Útbúgva seg í Stórabretlandi

Í summar fingu fimm føroyingar prógv við lærda háskúlan í Aberdeen, Robert Gordon University. Hetta eru teir fyrstu , sum útbúgva seg í Skotlandi eftir at samarbeiði tók seg upp millum Fróðskaparsetrið og skotska undirvísingarstovnin fyri nøkrum árum síðani. Eftir eitt ár á Fróðskaparsetrinum hava tey so tikið trý ár í Skotlandi, harav eitt hevur verið praktikkur.

Tey fimm, sum hava fingið prógv á Robert Gordon eru Regin Hammer, Jákup Fjalsbak, Louisa Fjalsbak, Birgir Christiansen og Jógvan Ljósheim. Eftir lokna útbúgving var rættiliga nógv gjørt burtur úr við eitt stórt hátíðarhald í Aberdeen. Fleiri av foreldrunum hjá føroyingunum vóru við til hátíðarhaldið.

Regin Hammer, sum valdi at gera høvuðsuppgávuna um eina komandi føroyska oljuvinnu, her serliga við tilknýti til arbeiðspartin, byrjar l. oktober á lærda háskúlanum í Dundee, har hann í eitt á fer at lesa orkubúskap.

Regin var ein av teimum umleið 35 fólkunum, sum í fjør søkti AMG-oljusamtakið um eitt stipendium, sum varð lýst í føroysku bløðunum. Hann var ein av teimum hepnu. Oljufeløgini rinda allar útreiðslur í sambandi við hesa eitt ára útbúgving.

Regin Hammer er saman við tveimum øðrum føroyingum, ið hava lisið cand. merc. í Danmark, fyrsti føroyingurin at taka hesa út-búgving. Tey byrja øll trý í næstu viku. Dundee er einasta pláss í verðini við júst hesi serútbúgvingini.

Umframt at lata stipendium til Regin Hammer hevur AMG-bólkurin, sum fevnir um Statoil, Mobil og Enterprice, eisini latið nøkrum øðrum føroyingum stipendium.

Fríbjørg Biskupstøð, sum hevur lisið jarðfrøði í Danmark, hevur fingið eitt ára langt stipendium at lesa á Royal Hollyway College í London, har hon skal serútbúgva seg innan sedimentløg. Hetta er so eisini relaterað til oljuvinnuna. Hon byrjaði har 15. september. Bæði Regin og Fríbjørg hava í summar arbeitt hjá oljufelagnum Enterprice í London, Regin á búskapardeildini og Fríbjørg á jarðfrøði- og processdeildini.

AMG-bólkurin hevur eisini latið stipendum til føroyskar verkfrøðingar, ið vilja útbúgva seg víðari eitt nú innan oljuverkfrøði. Tveir teirra hava verið á lærda háskúlanum í Stavanger.


Stóran týdning fyri allar partar

Halvor Snarvold, samskipanarleiðari í AMG-bólkinum, sigur, at teir hava í umbúnað at játta eini 2-3 stipendiur aftrat í 1998. Hesi verða so lýst leys í føroysku bløðunum.

Hann sigur annars, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar og fyri oljuvinnuna sum heild, at føroyingar útbúgva seg til eina røð av størvum í eini komandi oljuvinnu, og her oljuverkfrøðingur og orkubúskaparfrøðingar av stórum týdningi.

-Tað er als eingin treyt fyri at fáa stipendium, at fólkini arbeiða víðari fyri okkum. Í tann mun tað er gjørligt vilja vit bjóða teimum størv, eitt nú í sambandi við leiting á føroyskum øki, men tað hevur eftir okkara tykki eisini stóran týdning, at vælkvalifiseraðir føroyingar kunnu manna hesi týðandi og krevjandi størvini innan eina føroyska oljuumsiting.


Fleiri velja Skotland

Áhugin millum føroyingar at fara til Stórabretland at fáa sær útbúgving tykist vaksa. Í løtuni eru tey umleið fimm, sum útbúgva seg í Aberdeen sum partur av tí samararbeiði, ið tók seg upp millum Fróðskaparsetrið og Robert Gordon og eisini Aberdeen University fyri nøkrum árum síðani. Eitt nú eru fleiri føroyingar, ið útbúgva seg innan verkfrøði á Aberdeen University.

Tað eru sjálvandi bæði fyrimunir og vansar við at leita til Bretlands at lesa heldur enn at fara til Danmarkar. Fyrimunirnir eru so teir, at tú fær lært enskt sum gerandismál og tey, sum leita til útbúgvingar, sum hava tilknýti til eina oljuvinnu, fáa kanska mest burtur úr í nettup Stórabretlandi - um tey ikki velja at fara til Noregs.

Men ein vansi, sum hevur verið lutvíst loystur, eru tær stóru útreiðslurnar, ið eru knýttar at lestri í t.d. Aberdeen. Av tí at Føroyar ikki eru í ES og heldur ikki hava eina skipan við ES á útbúgvingarøkinum, mugu næmingarnir gjalda tað mesta sjálvir. Og tað kann verða sera dýrt.

Tey fyrstu fimm, sum fóru til Aberdeen fyri trimum árum síðani, hava tó verið so mikið heppin at fáa stuðul frá teimum báðum oljufeløgunum, Shell og BP.

Jógvan Mørkøre, sum hevur havt nógv at gera við samstarvið millum Fróðskaparsetrið og lærdu háskúlarnir í Aberdeen, fegnast um, at tey fyrstu hava tikið prógv og ynskir teimum hjartaliga tillukku. Hann vónar, at møguleikin førførføroyskum lesandi í Skotlandi og Onglandi verður enn betri í framtíðini, hóast tað eru fleiri trupulleikar at fáa bilbukt við.

-Vit fara nú av evaluera alt hetta samarbeiðið og vita, hvussu vit skulu bera okkum at í framtíðini.