Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fyrireikar uppskot til løgtingslóg um adressur.
Endamálið við lógaruppskotinum:
Endamálið við uppskotinum er at gera eina tíðarhóskandi adressuskrá, sum skal gera tað einfalt og lætt hjá øllum at finna ávísan bústað ella ávíst stað í landinum.
Í sambandi við tilbúgving, neyðsynjarørindi og annars, tá ókunnug skulu finna fram í bygd og bý, er neyðugt við eintýðugari staðfesting.
Tá adressuskráin verður digital, verður møguligt at nýta hana á EDV saman við GPS, soleiðis, at stytsta og skjótasta leið kann varða uppgivin elektroniskt.
Hetta fer at hava stóran týdning fyri løgreglu, sjúkraflutning, sløkkilið og neyðsynjarørindi annars, eins og vinnan, almennir stovnar og einstaklingar fáa gagn av ætlaðu skipanini.
Dømi eru um, at virksemi hjá vinnu og myndugleikum er tarnað, tí ongin eintýdd, landsfevnandi adressuskipan finst í Føroyum. Verður uppskotið um adressur viðtikið í Løgtinginum, verða mangir meinbogar burtur, tá ræður um samstarv millum borgarar, vinnu og tað almenna.
Lógaruppskotið er sent til hoyringar, og er hoyringsfreistin sett til 25. oktober 2001.
Uppskotið er lagt á heimasíðuna hjá Vinnumálastýrinum, www.vms.fo