Ein bilførari kláraði ikki royndina

Í gjør gjørdi løgreglan kanningar uttan fyri har tey selja øl og rúsdrekka - og tey høvdu eisini sítt stríð við fullum fólki

Í gjár hevði løgreglan eitt miðvíst átak ímóti rúsdrekkakoyring. Í hesum sambandi kannaðu tey ferðsluna til og frá deildum hjá Rúsuni ymsastaðni og ølsølunum hjá Føroya Bjór og Okkara. Har vórðu fleiri bilførarar, sum vóru á veg at keypa, ella, sum høvdu keypt kannaðir – og tann eini bilførarin stóð ikki royndina, og sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Men hetta var ikki einastu ferðina í gjár, at løgreglan var eftir fólki, sum høvdu drukkið ov nógv, tí sjáldan hava tey verið so ofta boðsend at taka sær av fulum fólki sum í gjár, í hvussu so er ein gerandisdag. Tað byrjaði longu tíðliga seinnapartin, táið boðað varð, at ein fullu maður gekk á vegnum, men tá ið løgreglan kom á staðið, var hann ikki at síggja.

 

Men stutt eftir var aftur boð eftir løgregluni til ein mann, sum lá avfollin í Gongugøtuni, so hann varð fingin á føtur, og settur á ein bonk at sova rúsin av sær í góðveðrinum. Men hann vaknaði nakað tíðliga, tí tríggjar, ella fýra ferðir varð ringt eftir løgregluni frá ymsum sølubúðun í miðbýnum, har sami maður var vilstur inn og var til ampa fyri onnur, tí hann var fullur. Tað endaði við at løgreglan fekk hann undir tak.

 

Seinni í gjárkvøldið mátti løgreglan aftur at hjálpa einum manni, sum lá avfollin í Vágsbotni. Hann kláraði seg ikki sjálvur og tessvegna varð hann fraktaður til húsar.