forlagnum Fróðskapur og starvsfólkum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fyri gott samstarv um bókina Heimsins Nalvi . Tað er gott, at Fróðskaparsetrið og Fróðskapur eisini skipa fyri útgávum og tiltøkum av hesum [...] Árna Olafsson. Kona Árna er eins og eg skálafólk. Javngomul við og vinkona mammu mína. Tí hava vit mangan upplivað Árna, Annu og Maluna sum gestir í okkara barnaheimi. Og vit systkin minnast eisini aftur [...] Árni hevði flent í kíki, tá ið hon einaferð hevði sagt honum, at mín yndisbók – eg var um 10 ára aldur – var bókin Val og valtøl hjá Einari Waag. Tá ið eg í 1994 gjørdist løgfrøðingur á Oljufyrisitingini
fyri tveimum árum síðan, eitt ár eftir at konan fór á Tjarnargarð. – Tað var ein skelkur at flyta heimanifrá og koma higar. Eg var vanur við at seta mær okkurt fyri og gera tað, men nú nýtist mær einki [...] gjørdi døgurða og bakaði eisini. – Eg yvirtók køkin. Poul minnist aftur á eitt gott lív saman við Elini. Hon var úr Kirkjubø. Tey vóru í ætt langt úti, og hon kom at búgva hjá teimum í Havn. – Elin var ein [...] Hann hevur røtur í Fugloy, og eina ferð hann og pápin fóru við bátinum úr Klaksvík og komu framvið Skálatofum helt hann fyri, at hann kundi fáa eitt festi har. Nei, segði pápin og talaði hann frá tí. Poul
endamálið. Uttan játtan bar ikki til at gera nakað, og tí lá alt stilt eina tíð. Veturin 2006/2007 – stívliga eitt ár eftir, at Landsverk hevði fingið uppgávuna – eydnaðist loksins stovninum at finna eina loysn [...] sum hava ligið og bíðað, og tað er trupult at finna aðrar. Sum dømi um, hvussu trupul støðan var, kann nevnast, at í februar 2007 fór múrarin frá arbeiðinum, og ikki fyrr enn í februar 2008 – eitt heilt ár [...] til tann stóra skálkin í søguni og hevur tilluta stovninum tann ivasama heiður at eiga heimsmetið í dráli. Rætt er tað, at Landsverk varðar av almennum byggiuppgávum og hevur tað ítøkiliga málið um hendi
øðrum fyribrigdum. Og óneyðugt er at leggja aftrat, at sjálvsagt finnast dugnalig og nærløgd blaðfólk, sum leggja seg eftir dýpdarjournalistikki, eftir at beina fyri mytum og eftir at geva teirra egnu [...] har politiskt frælsi og tjóðskaparligur og málsligur samleiki fylgdust at - undan sum eitt lýsandi fyridømi. Og kortini tøssa og tvagla bæði vit føringar, og somuleiðis okkara brøður og systrar í útnyrðingi [...] at danin var – meira ella minni – rótin til alt ilt. Vit norðuratlantsbúgvar vórðu tí feldir innanífrá og endaðu liggjandi, løstaðir og bløðandi, á harðari hellu og so beint fram eftir rommum. Eitt t
n mikudagin vóru ein túr eftir bryggjukantinum á Toftum, lá línuskipið Thomas Nygaard ytst í havnini. Dragilúkan stóð opin, bjart ljós skein út undan tronga dragiholinum – og í rútinum í skottinum aftureftir [...] Reyða í eini tvey ár. - Ta einu tíðina royndu vit út fyri Newcastle og landaðu í Peter Head. Vit royndu eisini eftir sild í Skagerak og landaðu í Hirtshals. Royndin í Skagerak minti mest um útróður. Vit [...] Høgagarð sum skipara. - Jú, hetta er gott sjólív. Vit ganga 6 og 6, og tað dámar okkum væl. Hetta er betri sjólív enn við teimum gomlu og longu vaktunum. Eru menn royndir við línu, fellir arbeiði lætt
