Farast skal nú undir nýggjar samráðingar millum donsku landsstýrið og donsku stjórnina.
Hetta ynskir Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur sent danska forsætisráðharranum bræv við ynski um, at farið verður til samráðingarborið einaferð í endanum av hesum mánaðinum.
Avtala blokkin í trý ár
Løgmaður ynskir, at samráðst verður um støddina av blokkstuðilinum næstu trý árini, og at framferðarhátturin fyri yvirtøkum verður avtalaður.
Hetta merkir, at løgmaður vil hava ásett støddina av blokkstuðulinum ikki bert fyri sína egnu samgonu, men eisini fyri eina komandi. Eitt ár er eftir av hesum samgonguskeiðnum, men løgmaður skjýtur kortini upp fyri forsætisráðharranum, at gjørd verður ein avtala, ið fevnir um trý ár.
Hesum er føroyska andstøðan hart ímóti. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava fleiri ferðir gjørt greitt, at eftir teirra tykki, eigur landsstýrið ikki at gera avtalu um blokkstuðulin, sum røkkur longri enn samgonguskeiðið út.
Landsstýrisfólk samráðst um restina
Løgmaður vísir í brævinum til danska forsætisráðharran á, at Løgmansskrivstovan og danska Forsætismálaráðið vara av heimastýrislógini. Og tí heldur hann tað vera náttúrligt, at umsitingarnar hjá hesum báðum stýrum hava ábyrgdina av og samskipa gongdina í yvirtøkunum.
Men løgmaður heldur kortini, at tað eiga at vera føroysku landsstýrismenninir og donsku ráðharrarnir við ábyrgdini fyri einstaku málsøkini, ið samráðast um yvirtøkurnar av einstaku málsøkjunum.
Fýra bólkar
Anfinn Kallsberg sigur, at ymisku málsøkini eftir hansara uppfatan kunnu býtast upp í fýra bólkar.
Tey í fyrsta bólkinum eru tey, sum standa í lista A í heimastýrislógini, og sum landsstýrið tískil kann yvirtaka uttan samráðingar.
Næsti bólkurin fevnir um tey málsøkini, sum standa á lista B í heimastýrislógini. Hetta eru tey málsøkini, sum krevja samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar, árðenn tey verða yvirtikin.
Triði bólkurin fevnir um málsøkini, ið hvørki standa á lista A ella B, men sum kortini kunnu roknast at hava samband við størri málsøki, ið eru nevnd í einum av listinum.
At enda fevnir fjóðri bólkurin um málsøki, ið hvørki standa á lista A ella B, men sum heldur ikki hava samband við onnur størri málsøki.
Tí verða tað málini í triðja og fjóðra bólkinum, ið Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen saman við embætisfólkum sínum, skulu finna eina skipan fyri.
Um samráðingar verða í endanum av mai, sum løgmaður skjýtur upp, er enn ikki greitt. Danski forsætisráðharrin hevur enn ikki svarað brævinum frá løgmanni, sum varð sent avstað seinasta fríggjdag.










