Í gjár og í dag máttu tríggir bátar biðja um sleip og hjálp ymsastaðni undir Føroyum.
Í trimum førum var talan um smábátar, sum vóru farnir eftir nátungum, men sum høvdu fingið maskinbrek og tískil bóðu um sleip.
Men veðrið var av tí besta, so tað var ongantíð vandi á ferð.
Bátar vórðu sendir eftir teimum, so teir fingu hjálp.
Og í morgun var tyrlan á kinesiska móttøkuskipinum, Kaiyu, sum lá eystanfyri, tí ein maður føldi eg illa og tey hildu at ráðiligast var at fáa hann á sjúkrahús. Tyrlan var eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Ein kvinna hevur gist á støðini í havn í nátt húsaófrið, men hon er slept út aftur í morgun