sum miðvallarin Kristian Andreasen fluktaði úr 20 metrum, og sami maður økti til 2-0, tá hann sneiddi fleiri av í brotsteiginum, vendi út frá aftur og sendi í málið. Undan hvíldini minkaði Carl H. Høgnesen [...] vitjan av KÍ, og um NSÍ ikki megnaði meiri enn javnleik, og B36 samstundis vann ímóti KÍ, so hevði B36 vunnið FM heitið. Men tað gekk ikki eftir vild hjá B36. NSÍ vann 3-1 í Fuglafirði, og KÍ vann 4-2 í [...] (klaksvíkingarnir hildu, at fríspark varð gjørt ímóti málverjanum) og nakrar ferðir aftur og fram minkaði verjuspælarin Dánjal á Neystabø um munin, og so var spennandi eina løtu. B36 hevði bóltin nógv, men teir
arbeiddi hann einsamallur heima við hús og hevði agentur fyri enskt tubbak og kolonialvørur. Seinni komu aðrir uppií virkið, sum eisini seldi fisk og ullvørur, og í 1929 flutti heilslan oman á Bryggjubakka [...] 10.000 krónum í partapeningini, og heilsølan misti nógvan pening. Lært nakað Og so kom kreppan. Tað merktist beinanvegin, men mat skulu øll hava, hvussu víkti og vendi, og heilsølan kom tí væl ígjøgnum rakárini [...] heilsølunum at liggja inni við ávísari vørunøgd, og uppgevast skuldi, hvat var á goymslu. Felagið átti skip, leigaði skip og hevði skip saman við øðrum og gjørdi tey út. Tey skipini bjargaðu mongum manni
skal spæla ímóti Slovakia, og føroyingar skulu niður til Spania. Støðan í bólkinum er, at Spania hevur 23 stig, Jugoslavia hevur 20 stig, Slovakia 16, Kekkia 13, Føroyar 6 og Malta hevur einki stig fingið [...] Kanska er tað líka mikið fyri Føroyar og føroyingar, men tað kann eisini vera, at tað fer at merkjast. Hvussu tað verður við hesum og ikki fæst at vita um tvær vikur, men nú er tað ein sannroynd, at s [...] korter, men í næsta minuttinum skoraði Guillermo Amor úr Barcelona, og so var liðugt. Malta hevur verið aftanfyri Føroyar alla tíðina, og tað eru teir framvegis. Men mikukvøldið vóru maltesarar so tætt við
Jensa Sirdal og Julianna Høgnesen úr KÍ, Maria Vang, Jenny Lamhauge og Arnbjørg Danielsen úr B36, Eyðvør Thomsen, Liljan á Fløtum Jespersen og Teresa Johnsson úr HB, Eyðfríð Kristiansen og Lydia Vesturtún [...] Andreasen og Oddvá Olsen úr B68, Rannvá Augustinussen og Halldóra Joensen úr VB, Elisabeth Høgnesen úr LÍF og Kristbjørg Isaksen úr GÍ. Komandi vikurnar fer liðið at venja fleiri ferðir um vikuna og í vik [...] vikuskiftinum vera venjingar og dystir. 13. oktober fer U18 liðið avstað til Noregs, har tað skal spæla tveir dystir. 15. oktober er tað móti Noregi og 17. móti Ungarn. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður
garnir høvdu vunnið gull, og í dag kunnu vit ynskja NSÍ-dreingjunum tillukku við FM-heitinum. Teir vóru fyrrakvøldið í Gundadali, har teir vunnu 2-0 á B36. Ljósið fór, tá 20 minuttir restaðu, men liðið
Grindin varð býtt millum grindamenninar, sum vóru 1340 í tali, og parturin var eitt hálvt skinn. Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka, men komin inn um molan gekk tað skjótt. Tað allarmesta [...] kortini eftir, sum altíð er. Sjálvt drápið, sum so, tók bara 10 minuttir. Tá var næstan alt deytt. Og eftir 20 -25 minuttum, vóru eisini teir hvalir, sum ikki fóru á land beinanvegin, deyðir. Nú sandurin er [...] leggja dag burtur í millum til at taka upp,« sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Og fyrstu fráboðanirnar í útvarpi og sjónvarpi søgdu tað. Men so vóru onkrir formenn, sigur Leivur Hansen, sum hildu, at
Johannesen stovnað fiskasøluna Farex og teir fara at selja fiskin hjá Sandoy Seafood. 90 fólk og 5.000 tons Á flakavirkinum í Skopun er ætlanin at arbeiða feskt og fryst og at lættsalta fisk at frysta. Hendan [...] flaktan fisk og uppsaging. Sandoy Seafood hevur nevniliga keypt uppsagingarvirkið, Pesca Faroe, sum Rói Egholm í Havn átti, og tað seta tey á Sandi sær stórar vónir til. Hinvegin Rói Egholm, og Kaj Leo Johannesen [...] stillar í fýra ár, og fólkið hevði ikki rættiliga funnið stevið í fyrstuni. Men hatta eru bara smáttarí, og tað fer alt at laga seg, segði hann. Góður fiskur Báði virkisleiðslan og báð-ir fiskasølumenninir
hesi øldini, tók ferðin 20 dagar og kostaði 20 krónur. Eg kom til Danmarkar í gjár, og tók ferðin knappar 2 tímar. Og vil eg hava fatur á dóttrini í Odense, er bara at ringja og samband er í somu løtu. [...] brúk fyri teimum, og ongi útlit vóru fyri eini útbúgving. Nú er øðrvísi. Hóast kreppu heima á landi, so hava samfelag og foreldur ráð og møguleika at geva sínum ungu eina miðnámsútbúgving og møguleikan at [...] undirvísingarskipan og sosiallóggávu. Í landinum, sum fostraði Ludvig Holberg, Søren Kirkegaard, H. C. Andersen og gamla Grundtvig. Minnist til, at tað var her, at tjóðskaparkenslan og tjóðskaparyrkingin
Rosa á Rógvu og EyðunJohannesen Minsta kravið átti at verið, at t.d. høvuðsstaðurin bjóðaði yrkisleikarum - og ikki bert ³Grímu3 eitt sjónleikarhús og umstøður at arbeiða, sum vórðu eins góðar og tær í No [...] Norðurlandahúsinum. Eitt stað, har øll kundu arbeitt í friði, og ikki upp á lánta tíð her og har. Tað vendist ikki aftur. Leiklistin - bæði áhuga og yrkisleiklistin hava skapt grundarlagið, nú noyðast mynd [...] menniskjansligar skeivleikar og veikleikar, sum vóru hildnir upp fyri áskoðarunum. Tað var ikki altíð so væl tikið upp fyrstu árini. Fólk vóru von við at fara til sjónleikir at flenna og hava tað stuttligt. Í
tann, at virkið vendir sær til ávísingina og fær í trúnaði ein lista við fólkum, sum kunnu biðjast til arbeiðis. Virkið velur so út og boðar ávísingini frá, og tey fólkini skulu so ringja til virkið. Rógvi [...] Av hesum 40 ringdu 20-25, men 12-13 av teimum kundu av ymsum orsøkum ikki koma. Úrslitið var, at átta av teimum 40 komu á virkið. Í einum øðrum føri komu fýra av 20, t.v.s. aftur 20%. Rógvi hevði sjálvur [...] vera í skeivari skipan. - ALS-listarnir eru ikki eftirfarandi, og dagar eiga at verða tiknir ímillum, hvørji fólk skulu standa á listanum, og hvørji ikki, segði Rógvi Reinert, sum helt tað hevði verið uppaftur