Flýddi undan rættargongdini

Helst fyri at fáa málið útsett enn einaferð flýddi ein maður av landinum, nú rættarmálið verður hildið uttan ákærda.

Helst fyri at fáa málið útsett enn einaferð flýddi ein maður av landinum, nú rættarmálið verður hildið uttan ákærda

 

Tá rættarmálið skuldi byrja mánamorgunin, var eingin ákærdi møttur. Tá var forkláringin hon, at maðurin var í Danmark, men skuldi koma við flogfarinum mánadagin. Hann hevði havt trupulleikar við bilinum.

 

Síðani vísti tað seg soleiðis, at tað var eingin áhugi at koma heim til rættarmálið.

 

Ríkisadvokaturin gav so loyvi til, at rættarmálið kundi haldast, hóast ákærdi ikki var til staðar.

 

- Hetta er heilt óvanligt, og eg havi ikki verið úti fyri tí fyrr, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

 

Talan er um eitt rættiliga umfatandi mál, ið telur seks ákærur, ið fevna um alt frá vápnasmugling umvegis upptøkur av ljóði og myndum í Piddamálinum til at tosa í fartelefon, meðan viðkomandi koyrdi í bili.

 

Rættarmálið hevur vart frá mánadegnum til í gjárskvøldið.