Kiskan kom aftur eftir hálvt ár í útlegd

Tárini trillaðu tá Anna Maria og Bjarki hósdagin, eftir hálvt ár í óvissu, vóru sameind við frensinum Zumac. Hann varð burtur á Sornfelli skírisdag og var deyðanum nær tá menn í Hundsarabotni tóku hann inn, vóru um hann – og kallaðu hann Mogens

Útlegd

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Regnið oysti niður, og tárini runnu stríð niður eftir kjálkunum á teimum flestu, sum vóru í Hundsarabotni hósdagin. Tað var sum tikið úr einum happy-end filmi.

Tað var ein kensluborin sameining, tá Anna Maria Olsen og Bjarki Meitil vóru í grótbrotinum í Hundsarabotni eftir frensinum Zumac, sum hevði verið burtur í gott hálvt ár.

- Teir grótu, eg græt og tað kundi ikki verið meira kensluborið, greiðir Anna Maria frá.

Søgan byrjar tíðliga í vár, skírisdag.

Anna Maria Olsen og Bjarki Meitil vóru farin útferð niðan á slættan beint undir Sornfelli, har tey høvdu mat og annað gott við. Frensurin Zumac – ið er uppkallaður eftir sangarinnuni Yma Zumac – var eisini við.

- Ja tað ljóðar eitt sindur býtt, at taka frensin við út í hagan. Men hann var geldur, og skuldi gjarna verið somikið fólkakærur, at hann ikki rýmdi, greiðir Anna Maria frá.

Tá tey fara gangandi í haganum, fylgir Zumac aftaná eitt petti. Síðan leitar hann spakuliga longur vekk frá teimum, men hyggur enn javnan aftur eftir teimum. Men brádliga er hann vekk. Tey leita og rópa eftir honum, men eingin frensur at hóma. Tey mugu geva upp.

- Vit vóru aftur og leitaðu eftir honum næstan hvønn dag í ein heilan mánað, og vit leitaðu allastaðni fram við Oyggjarvegnum. Vit vóru eisini niðri í Kaldbaksbotni, í Norðadali og á Skælingi, men eingin Zumac. Eftir at ein mánaði var gingin, máttu vit at enda geva upp, greiðir Bjarki frá.


Ein mánaði uttan fólk

Um tað mundið at Zumac varð vekk, var hann lítið ár gamal. Hann var sostatt ikki heilt fullvaksin. Hann var vekk skírhósdag og í ein heilan mánað veit eingin, hvar hann hevur verið. Hann hevur klárað seg sjálvan úti í haganum, nátt og dag, í regn, sól og í kava.

Síðst í apríl mánaði, lítlan mánað eftir at hann varð vekk, síggja menn í grótbrotinum í Hundsarabotni kettuspor í kavanum. Stutt eftir koma teir fram á ein frens, sum er illa staddur, rak, kaldur og styggur. Bárður Jacobsen, ein ungur hósvíkingur, ið arbeiðir í Hundsarabotni, tekur hann inn og gevur honum eta. Hann reiðir honum ból á loftinum í smiðjuni, har tað er heitt og fjálgt, og gav honum mat.

Eitt navn skuldi frensurin hava, og teir kallaðu hann Mogens. Hann varð styggur at byrja við, men teir vóru fleiri, í høvuðsheitum tríggir mans – Bárður Jacobsen, Berint Johannesen og Sámal Hansen – sum tóku sær av honum og vóru um hann, og skjótt gjørdist hann líka góður við teir, sum teir við hann.


Partur av inventarinum

Í fimm mánaðir hevur Mogens, sum teir kallaðu frensin í Hundsarabotni, búleikast í Hundsarabotni, har øll starvsfólkini blivu forelskaði í honum.

- Eg plagdi at sita her og kína honum, og tá eg gavst, so skumpaði hann undir hondina, og vildi eg reisa meg upp, leyp hann upp í føvningin á mær, greiðir Berint Johannesen frá.

