verður hildið uttan ákærda Tá rættarmálið skuldi byrja mánamorgunin, var eingin ákærdi møttur. Tá var forkláringin hon, at maðurin var í Danmark, men skuldi koma við flogfarinum mánadagin. Hann hevði havt [...] at tað var eingin áhugi at koma heim til rættarmálið. Ríkisadvokaturin gav so loyvi til, at rættarmálið kundi haldast, hóast ákærdi ikki var til staðar. - Hetta er heilt óvanligt, og eg havi ikki verið [...] verið úti fyri tí fyrr, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Talan er um eitt rættiliga umfatandi mál, ið telur seks ákærur, ið fevna um alt frá vápnasmugling umvegis upptøkur av ljóði og myndum í Piddamálinum til
Fríggjadagin hin 28. mai var árliga mentanarnáttin hildin á Tvøroyri. Síðan 2011 er mentanarnáttin vorðin fyriskipað, og hon er bert vaksin ár undan ári til tað stóra tiltak, hon er í dag. - Heilt fram til [...] at hóast tað var nakað kølið henda dagin, spældi veðrið kortini við, og tað eydnaðist at koma gjøgnum dagin uttan regn og vind. - Býurin var á tremur við fólki, og fólkamongdirnar stóðu ikki nógv aftan fyri [...] til mikudagin hin 26. mai var tó ivi um, hvørt vit fóru at vera noydd at avlýsa vegna koronu-støðuna í landinum. Men, við góðum og opnum samskifti við landslæknan, Lars Fodgaard Møller og yvirlæknan á
gjørt. Talan er jú ikki bert um skriviarbeiði, men eisini um myndatøku, umbróting og prenting. Hetta vildu næmingarnir umframt tað ástøðiliga seta seg inn í, hóast størsti áhugin var fyri tí ástøðiliga [...] metast at vera tíðindi. Hann segði, at hetta er galdandi, líkamikið um talan er um ein bát, ið avreiðir í Hvannasundi ella talan er um eina nýggja løgtingslóg. Tó segði hann, at munur er á stórum forsí [...] ein uppgáva skal skrivast um tað, ið næmingarnir hava lært um fjølmiðlarnar í Føroyum. Á ferðini í Havn vitjaðu næmingarnir Útvarp Føroya, Dimmalætting og Sosialin. Ætlanin var eisini at vitja hjá SVF,
beinanvegin. Øll onnur fáa tilboð um at verða kannað fyri eitt lítið egingjald. - Hetta var tað besta, sum kundi henda, sigur Ulrike Steuerwald, barnalækni, við Sosialin. Tað var hon, sum upprunaliga fann sambandið [...] morgin, sigur hon við Sosialin, og vísir á, at hóast talan ikki er um so nógv fólk, hevur tað stóran sálarligan týdning fyri tey, sum eru bangin. - Tí er tað eisini í lagi, at tey, sum ikki eru í vandabólki [...] Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum frá, at Landsstýrið á fundi um morgunin hevði gjørt av, at allir føroyingar eiga at fáa tilboð um at verða kannaðir fyri arvaligu dreparasjúkuna CTD, áðrenn tvær vikur
eisini tey, sum kanska ikki hugsa so nógv um javnstøðuspurningin annars, sigur Kristianna Winther Poulsen. Hanne-Vibeke Holst luttekur javnan í almenna kjakinum í Danmark og aftar seg ikki við at kalla seg sjálva [...] ng". Eisini á Altjóða Kvinnudegnum fyrradagin var hon at hoyra, tá dagblaðið Politiken skipaði fyri kjakfundi. Á fundinum segði Holst millum annað, at hon helt tað vera tankavekjandi at hoyra, at flestu [...] ein ungur, nýggjur kvinnuligur politikari kanska ikki. Hon er álitisfull og vísir alt klædnaskápið og familjuna fram. Afturfyri er tað eisini tað, hon seinni verður feld uppá, staðfesti Hanne-Vibeke Holst
