fyri ein prís, sum bert er ein lítil partur av tí, sum teir kunna fáa aðrastaðis, tí tað er so illa fyriskipað her á landi, tað er at taka lívsgrundarlagið undan hesari vinnu og teimum, sum hana røkja, og [...] nú skal við lóg krevjast, at 75% av øllum fiski, sum verður fiskaður á landgrunninum, skal landast og seljast yvir fiskimarknaðin. Um eitt skip so vegna prísmunin, sum verður, heldur fer uttanlanda at [...] ð, sum nú verður innført av verðandi samgongu, má verða eindømi í søguni, tí hetta førir við sær, at útróðrar- og fiskimaðurin má lata seg tøla við tað hann fær her á landi. Um hann so fer, har sum prísurin
gera sum hann helt vera rættast sum venjingarskúli Læraraskúlans. Ritsavnið Uppaling og skúlaskapur er besta prógvið fyri tí dygdar arbeiði, sum Jeffrei Henriksen legði í menningina av tí skúla, sum hann [...] tað var næstan sum at lesa okkurt, sum eg innast inni dugdi uttanat. Eyðkent fyri Jeffrei er, at tað nýggjasta av hesum “gamla, endurprentaða tilfarinum” er skrivað í ár. Jeffrei er av lyndi granskari [...] flestu, sum tá vóru á skúlanum, við einum og sama setningi kunnu nevna rótina til hesa kensluna av at vera við í onkrum, sum var einastandandi: Vit kendu, at tað varð lurtað eftir okkum. Og at tað, sum vit
Vinskapurin helt sær, varð arvaður, og nøkur av hesum fólkum blivu seinni partur av eins universi, fyrst sum nøvn, seinni sum livandi persónar. Jóhannes av Skarði kom suður til Skúvoyar fyri at savna tilfar [...] Studentaskúli var sum heild ein góður skúli, men – sum ivaleyst eisini mangur stovnur í Danmark av hesum slag – knípti tað við innleiðslu í modernað rák sum modernismu ella eksistentialismu. Nøvn sum Eliot, Yeats [...] nú velja av tí bognandi sjálvtøkuborðinum, eina av mongum ymiskum dogmatiskum útleggingum, frá Marcuse til Althusser. Regin Dahl, við síni hugmynd av andsmenninum sum frælsum og tortrúnum yvir av øllum
Útgreinað sæst, at flest av hesum, tríggir fjórðingar, arbeiddu í "Matvøruframleiðslu", og 250 av hesum við "Virking av botnfiski". Hesi 250 eru ein triðingur av samlaða talinum av starvsfólkum, ið arbeiða [...] ið vaks meira hjá kvinnum enn hjá monnum. Sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum hava ikki bústaðartilknýti. Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia. Vinnugreinin við flest [...] nna", har tey eru góð 600 starvsfólk ella 30 prosent. Næstan helvtin av hesum starvast í vinnugreinini "Virking av botnfiski", sum liggur undir "Matvøruframleiðslu". Starvsfólkatalið veksur framvegis,
sangskattinum í kenda sálminum hjá Fríðriki Petersen, Tíðin rennur sum streymur í á, sum við síni inniligu lýsing av hinum áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið [...] við í fleiri av sínum A4-standmyndum – m.a. í verkinum Eismeer , ið er ein beinleiðis tilsiping til málningin hjá Caspar David Friedrich við sama heiti av einum skipi, ið verður knúst av risastórum ísflakum [...] framsýningina í Steinprenti av einum smeltandi báti, einum søkkandi báti og einum skipsvraki. Í øllum verkunum á framsýningini er tað eftir øllum at døma náttúran, sum vinnur og deyðin, sum fær síðsta orðið. Men
Mykinesi, epli av Sandi, røtur úr Hoyvík, fugl úr Skúvoy, ella hvat tað skal vera av føroyskum búnaðarvørum. Símun Gullaksen sigur, at ætlanin er nevniliga, at hendan heimasíðan skal umfata tað, sum landbúnaður [...] í breiðastu merking, kastar av sær, eisini dunnur, gæs og annan flogfenað og fugl, harur, rabarbur og úrdráttir úr rabarbum, ella hvat tað skal vera av búnaðarvørum, bæði av djórum og úr veltum og kálum [...] eitt hent amboð at knýta samband ímillum tey, sum hava okkurt at selja, og tey, sum hava hug at keypa, heldur hann eisini at hetta kann eggja til at meiri av landbúnaðarvørunum verður gagnnýtt. Tað er eingin
Tórbjørn Jacobsen, sum í málinum um fiskidagar mælti til at fylgja fiskifrøðisligu ráðgevingini, nú gevur hesi royndarloyvi útyvir tey trý, sum eru frammanundan, og sum Fiskirannsóknarstovan mælir til [...] stinglaksaveiði. - Av teimum trimum skipunum, sum hava loyvi at veiða stinglaks, hava tvey teirra ligið í so nógvar mánaðir í ár, og lítið bendir á, at tey fara á hesa veiði tað, ið eftir er av hesum árinum [...] , samstundis sum tvey av verandi loyvum liggja óbrúkt, hava vit gingið umsóknini á møti. Tórbjørn Jacobsen vísir á, at tað er ikki so einfalt hjá Fiskimálaráðnum at fara eftir loyvum, sum liggja óvirkin
støðu, sum skjótt kann allýsast sum dýrtíð. Tað hevur gjøgnum seinastu hundrað árini verið politisk siðvenja at seta í verk tiltøk til tess at verja tey lægstløntu og pensjonistar móti avleiðingum av dýrtíð [...] hendan politikk er prístalsreguleringin av tímalønum og starvsmannalønum, sum kom í gildi undir øðrum heimsbardaga. Hendan skipan var í sjeytiárunum avtikin av samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin [...] tí skeiðinum er oljugjaldið, ið kom sum eitt úrslit av oljukreppuni í 1973. Upprunaliga var ætlanin, at inntøkurnar frá hesum gjaldi skuldu fara í grunn til fígging av alternativum orkukeldum, men hetta
er rætt at seta eitt samskipandi lið, sum hevur yvirlit yvir alt økið, sum er samstarvslið millum myndugleikarnar og nevndina og sum hevur fíggjarligu ábyrgdina av arbeiðinum. Nevndin staðfestir, at tað [...] m. Seinasta tilmæli frá nevndini er, at ein árligur stuðul verður latin teimum, sum hava djór av føroyskum uppruna, sum eru virðismikil í kynbótaarbeiðinum, so leingi stovnurin er undir vandamarkinum. [...] Í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum skuldi kanna umstøðurnar fyri varðveitslu av føroyskum húsdjórum, stóð, at nevndin skuldi koma við einum tilmæli um hvussu farast skal fram yvir longri tíðarskeið
heimastýrislógini, og sum landsstýrið tískil kann yvirtaka uttan samráðingar. Næsti bólkurin fevnir um tey málsøkini, sum standa á lista B í heimastýrislógini. Hetta eru tey málsøkini, sum krevja samráðingar [...] ella B, men sum kortini kunnu roknast at hava samband við størri málsøki, ið eru nevnd í einum av listinum. At enda fevnir fjóðri bólkurin um málsøki, ið hvørki standa á lista A ella B, men sum heldur ikki [...] fyri. Um samráðingar verða í endanum av mai, sum løgmaður skjýtur upp, er enn ikki greitt. Danski forsætisráðharrin hevur enn ikki svarað brævinum frá løgmanni, sum varð sent avstað seinasta fríggjdag.