hvussu heldur tú nýggjár? - Nýggjársaftan var eg til arbeiðis ein part av degnum. Síðan gekk leiðin heim til Rituvíkar, har ræst kjøt varð koyrt í pottin, sum siður er. Eftir tað er tað hugni til út á náttina [...] stóra fysiskt. Eg eri bara til og reflekteri yvir árið, sum júst er farið. Kanska fái eg onkran tanka ella okkurt hugskot um okkurt, eg kann broyta ella gera øðrvísi í 2022. Hvat var tað besta, sum hendi [...] koma í tankar um í eini handavend. Tá familjan hevur tað gott, soleiðis sum eg haldi, at tey øll høvdu tað í 2021 - ja, so havi eg tað eisini gott. Og hvat var tað keðiligasta? - Haldi ikki, at nakað serstakt
fer tú til Spanien er lítil ivi um, at tær eydnast at fáa fatur á hesi vøruni á fleiri støðum. Tú setur teg væl til rættis á matstovuni, og setur tennirnar í henda vælsmakkandi saltfiskin. Men tú hugsar [...] um, hvagani hann er, ella hvørjar hendur hava drigið henda fiskin úr sjónum og síðani hava arbeitt hann til saltfisk. Ert tú heppin og fert inn á eina ávísa matstovu í Madrid kanst tú fáa føroyskt framleiddan [...] saltfiski. Væl lá fyri at fáa rávøruna til virkið, tí uppboðssøla var tá komin til Vágs, og hagani kundi hann lættliga fáa hendur á rávøruni. Byrjað var í smáum, bæði hvat nøgdum og arbeiðsfólki viðvíkti, men
skapum. - Mær dámar so væl steinar, tí tú kanst brúka teir til so nógv. Líka sum við orðum. Tú velur sjálvur, um tú vilt drepa ella oyðileggja við teimum ella brúka teir til at skapa okkurt nýtt. Og so eru teir [...] tingini skeivt. So leggur tú merki til orðini uppá ein nýggjan máta. Og so er tað eisini mátin, tey spyrja uppá, sum tvingar teg til at hugsa um allan heimin av nýggjum, um tú skalt geva eitt erligt svar [...] smakk av listaverkinum - Ella kongsbommunum, eitur tað nokk. Kongabomm? Kongsbomm? Hvat man vera tað rætta?, spyr hann og tyggir orðini eitt sindur. Sjálvt um Tóroddur Poulsen hevur bygt hetta listaverkið
saman. Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum? - Eg hevði søkt eftir einum - helst trivaligum - húsavørði skjótast tilber og skaffa fleiri parkeringspláss. Hevur tú nakra [...] Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Útvarpinum, og hvat dámar tær hetta arbeiði? - Eg byrjaði vist nokk í ÚF í 1999 við sendingini "Løg mær dámar". Eftir hetta vant tað upp á seg. Eitt nú bleiv eg m.a "h [...] Vatnhamar & Koba. Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum? - Ja, eg haldi, at tað er broytt ómetaliga nógv, serliga til tað betra. Í dag er alt digitalt, og tað má nokk vera
Føroyum. Hann hevði tí ringt til løgregluna fyri at vita, hvat kundi gerast, men har var eingin hjálp at heinta, sigur hann. Trýst HER og les hvat leiðarin í Tórshøll hevur at siga um málið [...] Eg spurdi hann, um hann meinti hatta í álvara, men hann svaraði, at "um hatta er tað, sum tú heldur, so skalt tú út". Eg vildi sjálvandi ikki fara út fyri at hava eina politiska meining. Finnur sigur, at [...] at hann varð koyrdur á dyr fyri at hava ta meining, at samkynd skulu sleppa at ættleiða. Finnur hevur gjørt vart við hendingina á Facebook, og rættiliga stórt kjak er staðist burtur úr í viðmerkjarateiginum
