Fríggjadagin hin 28. mai var árliga mentanarnáttin hildin á Tvøroyri. Síðan 2011 er mentanarnáttin vorðin fyriskipað, og hon er bert vaksin ár undan ári til tað stóra tiltak, hon er í dag.
- Heilt fram til mikudagin hin 26. mai var tó ivi um, hvørt vit fóru at vera noydd at avlýsa vegna koronu-støðuna í landinum. Men, við góðum og opnum samskifti við landslæknan, Lars Fodgaard Møller og yvirlæknan á koronu-ráðgevingini, Pál Weihe, eydnaðist tað okkum at gjøgnumføra tiltakið við nøkrum tillagingum.
Soleiðis greiða tey frá í Tvøroyrar kommunu í dag. Tey siga, at hóast tað var nakað kølið henda dagin, spældi veðrið kortini við, og tað eydnaðist at koma gjøgnum dagin uttan regn og vind.
- Býurin var á tremur við fólki, og fólkamongdirnar stóðu ikki nógv aftan fyri tær, vit vanliga síggja á siðbundnu jóansøkuni. Fólk gingu millum tónleikatiltøk, barnatiltøk, opin hús, siglingartúrar og fyrilestrar.
Víst verður á, at eitt tiltak sum mentanarnátt við so nógvum ymiskum at fara til, krevur drúgva fyrireiking, um tingini skulu ganga upp í eina hægri eind, og her mugu nógv lyfta í felag, um tað skal eydnast at skapa eina áhugaverda skrá.
- Enn einaferð sást, at mentanarnáttin hevur vunnið sítt fasta pláss á Tvøroyri, tí líkamikið hvønn vit vendu okkum til í fyrireikingararbeiðnum, var vælvildin stór, siga tey í Tvøroyrar kommunu, ið takka øllum, sum á ymiskan hátt vóru við til at skapa tiltakið.
##med2##












