Avgreiddu seinasta slagið

NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0)

Hjá báðum pørtum var talan leygardagin um ein avgreiðsluspurning, og rættiliga spennandi gjørdist dysturin ongantíð

 

Fótbóltur


Í Runavík skuldu runavíkingar og samansettu uppflytararnir gera seinasta dystin av sær. Hóast liðini hava verið so hampuliga jøvn á stigatalvuni hetta árið, so var talan tó ikki um hin stóra spenningin undan dystinum. Hvørgin parturin hevði nakað serligt at spæla fyri, og tí var ikki væntandi, at leikararnir fóru at leggja lív og sál í dystin.


Sløsut

Heimaliðið vóru tó teir, sum byrjaðu best, og longu eftir tveimum minuttum kundi Sonni L. Petersen gera sær dælt av, at gestirnir enn ikki vóru komnir við í dystin, tá hann skoraði eftir sløsut verjuspæl.

Málið fekk gestirnar at rakna nakað við, men tó ikki meira enn so, at runavíkingarnir høvdu tamarhald á fyrra umfarinum, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini økt um leiðsluna.

Hetta hendi tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá enn eitt verjumistak kostaði hjá EB/Streymi. Verjuspælari hálvkiksaði, tá sparkast skuldi burtur, og beint uttan fyri brotstegin smekkaði Rúni Rasmussen til, so bólturin helt beina leið í hornið uttan møguleika hjá málverjanum. Eitt sera vakurt mál skal sigast, men hinvegin mundu gestirnir tó iðra seg um hetta.

Restina av dystinum gekk rættiliga javnt fyri seg. Bæði liðini høvdu sínar góðu løtur, men mál komu tó ikki fleiri.


Misjavnt ár

Runavíkingar endaðu soleiðis á fimta plássinum í kappingini, og hetta var minni enn tað, sum teir høvdu ætlað undan árinum, tá heiðursmerki vóru søgd at vera tað, sum leikararnir fóru eftir.

Tað hava runavíkingar framvegis ikki roynt at fingið í bestu deildini, men hvør veit, um hetta ikki fer at henda hampuliga skjótt, tí seinnu árini hava staðfest, at talentið í øllum førum er til staðar, og so er bara at gagnnýta hetta.

Uppflytararnir úr EB/Streymi munnu hinvegin vera væl nøgdir um sítt kappingarár. Mong ? íroknað yvirritaði - høvdu annars undan árinum kosið teir sum fremsta niðurflytingarevni, men hesum spádómum hava teir so væl og virðiliga gjørt til skammar. Tilveran varð mest sum tryggjað, áðrenn seinasti triðingurin av kappingini stóð á skránni, og tað í sjálvum sær er eitt lítið bragd hjá felagnum sum ivaleyst fer at bíta seg enn fastari í deildini komandi árið. Ikki minst tí tilgongdin av ungum og evnaríkum leikarum tykist gerast stór komandi árini.


Dysturin í tølum:

NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0)

1-0: Sonni L. Petersen 3

2-0: Rúni Rasmussen 52

Dómari: Suni Johansen (SÍF)


NSÍ: Jens Martin Knudse, Rúni Rasmussen, Djóni N. Joensen, Sverri Justinussen, Ken Nónklett, Jónstein Petersen, Sonni L. Petersen, Eddie Mikkelsen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen, Bergur Djurhuus

EB/Streymur: Gunnar á Steig, Ólavur Poulsen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Andreas J. Dahl, Ronnie Samuelsen, Hallur Jacobsen, Sorin Anghel, Vinjard Dam, Christian Carlsson