Kvinnur, politikkur og vald verða á breddanum, tá kendi danski rithøvundurin Hanne-Vibeke Holst kemur til Føroyar at halda fyrilestur í mei mánað.
Tað eru Javnstøðunevndin og Demokratia, sum hava boðið Hanne-Vibeke Holst hendavegin at halda fyrilestur við støði í hennara bókum Kronprinsessen, Kongemordet og Dronningeofret, har gjøgnumgangandi temaið er kvinnur, politikkur og javnstøða.
- Hesar bøkurnar viðgera í fleiri mátar somu spurningar, sum Javnstøðunevndin og Demokratia arbeiða við. Tí hildu vit tað vera rættiliga hóskandi at bjóða júst Hanne-Vibeke Holst til Føroyar at tosa um hesi evni, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.
Røkkur langt
Hanne-Vibeke Holst hevur vunnið hópin av prísum fyri sínar bøkur, og er hon ein av best umtóktu rithøvundunum í Danmark í løtuni. Forkvinnan í Javnstøðunevndini dylur heldur ikki yvir, at hetta eisini hevur havt týdning fyri, at tað júst bleiv Holst, sum fekk innbjóðingina at koma til Føroyar.
- At hon hevur ein so stóran lesaraskara ger jú, at hennara boðskapur røkkur út til sera ymisk fólk - eisini tey, sum kanska ikki hugsa so nógv um javnstøðuspurningin annars, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hanne-Vibeke Holst luttekur javnan í almenna kjakinum í Danmark og aftar seg ikki við at kalla seg sjálva eina "javnstøðukelling". Eisini á Altjóða Kvinnudegnum fyrradagin var hon at hoyra, tá dagblaðið Politiken skipaði fyri kjakfundi. Á fundinum segði Holst millum annað, at hon helt tað vera tankavekjandi at hoyra, at flestu kvinnuligu politikarar kenna seg sjálvar aftur í bókunum Kronprinsessen, Kongemordet og Dronningemordet.
- Tað, eg havi roynt at lýsa í hesum tríverkinum, er, hvussu valdið svarar kvinnum aftur: Hava kvinnur tað serliga trupult í politikki ella hava tær lættari við at vekja uppmerksemi. Megna tær at dribla seg undan mannfólkaræðinum, sum tær fara inn í og fáa at ridla?, spurdi Holst, sambært Politiken.
Miðlarnir taka kvinnukroppin
Hon legði afturat, at tað, sum miðlarnir gera við kvinnuligar politikarar, í fyrstu atløgu ofta er ein fyrimunur fyri tær. Til javnvágin koppar.
- Miðlarnir halda, at teir kunnu fáa alla kvinnuna. Teir fáa hennara høvd, men teir fáa eisini hennara kropp. Teir gera innrás í hana. Alt tað veit ein ungur, nýggjur kvinnuligur politikari kanska ikki. Hon er álitisfull og vísir alt klædnaskápið og familjuna fram. Afturfyri er tað eisini tað, hon seinni verður feld uppá, staðfesti Hanne-Vibeke Holst.
Sambært Holst er tað framvegis soleiðis, at menn, sum hava vald, hugtaka, meðan kvinnur, sum hava vald, provokera. Tí gjalda kvinnur við valdi eisini ein stóran prís. Harvið er ikki sagt, at kvinnur ikki skulu átaka sær vald. Tær hava skyldu til at gera tað, sigur Holst, hóast hon ásannar, at júst hørðu treytirnar ræða kvinnur frá at taka valdið.
- Tað liggur nakað av harðleika í valdinum, og eg vildi fegin kunna sagt, at kvinnur kunnu umdefinera valdið og gera tað minni harðrent. Tað eri eg ikki vís í, at vit kunnu, men eg eri framvegis í ferð við at kanna tað, segði danski rithøvundurin.
Vitjanin hjá Hanne-Vibeke Holst er eitt av mongum tiltøkum, sum verða á skránni, í sambandi við at Javnstøðunevndin fyllir 15 ár í ár.










