og skoðsmálið var gott. Talan var um eitt tað vakrasta málið, sum var skotið í øllum undankappingardystunum, sum vóru leygardagin. Málskjútti var Jens Kristian Hansen, sum annars hevði ein meiri verjukendan [...] Tað var ein frágera góð kensla. Eg siktaði ikki nakað serligt, men eg royndi bara ímóti málinum, og so var tað fínt, at bólturin fór omanfyri Zubizarreta, segði málskjúttin, sum heldur, at hetta málið [...] sigrinum. ? Málið ímóti Spania er tað størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og hetta var ein góður endi uppá kappingarárið. Vit í B36 vunnu FM, og nú manglar bara løgmanssteypið, men tað
agur í Zhengzhou,? ið var al-mannakunngjørt 1986. Henda hópavrætting var bert ein av fleiri, sum liður í herferð hjá stjórnini um at minka um kriminalitetin í Kina. ?Tað var ein klárur heitur morgum tann [...] Nøkur duttu á tey. Ein maður við síðuna av mær misti skógvarnar. Børn skríggjaðu tá tey sóðu blóð ella beinrestir. Eg fekk blóð á skógvarnar. Fyri at verja líkin, tók ein løgreglumaður ein raðfestan pela og [...] at í dag var avrætting-ardagur. Seinni metti eg, at nærum helvtin av fólkunum í bý-num - uml ein hálv millión fólk - vóru farin úr arbeiði, skúlunum. Fólk stóðu sam-anstúgvaði har, sum pláss var eftir g
samfelagi, tey vóru partur av; men tey lótu nógv, og hetta kom til sjóndar í teirra arbeiði og virki, íð var merkt av áliti og trúfesti. Æran var teirra mið. Hetta er andaligur viðførningur og lívsáskoðan, sum [...] um aldarskiftið var ein broytingartíð í føroyska samfelagnum, og vanligt er, at ein broytingartíð ber bæði tað, íð gott er og tað, íð minni gott er við sær. Nøkur av teimum gomlu virðunum tola ikki at standa [...] rukku so víða sum verøldin rann. Og tíðin hon blásti við gandandi ond á lív íð var livað á bø og við strond, ein óskrivað søga, ein orðaleys røða um fólkið her livdi og skapaði tjóð. Land okkara hevur bergtikið
skránna, um sendingin var flutt til annað kvøld, men so var ikki. Í blaðnum stóð 4. sendingin til at vera mikukvøld, á sama hátt sum hinar. Líkt var also til, at hon einfalt var tikin av skránni. So er [...] tit føra mangan ein løgnan programmpolitikk. Tað er so lítið av góðum tónleiki at síggja hjá tykkum, og tá tit so fáa hendur á nøkrum, so vilja tit ikki senda tað? Eg og helst fleiri við mær standa bara spyrjandi [...] koma mikukvøld, segði nevniliga eisini, at eitt av tingunum hann gleddi seg at síggja komandi vikuna, var júst Góðar vibrasjónir. Tað sýnir, at tað eru fleiri, ið hava áhuga fyri tílíkum tónleiki. Bert syrgiligt
Fyri mítt viðkomandi tók tað 7 ár hjá einum advokati at rætta ein feil, sum einans nýttist at taka 7 minuttir at rætta uppá, men tað kostaði mær tað hvíta úr eygum mínum. Viðvíkjandi hesi bankakanning, sum [...] verður ístaðin brúktur til at forleingja søkina eins og danski grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar. Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er [...] fram og sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina
Johansen. Og tað, sum verri var, var, at hendan ognin stóð til at fara á tvingsilssølu við tí úrsliti, at allur tann peningur, sum savnaður var inn í Føroyum gjøgnum sekstiárini til hetta endamálið, hevði farið [...] ikki í dag,« tekur han aftur í aftur. Tað var ógvuliga ringt at fáa politikkarar at skilja tá, at hetta kundi gerast ein inntøkukelda hjá føroyingum. Eisini var Tryggvi Johansen við, tá føroyingar av fyrstan [...] Viðskiftastovuni ta tíðina var eitt »sammensurium« av eini rúgvu av tingum. Tað var tó ikki soleiðis, at Tryggvi Johansen var einsamallur um hesi tingini, leggur hann dent á. Hann var saman við fólki úr Føroyum
Dalsgaard, ættaður úr Skálavík. Hann var ein aktivur javnaðarmaður. Á henda hátt kom eg í samband við nógvar av oddamonnum javnaðarfloksins, og sjálvandi var mær skjótt greitt, fyri hvønn og hvørjar hesin [...] - Jú, boðini eru tey somu sum sosialisman hevur til ein, antin ein er føroyingur ella dani. Ein visti jú, hvussu út av lagi ring arbeiðsmannalønin var, og eisini bústaðarviðurskiftini vóru sera vánalig [...] javnaðarrørsluna politiskt ella var tað fakfelagsliga? - Tað fyrsta sambandið var við flokkin, men fyri í heila tikið at føra javnaðarpolitikk krevst, at man hevur góð fakfeløg. Sostatt er bæði tað politiska
1949, tá hon var 27 ára gomul, niður til Danmarkar, og har var hon tey næstu tjúgu árini. Hóast hon bara kundi brúka aðra hondina, so lá stak væl fyri hjá Gunhild at gera hondarbeiði, og tað var ætlanin, at [...] Gunhild hevði, vóru ikki góðar í Føroyum tey árini, Gunhild var í Danmark. Ein teirra, sum stríddist nógv fyri at betra um umstøðurnar, var Karolina Petersen, og tá tað hevði eydnast henni at lata vistarheimið [...] ellivu børnnum. Gunhild var fjóðra í røðini, og mamman, sum doyði í 1969, plagdi at siga, at Gunhild mundi vera eitt tað raskasta av børnunum, sum hon hevði átt. Tá Gunhild var árs gomul, fekk hon kikhosta
Longu tá ið tú trein um gátt í Norðurlandahúsinum um sjeytíðina hetta kvøldið, visti tú, at nú var Jazzfestivalurin byrjaður. Húsið var á tremur við glaðum traditionellum jazztónum, so teir brustu út í [...] valurin var so sanniliga farin undir enn einaferð at lita høvuðsstaðin við ljóði og rútmum - tað føldi tú í blóðinum og í teim smáu ristingunum undir iljunum. Hvarv í regnskjóli Innkomin, var tað tó heldur [...] her heima - og hesaferð bar av. Bæði sum einstaklingar og sum bólkur vísti EQ ein tónleikaligan tour de force. Stílurin var.... ja, hvat skal man siga? - Modernaður fusjóns rokk jazzur!? Ilt at siga, tí
instrumentini var eisini eitt forkunnugt turkiskt streingjaljóðføri, ein saz, ið riggaði væl millum rokktónarnar hjá Boel. Bassurin bar bólkin Bassleikarin Moussa Diallo skaraði framúr sum ein høvuðsnerv [...] eyðkenda stíl. Eitt stíleyðkenni, ið ein kendi aftur, var hennara serligi sangháttur, ið vanliga hevur við sær at orðini ikki vera so týðiliga framborin, men sum kanska á ein hátt ber sangin og undirstrikar [...] óvæntað við heimaftur. Úr Kina til Grønlands Hóast hetta var eitt ferðalag, sum hevði ferðast víða og staðið á palli í meira enn eitt ár fyri kinverjum eins og grønlendingum, sást møðin ikki á teimum, tí eina