Hanus Kamban
-------------
Yesterday upon the square
I met a man who wasn´t there
Skapa journalistar veruleikan?
Í vár framførdi ein bólkur av sjónleikaráhugaðum ungfólkum, sum rópa seg HUÐRAR, tann klassiska leikin Othello, ið sum kunnugt er eitt av høvuðsverkunum eftir William Shakespeare.
Bæði uppseting, koreografi og í stóran mun eisini leikur, øll tann stranga, minimalistiska snaringin - við einum dansara, sum fer reyðklødd eftir gólvinum og gevur allari upplivingini sín serliga symbolska dám og veftur – tryggjaði framførsluni høga dygd, og eitt heiðurspláss á eini stevnu nakað seinni í Riga í Lettlandi. Leikurin, í hesi framførslu og uppseting, er nú á veg víðari út í heimin.
Í eini stuttari samrøðu í Kringvarpi Føroya datt tað undirritaða, hvørs týðing varð brúkt í hesi Othello-uppseting, av munni, at journalistar skapa veruleikan. Orðini vaktu ans, og eg upplivdi nú tað fyri ein rithøvund bæði áhugaverda (og á ein hátt positiva), at einstøk føroysk umboð fyri fjølmiðlastættina - tað fjórða statsvaldið, sum hon rópar seg – blivu í øðini.
Ein gomul sannroynd
Henda vreiði um eina heldur sakleysa útsøgn tóktist bæði undranarverd og tankavekjandi. Tí tann áskoðan, at journalistar ikki, sum ein spegil, endurgeva veruleikan, men tvørturímóti skapa sín serliga tykisveruleika, sum teir so borðreiða við, hevur verið frammi millum upplýst fólk í minst ein mansaldur.
Í roynd og veru er hon nógv eldri, sum ein av tykisveruleikans mætastu meistarun, Joseph Goebbels, er eitt framúr gott dømi um.
Kanska kundi eg skundað mær at nevnt, at henda útsøgnin um journalistar og veruleikan, søgd í sambandi við Othello, sjálvsagt ikki er mín egna. Tann danski gudfrøðingurin Johannes Sløk læt á sinni geva út teir mætastu leikirnar eftir Shakespeare, í síni egnu umseting, við formæli og viðmerkingum. Í síni sera klóku og vitugu Othello-umrøðu nevndi Sløk, at persónurin Iago, sum medvitin mýtuskapari, er sera modernaður og peikar fram ímóti nútíðar journalistikki.
Tað spíska fyndorðið
Men sjálvsagt er ein slíkur máti at orðbera seg, í sínum sniði, skyldur við fyndarorðið ella orðatakið. Og fyndarorðið – “evigt ejes kun det tabte” ella “frailty, thy name is woman”, fyri bara at taka fram tvey dømir - er í sínum kjarna í ein vissan mun foreinklað, umboðar, kunnu vit siga, eina spískan av veruleikanum.
Tann tykisheimur, sum vit - lesarar, lurtarar og hyggjarar - liva í í dag, er skaptur, fyrst og fremst av fjølmiðlunum, men eisini av tí politiska og búskaparliga valdinum, av fordómum, av okkara tørvi á mytum og ivaleyst mongum øðrum fyribrigdum. Og óneyðugt er at leggja aftrat, at sjálvsagt finnast dugnalig og nærløgd blaðfólk, sum leggja seg eftir dýpdarjournalistikki, eftir at beina fyri mytum og eftir at geva teirra egnu stætt mótspæl.
Men dømini um tað slag av virtual reality, sum nútíðar fjølmiðlar skapa, og ta vídd av ávirkan á okkara lagnu, hesin - sjálvsagt bæði banali og rái - journalistanna skaldskapur hevur, eru legio.
Hvørjum tænti Monica Lewinsky?
Hvør minnist ikki Monicu Lewinsky? Í nøkur ár var henda – í fjømiðlahøpi - týdningsleysa kvinnan á øllum varrum, á øllum blaðteigum, í øllum vørpum? Orsøkin til hetta var tann einfalda sannroynd, at forsetin í USA sum tá var og kona hansara, sum var ráðharri, høvdu sett sær sum mið at lyfta landið upp úr tí reaganska barbarínum, og m.a. skapa ein nútíðar almannapolitikk og royna at geva tubbaksídnaðinum mótspæl.
Kapitalur og afturhald settu føtur í spenni fyri at forða fyri hesum framburði, og straks var at kalla allur fjølmiðlaheimurin, serstakliga í USA, til fals – fúsur at tæna egináhugamálum, sum í evstu syftu hildu USA føstum í sama avoldaða, asosiala samfelagsformi, sum tess borgarar enn eru dreivaðir í.
