Nú fer Telefonverkið at lækka prísirnar fyri at ringja til ávís lond við góðum 30%.
Tey, sum hava havt børnini sum skiftisnæmingar í Amerika, vita frá stórari telefonrokning at siga.
Men frá mikudegnum komandi, tann 1. oktober, verða prísirnir lækkaðir til USA og Kanada við einum knøppum triðingi ella 30%. Fyrr hevur tað kosta kr. 12,3o um minuttin at ringt til hesi bæði londini, meðan tað eftir 1. oktober fer at kosta kr. 8,65 um minuttin.
Eisini til Norðanlondini, uttan Danmark, fer prísurin at lækka tann 1. oktober.
Noreg, Svøríki og Finland hava fyrr havt eitt minuttgjald upp á kr. 6,15. Hetta gjald fer nú at lækka við 33%, soleiðis at gjaldið eftir 1. oktober verður kr. 4,10 um minuttin.
Men topskorari á listanum yvir takstlækking er Grønland.
Minuttgjaldið er í løtuni kr. 16,- fyri at ringja til Grønlands. Men tann 1. oktober lækkar hesin takstur við heilum 38%.
Hóast lækkingin er stór, fer tað kortini at kosta kr. 9,85 um minuttin at ringja til Grønlands.
Telefonverk Føroya Løgtings sigur í tíðindaskrivi, at í sumnar varð uttanlandssamskiftið yvirtikið, og tann 1. juli kom nýggj fjarskiftislóg í gildi. Samstundis fekk Telefonverkið konsessión upp á hetta samskiftið.
Ført hevur áður verið fram, sigur Telefonverkið í tíðindaskrivinum, at føroysk yvirtøka skapar betri fortreytir fyri, at eisini føroyingar fáa fyrimun av av teimum príslækkingum á økinum, sum nú henda í altjóða høpi.
Telefonverkið ætlar at fylgja rákinum í londunum kring okkum og fer tí at lækka prísirnar til hesi londini, sum frammanfyri eru nevnd, og sum føroyingar samskifta nógv við.
Arbeitt verður saman við TeleDanmark, sum eigur linjurnar til og úr Føroyum, um at endurskoða takstirnar millum Danmark og Føroyar, sigur Telefonverk Føroya Løgtings í tíðindaskrivinum.
Telefonverkið sigur, at uttanlandstakstirnir, sum galdandi vóru áðrenn takstlækkingina tann 1. okrtober, standa á síðu 11 í Telefonbókini. Um viðskiftafólk ynskja eitt dagført yvirlit, ber til at fáa hetta við at venda sær til Telefonverkið á tlf. 1 14 33.
Hjá teimum, sum eru so framkomin, at tey hava Internet, ber til at finna heimasíðuna hjá Telefonverkinum, sum eitur www.tele.fo og har fáa allar teir upplýsingar, Telefonverkið heldur vera verdar at leggja út á Netið.