varð, at ein fullu maður gekk á vegnum, men tá ið løgreglan kom á staðið, var hann ikki at síggja. Men stutt eftir var aftur boð eftir løgregluni til ein mann, sum lá avfollin í Gongugøtuni, so hann varð [...] ikki einastu ferðina í gjár, at løgreglan var eftir fólki, sum høvdu drukkið ov nógv, tí sjáldan hava tey verið so ofta boðsend at taka sær av fulum fólki sum í gjár, í hvussu so er ein gerandisdag. Tað byrjaði [...] varð fingin á føtur, og settur á ein bonk at sova rúsin av sær í góðveðrinum. Men hann vaknaði nakað tíðliga, tí tríggjar, ella fýra ferðir varð ringt eftir løgregluni frá ymsum sølubúðun í miðbýnum, har
tað vísti seg, at teir vóru tiknir av fótum í hálkuni og vóru dotnir. Annar hevði smekkað høvdið í vegin og hann varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Og í gjár var eisini boð eftir hundafangaranum [...] fekk ein bilførari bót fyri at koyra ov skjótt - og tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tveir fullur mans lógu á vegnum og bardust uttan eitt skeinkistað í [...] vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, vísti tað seg, at tað kundi næstan ikki verið verri hjá honum. Fyri tað fyrsta hevði hann kenning, so hann verður skuldsettur fyri
sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík. Sum skilst á løgregluni, so er tað eitt harrans undur, at maðurin, sum var einsamallur í bilinum er á lívi. Bilurin er so illa farin, at løgreglumenninir, [...] sær á vegnum. Talan er um ein bil, sum var á veg úteftir. Stutt eftir svingið úr Runavík hevur bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, eftir øllum at døma mist tamarhaldi á bilinum. Eftir bremsisporunum [...] skilst, so er førarin helst slongdur úr bilinum, sum er rullaður runt fleiri ferðir áðrenn hann er steðgaður. Tá fólk kom á staðið, lá maðurin frammanfyri bilin, og hann var illa at holdum komin. Boð vórðu
tað skal eisini sigast, at nakrir bilførarar vóru farnir avstað, áðrenn frámælið um at koyra, kom, tí tað var rættiliga knappliga, at tað versnaði so illa, at mælt varð frá at koyra ímillum bygdir. Men [...] ferðslan í morgun er so lítil, at tað kann ikki samanberast við í gjár, sigur løgreglan. Tey siga, at nakrir bilar hava staðið og krokað í Vágatunlinum í nátt og nú verður roynt at fáa teir úr tunlinum [...] Vágar, men til inn á Streymoynna, siga tey hjá løgregluni. Annars er øll koyring hjá Bygdaleiðum avlýst, uttan í Suðuroy og í Sandoy og eisini flogferðslan er illa darvað. Ætlanin er at fáa eitt flogfar
boðaði frá, at hjólið ikki var komið rætt upp. Hetta hevði við sær at flogfarið vendi aftur. - Vit fáa boð klokkan 12:16, tá tornið ringir og greiðir frá, at flúgvarin manglar at fáa at vita, um eitt [...] frá, at tey settu allar skipanir í verk, og at løgreglubilarnir mestsum koyrdu kapp við sjúkrabilarnar vestur á flogvøllin. 12 minuttir seinni koma tó boð, at flogfarið er lent í øllum góðum, og at tað [...] tørvur á hjálp. - Vit góvu sjúkrahúsinum boð at senda alt, sum sendast kundi, og annars varskógvaðu vit tey, sum vit skulu varskógva, greiðir vakthavandi frá. Somuleiðis greiðir løgreglan frá, at boð vóru
Boð vóru eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn um hálvgum ellivutíðina í gjárkvøldið. Tað var ein maður, sum hevði verið harðligur ímóti starvsfólki. Tað endaði við, at hann varð handtikin og settur [...] sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Hann er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót fyri tað. Og tað verður tann størra bótin, sigur vaktleiðarin, og hon er upp á 3.000 krónur. Hóast [...] gjárkvødlið og í nátt, Okkara Land, so gav tað ikki løgreglun eyka arbeiði. Heldur er nakað frætt um nakað mál á Tvøroyri í sambandi við jóansøkuna, sgur vaktleiðarin á politistøðini.
send eftir løgregluni helst tí, at tey hava serútgerð at flyta fólk við, um tey eitt nú eru ov tung hjá løgreglufólki at taka upp. Tvey minni ferðsluóhapp vóru í Havn, annað í parerkingsøkinum í SMS og hitt [...] upp ein 14 ára gamlan drong í Havn, sum var so fullur, at hann ikki kláraði seg. Løgreglan koyrdi hann heim til hús. Av tí at talan var um ein so ungan drong, so verður ein sosial-frágreiðing skriva til sosialu [...] in á politistøðini í Havn. Úr Miðlon í Havn kom eisini fráboðan um ein fullan persón, sum ikki kláraði seg. Tað endaði við, at sløkkiliðið í Havn fór eftir manninum. Sambært vakleiðaranum vórðu boð send
í sínum atburði, at tey ringdu eftir løgregluni. Løgreglan tók eisini eina kvinnu upp, sum so var so drukkin, at hon kláraði seg ikki sjálv, so hon varð førd í varðhaldið í Klaksvík at sova rúsin av sær [...] er loyvt at koyra 50. So hann misti koyrikortið á staðnum, sigur løgreglan. Annars varð ein bilførari tikin við kenning, og ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tá ið hann var so ólátaður [...] sær. Annars hevur løgreglan aftur kannað skeinkistøð ymsastaðni í nátt at vita, um øll viðirskifti vóru sum tey áttu, og tað vóru tey.
var tyrlan á kinesiska móttøkuskipinum, Kaiyu, sum lá eystanfyri, tí ein maður føldi eg illa og tey hildu at ráðiligast var at fáa hann á sjúkrahús. Tyrlan var eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið [...] smábátar, sum vóru farnir eftir nátungum, men sum høvdu fingið maskinbrek og tískil bóðu um sleip. Men veðrið var av tí besta, so tað var ongantíð vandi á ferð. Bátar vórðu sendir eftir teimum, so teir fingu [...] Landssjúkrahúsið. Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Ein kvinna hevur gist á støðini í havn í nátt húsaófrið, men hon er slept út aftur í morgun
Jebb Bush, guvernørur, ætlar ikki at lata seg taka á bóli, nú ársins fyrsta tropiska ódn ber við land í Florida í kvøld. Hann hevur tí givið fólki boð um at fara burtur frá strondini og av nøkrum smáum [...] og sambært løgregluni hava umleið 21.000 fólk fingið boð um at flyta. Í gjár herjaði Alberto vestara part av Kuba. Vindferðin var upp í góðar 70 kilometrar um tíman, og tað regnaði av grimd, so stór øki [...] undir í vatni. Amerikonsku veðurmanninir høvdu væntað, at vindurin fer at veksa, áðrenn Alberto ber við land í Florida, men í dag var líkt til, at vindurin var minkandi. Veðurmenninir stúra kortini meiri