Ella tak gongdina í okkara egna lítla landi og hjá okkara brøðratjóð í útnyrðingi? Tað hevur verið ein grundfest hugsan, serliga millum tjóðskaparfólk, at hendi okkurt ringt, kom ein kreppa, ella var varutrot, ella gekk tað ov striltið við framburði av tjóðskaparligum ella ríkisrættarligum slag, so var orsøkin at finna í Danmark, tí – “danin var fanin”.
Men veruleikin er ein heilt annar. At Danmark er ein gomul kolonitjóð, hetta vita vit, og at ávís eyðkennir, ein feril, og viðhvørt meira enn ein feril, av preussaraanda, loðar upp við, er somuleiðis greitt. Men sum heild eru Ísland og Føroyar heimsins hepnastu fyrrverandi hjálond. Føroyar hava sum heild altíð fingið ta viðferð, vit føringar hava ynskt.
Kollrenning innanífrá
Ísland fekk heimastýri í 1904, og íslendingar siga sjálvir, at teir tá fingu meira, enn teir bóðu um. Ísland fekk somuleiðis fullveldi tann 1. desember 1918, og hetta ríkisrættarliga kvantlop varð avgreitt og fullført, áðrenn Woodrow Wilson fór undir sínar samráðingar í Versailles, har grundreglan um tjóðanna sjálvsavgerðarrætt varð sett fram.
Danmark gekk, nú heimurin royndi at ganga inn í eina modernaða tíð - har politiskt frælsi og tjóðskaparligur og málsligur samleiki fylgdust at - undan sum eitt lýsandi fyridømi. Og kortini tøssa og tvagla bæði vit føringar, og somuleiðis okkara brøður og systrar í útnyrðingi, enn í tykisveruleikans tanka um hjálandaveldi og imperialistiska kúgan.
Tað gav at bíta nú ein dagin, tá ið ein íslendskur andstøðupolitikari, staddur í Føroyum, í sambandi við ta vanlukku, sum hevur rakt hansara land, minti á, tá danski kongurin í árinum 1662 “við byrsu hótti íslendingar til at góðkenna einahandilin”.
Hvat hugsar hesin maður fyri sær? Átti hann ikki, heldur enn at draga fram ræðumyndir, riptar úr einum 350 ára gomlum samanhangi og av tí sama toygdar væl og virðiliga úr lið, at sett fingurin á málsins sára kjarna: at land hansara er kollrent innanífrá, av heimligum fíggjarprinsum hjálptum av landsins stjórn?
Vandin við hugmyndafrøði
Vandin við at íðka mytologiska hugsan, í kreppustøðum og kanska serliga í tíðini, áðrenn slíkar støður taka seg upp, tykist týðiligur. Bæði í tíðini áðrenn Føroyar fullu í 1992 og í árunum undan Íslands falli nú í heyst, vísti danin okkum fyrrverandi hjálondum samhuga og ábyrgdarkenslu. Upp í gjøgnum 80-árini komu á hvørjum ári góð ráð og ávaringar frá kønum fakfólkum á Flatlondum. Og longu stutt eftir aldarskiftið fóru donsk bløð at varskógva og ávara íslendingar.
Hóast hetta var gjørt av góðum huga og var dømi um sannan norðulendskan – ein hevur næstan hug at siga: norrønan - samhuga, varð tað kveistrað til viks. Vit vistu betur. Íslendingar vistu betur. Tað skuldu eingir uppgjørdir junkarar koma og fortelja okkum nakað ella læra okkum at fáast við pengar og búskap. Tí – “danin var fanin”! Og – vóru teir ikki bara øvundsjúkir?!
Avleiðingin var, at bæði londini blivu kollrend, Føroyar í 80-árunum í farnu øld av vinnulívsmonnum, bankum og politikarum í felag, Ísland tey seinastu árini av einum nýggjum fyribrigdi, tí hugprúða, reypandi fíggjarbaróninum.
Hvørki vit ella okkara íslendsku frændur lurtaðu eftir góðum ráðum, og samstundis høvdu vit ta rótfestu hugsan, at danin var – meira ella minni – rótin til alt ilt. Vit norðuratlantsbúgvar vórðu tí feldir innanífrá og endaðu liggjandi, løstaðir og bløðandi, á harðari hellu og so beint fram eftir rommum.
