Skráseting
Nú skal tað verða lættari hjá øllum at finna í Føroyum.
Tí skal hvør einasta gøta í landinum nú hava navn og hvørt einasta hús, hvør einasti bygningur, hvørt grundstykki hava húsanummar.
Tað ætlar landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm.
Hann hevur gjørt eitt uppskot til løgtingslóg um adressur, sum nú er sent kommununum til ummælis. Kommunurnar skulu hava svarað 25. oktober og ætlanin er at leggja uppskorið fyri Løgtingið longu í ár.
Eftir ætlanini eru tað kommunustýrini, sum skulu umsita adressuskipanina í hvørjari kommunu sær.
Hvør kommuna skal seta seta nøvn á vegir og gøtur og eitt nú á tún og býlingar.
Sostatt skal hvør bygd býtast sundur í hóskandi, avmarkað adressuøki og hvørt øki skal hava sítt serstaka navn.
Eitt adressuøkið er vanliga ein vegur, ella ein gøta, har hús eru. Men tað kann eisini verða ein býlingur, ella eitt natúrliga avmarkað øki.
? Tað, sum umræður, er, at uppbýtið er uppbýtið er lætt at fata hjá staðkendummeins og hjá fremmandum og er talan um eina lítla bygd, kann øll bygdin verða roknað sum eitt adressuøki,stendur í uppskotinum, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt.
Men í hvørjum adressuøki skal hvørt hús, hvør bygningur og hvørt grundstykki hava eitt nummar.
Hetta skal gerast fyri hvørja bygd í eini kommunu.
Men fer eitt adressuøki um kommunumark, skal samráðast við grannakommununa um navnið.
Tað verða eisini kommunurnar, sum skulu betala skeltini, sum skulu setast upp.
Tá ið hetta er gjørt, skal ein landsadressuskrá setast á stovn.Hendan skráin er almenn og hon skal umfata allar adressur í landinum.
Hendan landsskráin fer at kosta 2,5 milliónir at gera. Men kommunurnar skulu betala fyri at fáa nøvn í skránni. Mett verður, at gjaldið frá kommununum fer at vera tvær milliónir.
Annars verður tað mett, at tað fer at kosta 100.000 krónur um árið at reka adressuskránna.Hetta gjaldið skal fáast til vega frá kommununum og teimum, sum ananrs brúka skránna
Neyðugt við greiðum viðurskiftum
Vinnumálastýrið sigur, at endamálið við lógini er at gera eina tíðarhóskandi adressuskrá, sum skal gera tað einfalt og lætt hjá einum og hvørjum at finna ávísan bústað, ella eitt ávíst stað í landinum
? Í sambandi við tilbúgving, neyðsynjarørindi og annars, tá ið ókunnug skulu finna í bygd og í bý, er tað neyðugt at hava eina eintýðuga staðfesting, sigur Vinnumálastýrið.
Og stýrið sigur, at hetta gerst best við adressum.
Tað skilst eisini, at ætlanin er, í hvussu so er seinni, at gera adressuskránna digitala og tá fer at bera til at knýta hana smana við GPS, so at stytsta og skjótasta leið til eina ávísa adressu verður uppgivin elektroniskt.
Vinnumálastýrið sigur, at tað hevur týdning bæði hjá einstaklingum, eins væl og hjá vinnulívi og stovnum, at ein nágreinilig adressuskrá er.
?Tað eru nógv dømi um, at tað er trupult hjá fólki at finna hús, fyritøkur ella stovnar. Fólk, fyritøkur og stovnar flyta ofta og bygdir og býir broytast alsamt.
?Fyri hin einstaka er tað í besta føri møtimikið, men tað kann eisini fáa álvarsligar avleiðingar um hetta t.d. forðar einum í at møta til eina starvssamrøðu.
? Tað eru eisini nógv dømi um, at virksemi hjá myndugleikum er tarnað, tí ongin fullfíggjað adressuskrá er. Eitt nu eru tele- og elverk, umframt flutningsfeløg javnan darvað av hesum, sigur Vinnumálastýrið.