Tornið boðaði frá neyðstøðu

Sambært løgregluni fór ikki heilt friðarliga fram, tá eitt flogfar hjá Atlantsflogi lendi í dag Fyri góðari løtu síðan, kom tíðindaskriv frá Atlantsflogi, har tað stendur skrivað, at eitt flogfar vendi aftur, tí ein indikatorur boðaði frá, at hjólið ikki var komið rætt upp. Hetta hevði við sær at flogfarið vendi aftur.

- Vit fáa boð klokkan 12:16, tá tornið ringir og greiðir frá, at flúgvarin manglar at fáa at vita, um eitt hjól er komið upp. At teir vilja lenda um tríggjar minuttir, og at lendingin kanska fer at hava við sær, at flogfarið má stýrast út í bøin, sigur vakthavandi hjá politinum í Havn.

Av politistøðini greiða tey víðari frá, at tey settu allar skipanir í verk, og at løgreglubilarnir mestsum koyrdu kapp við sjúkrabilarnar vestur á flogvøllin.

12 minuttir seinni koma tó boð, at flogfarið er lent í øllum góðum, og at tað ikki er tørvur á hjálp.

- Vit góvu sjúkrahúsinum boð at senda alt, sum sendast kundi, og annars varskógvaðu vit tey, sum vit skulu varskógva, greiðir vakthavandi frá. Somuleiðis greiðir løgreglan frá, at boð vóru send eftir fólki at geva sálarliga fyrstuhjálp.

Magni Arge sigur tó seg ikki kenna nakað serligt til hesar hendingar.

- Eg veit ikki, hví løgreglan sigur soleiðis. Tí tað vóru ongir trupulleikar, men tað kann vera, at mann hevur gjørt av, at tað var ein óvanlig støða, og so hevur mann sett tiltøk í verk, sigur Magni Arge. Hann vísir somuleiðis á, at ongin neyðstøða var umborð, og annars vísir hann bara til tíðindaskrivið frá Atlantsflogi, sum stendur aðrastaðni á portalinum.