Eitt tankaeksperiment
Hvussu langt út vit kunnu vaða, førd bæði av hugmyndafrøðiligari vanafestu og tørvandi journalistiskari dýpd, sæst skilliga, um vit gera eitt leysligt tankaeksperiment. Í Føroyum er ein heilur herur av røddum, sum halda seg kúrrar, tá kyrrindir eru, men krúpa út undan klettum og steinum, sum veggjalýs, so skjótt ein barrikada, veri hon lítil og lág, hómast.
Hvar eru hesar røddir nú, tá ið okkara brøður og systrar í útnorði missa størv, ognir, hús og heim? Hví henda tøgnin? Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss at spurt, hvør hevur komið okkara frændum, vanligum familjum við húsi og børnum og eyðmjúkum dreymum um lukku, út í óføri? Og hvar høvdu hesar røddir verið, um tað bara í minsta mun bar til at siga, at danskurin – og ikki ein fíggindi innanlendis - hevði framt tjóðarmorð í einum gomlum hjálandi?
Men sjálvsagt er hetta mál bæði størri og djúpari. Ein partur av uppgávuni hjá einum fjórða statsvaldi, um nakar dugur er í tí, er viðhvørt at steðga á og eygleiða hendingar og rák burturi sum heima úr einum víðari perspektivi, ella peika á eitt ástøði, sum kann hjálpa okkum, lurtarum sum lesarum, betur at skilja, hvat fer fram. Tíbetur finnast ymsastaðni í heiminum miðlafólk og rithøvundar, sum megna hetta. Men heima hjá okkum er slík perspektivering sum lundi á jólanátt.
Ránsríkið
Latum okkum royna at hyggja eitt sindur betur at búskaparkreppuni og hennara avleiðingum fyri m.a. USA og Ísland. Í USA hava gløggir og víðskygdir búskaparfrøðingar rakt upp partar av hesi fjølstreingjaðu fløkju, teirra millum George Soros og Paul Krugman, sum varð umrøddur í hesum blað í januar, og sum nú í heyst fekk nobelvirðislønina í búskaparfrøði.
Í bók síni The Conscience of a Liberal, 2007, vísti Krugman á, at USA sum modernaður statur varð skapt í Roosevelt-tíðini. Sosiallóggáva, stuðul til verkafeløg og tær sámiligaru lønir, sum hesi feløg fingu tingað seg til, góvu USA, á fyrsta sinni, eina miðalstætt.
Tað fall teimum republikansku forsetunum Reagan og Bush yngra í lut, m.a. við skattalættum og illvilja móti sosialum skipanum og móti fakfeløgunum, at syndra hesa miðalstætt av borgarum. Henda syndran er ein av mongum grundum til kreppuna, sum hevur rakt USA, tí fólk í eini niðurpíndari stætt kunnu sjálvsagt ikki, tá ið tey eisini missa sítt arbeiði, rinda lán og leigu. Og tí falla bankarnir. Tað er tann friedmanska nýliberalisman, sum her bítur seg sjálva í stertin.
Ein annar í liðinum av vitugum og samfelagsliga medvitnum búskaparfrøðingum í USA er James K. Galbraith, hvørs bók The Predator State kom út fyri stuttum. Galbraith er úr góðum bergi brotin. Faðir hansara er John Kenneth Galbraith, kendur fyri bøkurnar The Affluent Society, 1958 og The New Industrial State, 1967, javnlíki hjá Keynes, ein lýsandi intellektuellur og tað mætasta navnið á búskaparøkinum í síni tíð.
Barónsins tænari
Galbraith eldri hevði ta áskoðan, at gongdin í einum ríki sum USA, eisini tann búskaparliga, var treytað av eini útjavnandi (“countervailing”) togan millum tríggjar maktir: kapitalin (big business), fakfeløgini (big labour) og ríkið (big government).
Galbraith yngri førir í síni nýggju bók fram, at í dag eru í USA hesi trý valdini burtur, verkafeløgini eru avmaktað og kúgað, staturin er gjørdur til amboð hjá privatum egináhugamálum og kapitalurin er, sum virðisskapandi kraft, eisini avrøktur. Og inn á tann tóma pallin er komin ein nýggj stætt, fíggjarbarónarnir, sum hava:
sett sær fyri at hertaka statin og reka hann, ikki sum ideologiska verkætlan, men heilt einfalt á ein hátt, sum kann veita teimum, sum einstaklingum og sum bólki, teir mestu pengarnar, tað minst órógvaða valdið, og tann mesta møguleikan fyri bjarging, um okkurt skuldi gingið galið.
Og her kemur tað mest áhugaverda í ástøðinum hjá Galbraith yngra. Tí, sigur hann, staturin er ikki horvin, hann er bara – í teirri merking, at hann fyrr var ein stovnur, sum hevði ábyrgd av sínum borgarum – ikki til longur.