um borð og hevði páskaandan við í skjáttuni og so eina hugmynd av trimum listafólkum: Hansinu Iversen, William Smith og Ruth Smith. Ja, hetta er eitt stórt ríkidømi, vit eiga, og hesin inn – og útsúgur [...] bara ljósið skarpari og nemur tað við hvørja túvu, hvørja lá , høvd og røð og ger dráttin á okkara ferð ljóst livandi. Ja, onkuntíð fór Ruth Smith somu leið, kanska ikki eftir somu rás, men fjøllini [...] snýr seg um skap, skap í tónlist og skap í málningalist, sum hevur íborið lyndrandi, frumkent og nákvæmt upphav í tónum og litríkum skapum. Ja, vit sótu og blundaðu og sóðu tað játtaða, fjøllgrógvna
Jógvan dugdi væl við børnum og helt sera nógv av Andreasi, soninum og nú seinri sonarkonuni og teimum trimum abbadøtrunum. Tey og Sonja vóru hansara eitt og alt. Men dugdi Jógvan væl við børnum, dugdi hann [...] minst hjá Sonju, Andreasi, Duritu, verdóttrini, og abbadøtrunum Majbritt, Barbaru og Rannvá, familju og vinum og annars øllum, sum standa Jógvani og hansara nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen [...] spaða til húskið, eftir at pápin var fallin frá í bestu árum, deyðkomin av skipi. Jógvan var m.a. við Saint Jacques við Páll Horn sum skipara, og hann sigldi eisini við íslendingum. Eftir neyðuga siglingstíð
fevnir breitt, tí her er talan bæði um svimjing, súkkling og renning. – Tað ræður um at tíma at venja og veruliga at vilja tað. Hetta krevur nógv, og eg vil siga, at hetta er meira ein lívsstílur, enn nakað [...] kappingar í øllum heraðshornum, og hon viðgongur eisini, at hetta er ein dýr ítróttargrein, hon hevur valt sær. – Eg brúki mínar egnu pengar og mína uppsparing upp á hetta, og tað vil eg gjarna. Eg rindi alt [...] Ítrótti og Húsavíkar kommunu. Tað er fantastiskt, og tað eri eg ordiliga glað fyri. Í gjár fór Súsanna so úr Føroyum við kós ímóti Monaco, og á vegnum tók hon við sær eina vinkonu, sum býr í Danmark. – Eg bjóðaði
Maria Olsen og Bjarki Meitil vóru farin útferð niðan á slættan beint undir Sornfelli, har tey høvdu mat og annað gott við. Frensurin Zumac – ið er uppkallaður eftir sangarinnuni Yma Zumac – var eisini við [...] hyggur enn javnan aftur eftir teimum. Men brádliga er hann vekk. Tey leita og rópa eftir honum, men eingin frensur at hóma. Tey mugu geva upp. - Vit vóru aftur og leitaðu eftir honum næstan hvønn dag í [...] góvu Bjarki og Anna Maria at enda upp at leita eftir frensinum. - Tað var ræðuligt at sita heima og vita, at hann var úti í regni og í kuldanum. Eg havi eina mynd av honum á telefonini, og hvørja ferð
listafólk innan visuella list hittast – sjónleik, dans, ljóssnið, ljóðsnið, myndir, video, film og annað. Tá Tvazz er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið [...] allan heimin. At knýta bond og skapa møguleikar fyri millumtjóða samstarvi. At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar »lista-útisetar« aftur hendanvegin at arbeiða og sjálvsagt at spæla saman [...] frammanundan. Og hin aðalsetningurin er at skapa sjónleik, sum skøvar poleraða lakkið her heima, sum torir at nerta við, at hyggja í pottin av fjaldum tabuum, klóra og kitla, ørkymla og undra. In yer face