Tær góðu vibrasjónirnar, ið hvurvu?!

Nú eri eg ikki tann, ið plagi at tríva í pennin at skriva í bløðini um sovorðið, men eg fari so at gera tað í hesum førinum. Tað vóru helst mong tónleikaáhugað við mær, ið gleddust, tá vit hoyrdu, at nú skuldu vit fáa heilar átta sendingar, har tónleikur, ið var vístur í brotum í tí stórur norðurlendsku popp-spurnarkappingi, Pick up, nú skuldu verða vístar í fullari longd. Hetta var guff fyri okkum og tær góðu vibrasjónirnar hurraðu í trimum sendingum og øll vóru glað, men so steðgaðu tær góðu vibrasjónirnar ? og gleðin við.


Eg setti meg spentan framman fyri skermin hvørt mikukvøld fylgjandi, tí tríggjar tær fyrstu vórðu sendar mikukvøld, men har kom einki. Eg fór so at hyggja í skránna, um sendingin var flutt til annað kvøld, men so var ikki. Í blaðnum stóð 4. sendingin til at vera mikukvøld, á sama hátt sum hinar. Líkt var also til, at hon einfalt var tikin av skránni.

So er spurningur, hví? Hví í allari víðu verð? At síggja tónleik á hægsta stigi framførdan í upprunalíki frá 60-unum og 70-unum er rættiliga forkunnugt í mínari verð, so hví skuldu vit snýtast fyri 5 frálíkar sendingar av hesum slag?

Hyggjarin, ið tosaði í SvF um SvF leygarkvøldið frammanundan at 4. sendingin skuldi koma mikukvøld, segði nevniliga eisini, at eitt av tingunum hann gleddi seg at síggja komandi vikuna, var júst Góðar vibrasjónir. Tað sýnir, at tað eru fleiri, ið hava áhuga fyri tílíkum tónleiki. Bert syrgiligt, at tey í SvF ikki hava tað, at síggja til, í øllum førum. Ella ikki unna okkum, ið hava hendan áhuga, at síggja hesar sendingarnar.

Eg haldi, at tit føra mangan ein løgnan programmpolitikk. Tað er so lítið av góðum tónleiki at síggja hjá tykkum, og tá tit so fáa hendur á nøkrum, so vilja tit ikki senda tað? Eg og helst fleiri við mær standa bara spyrjandi.

Koma tær fimm sendingarnar, ið ikki enn hava verið, seinni ella hvat? Tað hevði verið áhugavert at frætt okkurt um hetta.


Tónleikaáhugaður