kvøld. Teir skulu spæla í Odense, har stadion verður tikið í nýtslu aftur, eftir at tað er pussað upp. Dysturin verður vístur á TVS rásini hjá Prebeni Elkjær, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast [...] við, at talan verður um sera torføran dyst. Tað ger hann, tí mótstøðumenninir orduliga eru kroystir upp at múrinum. Sunnudagin taptu teir stórt í Herfølge. Tá kyknaði tosið av álvara um, at OB venjarin, [...] rættlag. FCK heitti á Glostrup IF 32 um at útseta steypadystin, sum var ásettur at vera mikukvøldið í hesi vikuni. Tað gjørdu teir, tí teir hildu tað vera ov nógv at spæla mikukvøld og so aftur fríggjakvøld
stongd, hevur verið steindeytt. Sandoyingar ganga púra bedøvaðir, hava onki at gera og fáa onki upp í lag, harmaðist Marius Clementsen oyggjarfelagar sínar á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í vár [...] sandsbygd í fyrradagin, skerst ikki burtur, at so mikið størri var vónbrotið hjá teimum, sum ikki sluppu upp í part. Men ein kona, vit tosaðu við helt, at tey máttu bara bíða og vóna, at boð eisini varð eftir [...] einum vinnuliga steindeyðum plássi. Tað er ikki bara tað, at onki er at gera. Tú fært heldur onki upp í lag. Hóast tú hevur alla verðsins tíð at gera akkurát tað, tær lystir, kemur púra onki burturúr.
Føroyum fekk boðini. Og tá ið ommusystur mín Mathilda Jacobsen úr Kaldbak fór til Danmarkar fyrst í hesi øldini, tók ferðin 20 dagar og kostaði 20 krónur. Eg kom til Danmarkar í gjár, og tók ferðin knappar [...] eg hava fatur á dóttrini í Odense, er bara at ringja og samband er í somu løtu. So verðin er minkað hesi árini, ikki bara minkað, men eisini broytt, umstøðurnar eru betri. Í 1935 gav »Hitt føroyska stud [...] studentar, ið eru komnir til Danmarkar at lesa. Frá 1900 til 1925 eru einans 40 studentar byrjaðir upp á hægri lestur. 1 1/2 um árið. Bara teir namastu unglingarnir við teimum ríkastu foreldrunum høvdu
atfinningarsom rødd, sum tók upp á pallin samfelagsmál, menniskjansligar skeivleikar og veikleikar, sum vóru hildnir upp fyri áskoðarunum. Tað var ikki altíð so væl tikið upp fyrstu árini. Fólk vóru von [...] so væl áleiðis, um ikki ³Gríma3 við sínum stavnhaldi um at menna leiklistina, ikki hevði verið til hesi árini. Nú er tað ikki ókent fyribrigdi, at áhugaleikarar og yrkisleikarar kanska eru ósamdir á máli [...] sum vórðu eins góðar og tær í Norðurlandahúsinum. Eitt stað, har øll kundu arbeitt í friði, og ikki upp á lánta tíð her og har. Tað vendist ikki aftur. Leiklistin - bæði áhuga og yrkisleiklistin hava skapt
Kanada við einum knøppum triðingi ella 30%. Fyrr hevur tað kosta kr. 12,3o um minuttin at ringt til hesi bæði londini, meðan tað eftir 1. oktober fer at kosta kr. 8,65 um minuttin. Eisini til Norðanlondini [...] fer prísurin at lækka tann 1. oktober. Noreg, Svøríki og Finland hava fyrr havt eitt minuttgjald upp á kr. 6,15. Hetta gjald fer nú at lækka við 33%, soleiðis at gjaldið eftir 1. oktober verður kr. 4 [...] yvirtikið, og tann 1. juli kom nýggj fjarskiftislóg í gildi. Samstundis fekk Telefonverkið konsessión upp á hetta samskiftið. Ført hevur áður verið fram, sigur Telefonverkið í tíðindaskrivinum, at føroysk