Luftpengar
Staturin er broyttur, so at hann ikki longur er fólksins umboð og stovnur, men í staðin fyri amboð og jarnbrot hjá the financier, fíggjarbaróninum. Staturin er tænari hjá eini stætt, sum ikki skapar virðir, arbeiði ella framleiðslu, men – sum Enron-gølan er dømi um – luftpengar.
Karl Marx, sum fyri 140 árum síðani skilti tað, sum nú fer fram, gav hugsjónini - um hetta orðið kann brúkast um eina so dubiøsa stevnu – hjá hesi stætt navnið “likviditetsfetisjisma”. Henda stætt hevur í roynd og veru onga mentan, eingi virðir, ongan tjóðskap, onga trúgv, einki mið – uttan tað at margfalda sín likviditet og at halda fram í allar ævir (um tað ber til) við hesi deyðu, keðsomu og ókreativu margfaldan.
Einkisins riddarar
Skaldini hava altíð kent hesar einkisins riddarar. Jago segði um seg sjálvan: “Eg eri – sært tú – ikki tann eg eri”. Í sínum verki Ringanna Harri sipar Tolkien neyvt til einkisbarónarnar, tá hann lýsir “ringhamirnar” ella greiðir soleiðis frá, tá ið Saruman, tann svikafulli gandakallurin, doyr:
rundan um líkið av Sarumani savnaði seg ein grá toka; hon reis spakuliga høgt móti himli sum roykur frá einum báli og dagaði yvir Heygnum sum ein bleikur skapningur sveiptur í eina líkverju. Eina løtu flákraði hon og vildi reka í ein vestan; men úr vestri kom ein kaldur vindur, og hon boygdi seg undan, og við einum suffi loystist hon upp í einki.
Ríkið, soleiðis sum Galbraith lýsir tað, tænir ikki longur menniskjum ella hobbum, men ó-manninum á torginum, Iago, Saruman. Hetta er orsøkin til, at stjórnir og ríkisleiðarar, í USA, og møguliga eisini í Íslandi, ikki síggja tað sum sína uppgávu at hjálpa tí almúgu, sum nú er fallin fram á grúgva, men í staðin bara at bjarga teimum, sum hava framt vanlukkuna. Framt hana, væl vitandi, at teirra vinir og tænarar í politikki og stjórn fóru at taka um endan, um hasardspælið miseydnaðist.
Sambært Galbraith er hetta eitt rák, sum nú er at síggja í stórum pørtum av heiminum. Best vard ímóti hesum búskaparlig døtti niður í tað svarta holið eru sambært honum Norðurlond, við teirra javnaðarhugsan, fakfeløgum og sosiallóggávu. Um skansin fer at halda, hetta kann eingin spáa um. Kreppan kann gerast drúgv, hon er víðfevnd, og so ella so eru eisini Europa og Norðurlond partar av tí eitraða fíggjarkervinum.
Friedman-hjartað
Men tað tykist greitt, at tað stóra takið hjá okkara brøðrum og systrum í útnorði verður frameftir at koma sær burtur úr tí amerikansku hálkuni og aftur gerast partur av tí norðurlendsku skipanini, har samhaldsfesti enn verður mett sum eitt virði, har ekta tjóðskaparkensla enn er til, og har tað ikki verður loyvt sjálvsøknum fíggjarprinsum, við teirra høpisleysu kapital-fetisjismu, at spæla, ótálmaðir, við lívi og lagnu hjá landsins borgarum og hjá tjóðini.
Har tað – sum fólk við vanligum gonguviti altíð hava fatað, men menn sum Bush ella íslendskir ríkisleiðarar ikki hava skilt – verður mett at vera høpisleyst at lata fíggjarstovnar skylda tíggju ferðir so nógv, sum teirra ríki eigur.
Men sjálvsagt hevur málið eisini eina moralska síðu. Við rótina á okkara tíð, hennara kreppu og krampatøkum, stendur búskaparfrøðingurin Milton Friedman. Sami maður var ráðgevi hjá fascistinum og mannapínaranum Augusto Pinochet. Hevur fíggjarbarónurin nakað hjarta, so er tað hansara. Og tað er svart.
Ráðini, til teir íslendsku nýliberalistar, sum trúliga hava tænt einkisins riddarum, og til teir føringar, sum framvegis dárast av gandinum frá nýliberalismuni, eru:
Sleppið tykkum av við tað svarta Friedmann-hjartað. Tað gamla norrøna, hvørs sløg eru treytað av veruligum lívi og veruligum blóði, roynist betur.