viðgongd og mótgongd. Tað er fáur ella eingin, sum søkir sjógvin og vinnulívið annars, ið bara hevur havt viðgongd. Ungur til skips Longu sum 11 ára gamal fór Mortan fyrstu ferð til skips. Hetta var ein saltfiskatúrur [...] Annar var at fáa annan kjans í Føroyum – ella at fara yvir aftur til Grønlands. Hetta var um tað mundið, tá Jákup í Lopra bygdi polarborgirnar, og Mortan ringdi til hansara og spurdi um kjans. - Jú, Jákup [...] kemur í millum partarnar á Tvøroyri. Hetta førdi til, at Sonni trekti seg fyrst til bakar – og síðan eg sjálvur. Eg var ógvuliga keddur um hetta, tí tað hevur gingið so óføra væl hjá báðum skipunum. Mortan
bussinum. Seinni í ár fert tú til Suðurafrika at kappast. Hvat væntar tú tær av teirri ferðini? - Tað er fyrstu ferð, at eg sleppi til eitt afrikanskt land, so eg eri sera spent til ferðina. Eg havi verið [...] Tað verður bara spennandi at sleppa at royna tað. Upplivir tú nakað annað enn ítrótt, tá tú ert til svimjikappingar uttanlands? - Tá ið eg eri til kappingar, so er tíðin ofta so avmarkað, at eg eri bara í [...] ið eg eri á venjingarlegu, tí tá plaga vit at seta ein hálvan dag av til at royna okkurt, fara í býin ella hyggja okkum um. Tú hevur júst verið í Sheffield í Onglandi og kappast. Hvussu var tann býurin
er hon ið fyrst rennur yvir til hansara. - Åh, góðasti hjá ommuni. Sum omma er fegin um at síggja teg aftur. Hann fær ein stóran og langan muss frá ommuni. - Hvat hevur tú verið, góði? - Eg veri í stóra [...] in ella høvuðsferðafólkið í teirra eygum: Ein lítil og smílandi smádrongur, - púra ómerktur av øllum hurlivasanum hesar seinastu 14 tímarnar. Í hondini hevur hann tvær stórar bamsur, sum hann hevur fingið [...] aftur, tí hetta hevur verið ein ótrúliga spennandi nátt. Men nei. Foreldrini vilja hava hann við sær aftur og til húsa. Har bíðar honum tær kendu umstøðurnar og tann kæra apan, sum hann hevur havt sum leiku
babba, at luftrørið føldist so smalt at anda ígjøgnum, greiðir Joan frá. Eingin visti, hvat orsøkin var til hetta ella hvat hetta var. Hon tók nakrar panodil fyri at linna pínuna, men hetta hjálpti einki. Ein [...] Hetta var ikki nøkur serliga góð uppliving til ein føðingardag, tí tú kanst ætla, at vit øll gjørdust sera kløkk, greiðir Joan frá. Í døgunum frá 11. mars til 27. apríl hevði hon 21 anføll, ofta fleiri [...] soleiðis til: “Far í song við tær. Eg orki simpelthen ikki at hava teg uppi longur!” Ræðandi Eftir herviligu upplivingina í føðingardegnum gingu tvær vikur til næsta anfallið. Tá hevði hon verið til kanning
undantøk til eldru leikararnar, tá tað kemur til at drekka, so sum eina ella tvær ferðir um árið. Bert 16 ára gamlir sleppa teir heldur ikki at drekka. - Hooliganisma drepur fótbóltin Hvat heldur tú um enskan [...] yvirhøvur ikki hevur áhugað fyri fótbólti, eri eg í dag yrkisleikari hjá Chelsea og nýti sera nógva tíð til fótbólt. Vit venja tvær ferðir um dagin, og síðani spæla vit dyst hvønn leygardag. Hevur tú skrivað [...] um tað eydnast tær at koma langt sum fótbóltsleikari, gerst tú ríkur, kendur o.s.fr. Men hinvegin hevur tú lítið av frítíð, samstundis sum tú ert sera bundin av fótbóltinum. Skal ein spæla á hesum støði