Blaðútbering
Ætlanin, at hækka postgjøldini fyri at bera føroysku bløðini út, sum greitt er frá í øðrum greinum í blaðnum í dag, verður ikki sett í verk.
Tað er úrslitið av einum fundi á miðdegi í gjár ímillum Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum og leiðsluna á Dimmalætting og á Sosialinum.
Blaðleiðslurnar høvdu biðið Bjarna Djurholm um kreppufund, eftir at tað kom fram, at ætlanin var at hækka postgjøldini fyri bløðini næstan 50% og tann fundurin var á miðdegi í gjár.
? Bjarni Djurholm segði, at tað kom óvart á seg, at hækkingin fekk so stórar avleiðingar fyri bløðini, tí tað var ikki ætlanin at raka tey.
Tí verður hækkingin upp á 50 oyru, sum skuldi setast í gildi 15. oktober strikað.
Harafturat skuldi landsstýrismaðurin viðgera hækkkingina uppá hini 50 oyruni, sum skuldi koma í gildi 1. januar einaferð afturat.
? Hann væntaði tó, at hon eisini verður strikað og at Postverkið fær endurgjald fyri mistu inntøkuna aðrastaðni frá.
Annars varð avtalað, at støðan hjá bløðunum skal takast upp í øðrum høpi eisini.
Bløðini hava í trýr ár roynt at fáa samskiftið ílag við Landsstýrið um at fáa stuðul til blaðútbering, eins og flestu grannalond okkara gera.
Men í landsstýrinum er ikki semja um, antin talan er um vinnumál ella mentamál og tí er onki komið burturúr.
Tí er tað nú avgjørt at fáa Løgmann upp í málið fyri at fáa greiði á, hvar málið hoyrir heima. Í næstum verður tí eisini fundur við Løgmann um støðuna hjá bløðunum.