tí skuldi hon fingið sjálvt blaðið, høvdu tíðindini verið gomul. Og hesum er mamman, Ebba Vágheim, samd við henni í. Hon er nú komin inn í stovuna við kaffi. - Sambandið er ikki, sum tá tú var og fjakkaði [...] fjakkaði, minnir hon Sigrun á. Og so sigur Sigrun frá um fjakkaraferðina í Nepal, India, Kina, Russlandi, Hong Kong og aðrastaðni. Tá hon einaferð skuldi senda eitt bræv heim, var posthúsið tikið niður. Tað [...] vegleiðing í ein tíma um vikuna. Minst ein uppgáva er um vikuna, og er henda uppá 2000 orð. Tey lesandi eru knýtt at skúlanum í 3 ferðirnar 8 vikur árliga. - Tá er sera nógv arbeiði. Ikki øll klára alt hesar
kommunu. Hon leggur afturat, at tey eru ónøgd, tí tað ikki verður lurtað eftir starvsfólkunum á stovnunum og leggur dent á, at foreldrini, ið hava undirskrivað áheitanina ikki gera greitt, um tey eru fyri [...] stovnum er talan um ansingartilboð, tí pengar, tíð og pláss eru ikki til námsfrøðina, stendur í skrivinum. Foreldrini krevja eisini betur umstøður til børnini, og tey heita á Tórshavnar kommunu um at lurta eftir [...] ið kommunan hevur tikið um eindarleiðslu á dagstovnaøkinum. – Men vit eru samd í, at tímarnir mangla á gólvinum. Tað var kjarnan í tí, sum varð sagt á fundinum í gjár, sigur hon við in.fo. – Tað tykist
ganga á Ídnaðarakademinum í Moskva. Hetta var um tað mundið, hungursneyðin herjaði í Ukraina og Hvítarusslandi. Nadja var forfard, tá ið hon frætti um neyðina. Hon var væl við Nikolaj Bukharin og tók undir [...] sjálvstøðugt um ávís prinsipiell mál. Tann stóri spurningurin ? um, hvussu landbúnaðurin skuldi skipast ? var ikki loystur enn. Fyri at skilja tað, sum nú hendi, eiga vit at minnast, at Stalin var ikki nakar [...] bæði Mussolini og brøðurnir Strasser vóru gamlir sosialistar, var skjótt semja um, at talan var um eina høgrarørslu. Nógv orðaskifti var um, hvørt hetta rák hevði framtíðina fyri sær. Fyri ta kommunistisku
sostatt var tað ævintýrið av ongum. Gekk upp á stás Danska kappingin var júst farin í gongd um hetta mundi, og tí var kanska væntandi, at tað fór at taka eitt sindur av tíð, áðrenn nýggi leikarin var komin [...] nakran hátt er gjørligt. Hugsar ikki um stigatalvuna Spurdur, um tað hevði nakra ávirkan, at AGF í løtuni er finna dekan og niðarliga á stigatalvuni. Um tað kanska var soleiðis, at hann kanska hevði væntað [...] vónbrot svarar Óli, at tað hevur tað ikki. - Eg hevði slettis ikki væntað at fingið nakran sum helst møguleika fyrsta hálva árið, so í byrjanini var eg bara glaður um, at tað gekst somikið væl. Hinvegin
verður við, at Maxime Carr verður latin leys um stutta tíð. Hon er longu sloppin úr fongslinum, men er í húsavarðhaldi í London. Tað er ikki alment kent, hvar hon býr, og bretsku fjølmiðlarnir rokna við, at [...] segði, at Maxime Carr hevði ikki verið uppi í sjálvum morðunum, men hon bleiv dømd fyri at hava seinkað kanningararbeiðinum hjá løgregluni. Undir rættarmálinum bleiv avdúkað, at hon hevði logið fyri løgregluni [...] at einki er hent. Nú hevur stjórnin í Washington kortini gjørt av at kanna skuldsetingarnar. Hon skal ikki til Avstralia Seinastu dagarnar hava bretsk bløð skrivað, at Maxime Carr, sum varð dømd í sambandi