. oktober 2001. Uppskotið er lagt á heimasíðuna hjá Vinnumálastýrinum, www.vms.fo