U18 kvinnulandsliðið í fótbólti er nú farið undir seinasta partin av fyrireikingunum til EM-kappingina, sum liðið skal til í næsta mánaði.
Og við í hesum fyrireikingunum verða bert teir 18 spælararnir, sum skulu við á ferðina til Noregs.
Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur sett nøvn á teir 18 spælararnir, sum hann skal brúka til EM-kappingina.
Teir eru: Rannvá Andreasen, Ragna Andreasen, Jensa Sirdal og Julianna Høgnesen úr KÍ, Maria Vang, Jenny Lamhauge og Arnbjørg Danielsen úr B36, Eyðvør Thomsen, Liljan á Fløtum Jespersen og Teresa Johnsson úr HB, Eyðfríð Kristiansen og Lydia Vesturtún úr EB, Frida Andreasen og Oddvá Olsen úr B68, Rannvá Augustinussen og Halldóra Joensen úr VB, Elisabeth Høgnesen úr LÍF og Kristbjørg Isaksen úr GÍ.
Komandi vikurnar fer liðið at venja fleiri ferðir um vikuna og í vikuskiftinum vera venjingar og dystir.
13. oktober fer U18 liðið avstað til Noregs, har tað skal spæla tveir dystir. 15. oktober er tað móti Noregi og 17. móti Ungarn.
Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri EM-kapping fyri U18 lið. Áður hevur verið spælt í U16 og U20.