at taka hesa út-búgving. Tey byrja øll trý í næstu viku. Dundee er einasta pláss í verðini við júst hesi serútbúgvingini. Umframt at lata stipendium til Regin Hammer hevur AMG-bólkurin, sum fevnir um Statoil [...] leiðari í AMG-bólkinum, sigur, at teir hava í umbúnað at játta eini 2-3 stipendiur aftrat í 1998. Hesi verða so lýst leys í føroysku bløðunum. Hann sigur annars, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar [...] men tað hevur eftir okkara tykki eisini stóran týdning, at vælkvalifiseraðir føroyingar kunnu manna hesi týðandi og krevjandi størvini innan eina føroyska oljuumsiting. Fleiri velja Skotland Áhugin millum
13. sep-tember, sum hann nevndi »Føroyskt« og føroyskt. Har harmast um, at orðaskiftið, sum tók seg upp um bókmentir og at skriva bøkur, var dovisligt og ikki umrøddi tað, sum hann nevnir »sensur og einrætting« [...] verður handritið liggjandi, til høvundurin er blivin moyrur, kanska eftir fleiri ár. Dan vónar við hesi grein at traðka onkran á tærnar og provokera til debat. Undirritaði er leiðari á Bókadeild Føroya [...] teljast á einari hond seinasta 10 ára skeiðið. Meir enn 500 bøkur og bløð hevur Bókadeildin givið út hesi árini. Og alla hesa tíðina er ikki eitt tað einasta handrit forða at koma út av málsligum áðum! Tað
í søguna. Eg haldi eisini, at Føroyar vórðu presenteraðar sera vakurt. Filmurin hevjar føroyingar upp, okkara máta at vera uppá, liva uppá og ikki minst ferðast uppá. Løgmaður heldur, at filmurin fer at [...] filmin, so eg ætli mær at síggja hann einaferð aftrat. Mær dámdi annars væl, at Malmros ikki brúkti hesi postkortvøkru bíløtuni men heldur valdi hetta támutta veðurlagið. Filmurin viðger annars almenn m [...] Joensen, sjónleikari: -Filmurin var fantastiska góður. Men vónirnar eru skrúvaðar so ómetaliga nógv upp, so tá tú sær filmin, kann henda, at hann svarar ikki heilt til vónirnar. Men tað, sum kom burtur úr
Fótbóltssambandið tekur undir við øllum hinum europeisku fótbóltssambondunum, sum ætla at stilla svenska UEFA formannin upp til hægsta fótbóltssessin í heiminum: ? Vit stuðla Lennarti Johansson av fullum huga [...] fjórða hvørt ár frá FIFA. Og sviin veit, hvar hann skal fáa allar hesar pengarnar frá. UEFA hevur hesi seinnu árini sjálvt staðið fyri sølu av sjónvarpsrættindum og lýsingum í sambandi við EM, og teir [...] rættindini í sambandi við HM endaspølini til privat feløg, og tað er aftur og aftur komið fyri, at hesi hava vunnið eina rúgvu av pengum. T.d. var yvirskotið eftir HM endaspælið í USA í 1994 ógvuliga stórt
og onkur, sum sat í rullustóli. Ivaleyst mundu hesi fara at royna at verða lekt á møtinum, var hugsanin. Ein av amerikansku forbiðarunum kom at heilsa upp á meg. Hann helt seg kenna meg aftur einastaðni [...] trupuleikar við at síggja tekstin, sum stóð á stóra, teldustýrda skerminum. Somu orðini vórðu tikin upp í saman. Vanliga einar tríggjar ferðir. Tað skifti frá enskari valstakt yvir í svingandi quickstep [...] Eingin ivi er heldur um, at biðið verður av heilum huga og hjarta. Tveir mans vórðu bidnir um at koma upp á pallin at biða fyri fólki, sum ringt ella skrivað høvdu til møtileiðsluna við ynskjum um, at biðið