Bárður Jacobsen er ikki í Hundsarabotni henda dagin, hann er í grótbrotinum á Lambarðeiði, men Berint er skjótur at vísa á, at tað í høvuðsheitum var Bárður, ið tók sær av honum.

- Men eisini vaskikonurnar vóru púra forliptar í honum, og tá tær komu niðan her at vaska í vikusiftunum, høvdu tær altíð okkurt gott við til hann, sigur Berint.

Mogens bleiv fastur partur av inventarinum í Hundsarabotni, og hevur havt sína dagligu gongd millum starvsfólkini og maskinurnar har.

- Ja tað var so deiligt at fara til í døgurðatímanum og tá ein lítil løta var, sigur Berint. Hann við stórum rørslum greiðir hann frá, hvussu hann lá á rygginum tá teir kíndu honum, og hvussu hann strekti seg og geispaði, tá teir komu at geva honum eta.

Tað er eyðsýnt at teir hava víst frensinum stóran kærleika, meðan hann hevur verið har.


Ræðuligt

Eftir at hava leitað í góðan mánað, góvu Bjarki og Anna Maria at enda upp at leita eftir frensinum.

- Tað var ræðuligt at sita heima og vita, at hann var úti í regni og í kuldanum. Eg havi eina mynd av honum á telefonini, og hvørja ferð eg sá myndina, fór eg at lippa. Men hon mundi vera deyð, nú var so nógv tíð liðin, sigur Anna Maria.


Bitarnir fella upp á pláss

Mátin, sum Zumac fann sítt rætta heim aftur, er eisini ein serlig søga. Ein verkfrøðingur hjá Landsverk, Ási Mikkelsen, var tann, ið at enda fekk bitarnar at fella upp á pláss.

- Hesin Ási kennir eitt sysktinabarn hjá mær, Heina Hátún, sum visti um at frensurin var blivin vekk. Onkursvegna er tað fallið Ása fyri oyrað, at vit høvdu mist ein frens vekk stutt áðrenn ein frensur, sum hann visti um, var komin at ganga í Hundsarabotni. Hann setti seg so í samband við meg, og sendi mær myndir. At byrja við vildi eg ikki ordiliga trúgva tíð, og ivaðist eisini í, um eg fór at kenna hann aftur aftaná so langa tíð. Vit tosaðu í telefon meðan hann sendi mær myndina, tí tað loysti seg ikki at fáa falskar vónir. Men tá eg sá myndina, var allur ivi vekk. Hatta var Zumac, greiðir Bjarki frá.


Syrgilig sameining

Bjarki ringdi beinanvegin til konuna Annu Mariu, sum tá var á skeiði við Gjógv.

- Hann spurdi meg, um eg vildi hava eina ordiliga góða nýggjheit, og eg fór alvorliga at ivast, hvat hann meinti við. Hann spurdi, um eg visti hvør gekk og mól uppi í Hundsarabotni, og eg bleiv bara meira forvirrað. So segði hann, at tað var Zumac, og spurdi, um eg vildi hava myndina sendandi, og eg hugsaði, at eg vildi ikki hava myndir av einum deyðum frensi, men tað vísti seg altso at hann var á lívi, fortelur Anna Maria.

Dagin eftir, hósdagin, fóru tey bæði niðan til grótbrotið í Hundsarabotni, har Zumac var. At byrja við kendist hann ikki heilt við tey, men skjótt kendi hann eigararnar aftur.

Í dag er hann væl í holdum, og tað er eyðsýnt at hann hevur livað sum ein greivi, meðan hann í fimm mánaðir var í útlegd í grótbrotinum í Hundsarabotni.

Onkran dagin fara Anna Maria, Bjarki og Zumac aftur niðan í Hundsarabotn at vitja, so Zumac enn eina ferð kann heilsa upp á Bárð, Berint, Sámal og øll hini, ið hava verið hansara familja teir seinastu fimm mánaðirnar.