Fimti hvør er tøkur

Rógvi Reinert, er leiðari á virkinum í Vestmanna hjá Føroya Fiskavirking, har 80-100 fólk arbeiða, og arbeiðið hevur verið rímiliga støðugt.

Rógvi hevði gjørt sær tann ómak undan fundinum at tosa við formenn og virkisleiðarar á øllum virkjunum hjá Fiskairking fyri at kunna geva eina lýsing av royndunum hjá virkjunum við at fáa fólk gjøgnum arbeiðsávísingina hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Tá einum virki vantar fólk, er mannagonin tann, at virkið vendir sær til ávísingina og fær í trúnaði ein lista við fólkum, sum kunnu biðjast til arbeiðis. Virkið velur so út og boðar ávísingini frá, og tey fólkini skulu so ringja til virkið.

Rógvi visti frá einum formanni, at hann hevði valt 40 fólk av einum lista. Av hesum 40 ringdu 20-25, men 12-13 av teimum kundu av ymsum orsøkum ikki koma. Úrslitið var, at átta av teimum 40 komu á virkið.

Í einum øðrum føri komu fýra av 20, t.v.s. aftur 20%.

Rógvi hevði sjálvur dømi um, at virkið hansara hevði fingið ein arbeiðsleysan persón, men tveir mánaðir seinni segði hesin upp. Næstu ferð virki bað um lista yvir tøk fólk, stóð sami persónur aftur á listanum sum arbeiðsleysur. Tað kann ikki vera rætt sgeði Rógvi, sum sjálvur hevði tosað við ALS um henda trupulleikar.

- Onkuntíð eru tað einsamallar mammur, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí kommunan hevur ikki barnaansingartilboð. Vit eru ikki so harðhjartað, at vit melda slík dømi, so henda mamman verður sett í karantenu. Men hetta er dømi um, at fólk eru í skeivari skipan. Tey eiga tá ikki at vera í ALS, segði Rógvi, sum eisini hevði dømi um konu, sum ikki kundi átaka sær arbeiði, tí hon noyddist at vera heima hjá síni gomlu mammu, av tí at eingin annar var at taka sær av henni. Aftur eitt dømi um at vera í skeivari skipan.

- ALS-listarnir eru ikki eftirfarandi, og dagar eiga at verða tiknir ímillum, hvørji fólk skulu standa á listanum, og hvørji ikki, segði Rógvi Reinert, sum helt tað hevði verið uppaftur torførari at fylgt reglunum hjá lokalum arbeiðsávísum, har øll kenna øll.