Stinglaksur
Fiskimálaráðið hevur givið tveimum lemmatrolarum aftrat, Niels Paula og Roc Amadour, fyribilsloyvi til at royna eftir stinglaksi tað, ið eftir er av hesum árinum.
Frammanundan hava tríggir aðrir lemmatrolarar, Suðringur, Phoeniks og Rasmus Effersøe, loyvi til at veiða stinglaks.
Úr Fiskimálaráðnum verður sagt, at Niels Pauli og Roc Amadour hava fingið hesi fyribilsloyvi, tí onkrir av fyrrnevndu ikki hava verið í vinnu.
Reiðarin á Suðringi, Marner Lisberg, hevur sagt, at pláss er ikki fyri fleiri skipum á stinglaksi og hevur fýlst á, at Fiskimálaráðið hevur givið hesi royndarloyvi aftrat restina av árinum.
Stinglaksur er djúpvatnsfiskur, sum fiskifrøðingar um okkara leiðir lítið vita um. Tí hava teir sagt, at ikki fleiri enn trý skip eiga at fiska hetta fiskaslag.
Sosialurin hevur leitað á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni eftir tilmælum um stinglaks, men vit hava einki funnið.
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, heldur tað tykjast eitt sindur undarligt, at Fiskimálaráðið hevur givið tvey fyribilsloyvi aftrat og vísir annars til Jákup Reinert, sum í løtuni er umborð á Magnusi Heinasyni.
Tá vit ringdu til Jákup Reinert í morgun, hevði hann frívakt og var í koyggjuni.
Tað eru eisini tey, sum halda tað vera løgið, at Tórbjørn Jacobsen, sum í málinum um fiskidagar mælti til at fylgja fiskifrøðisligu ráðgevingini, nú gevur hesi royndarloyvi útyvir tey trý, sum eru frammanundan, og sum Fiskirannsóknarstovan mælir til.
Fylgja tilráðing
Tórbjørn Jacobsen sigur, at Fiskimálaráðið júst fylgir fiskifrøðiligu tilráðingini um, at trý skip kunnu vera á stinglaksaveiði.
- Av teimum trimum skipunum, sum hava loyvi at veiða stinglaks, hava tvey teirra ligið í so nógvar mánaðir í ár, og lítið bendir á, at tey fara á hesa veiði tað, ið eftir er av hesum árinum.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at fyribilsloyvi, sum Niels Pauli og Phoenix nú hava fingið, bert er galdandi restina av hesum árinum.
- Nú støðan hjá lemmatrolarunum er so døpur, og hesi skip hava søkt Fiskimálaráðið um fyribilsloyvi, samstundis sum tvey av verandi loyvum liggja óbrúkt, hava vit gingið umsóknini á møti.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at tað er ikki so einfalt hjá Fiskimálaráðnum at fara eftir loyvum, sum liggja óvirkin, og tá tað er ein veruleikin, at bert Suðringur gera nakað við stinglaksin í løtuni, gjørdu vit av at lata Niels Paula og Roc Amadour fyribilsloyvi restina av hesum árinum.
- Skipanin við øllum fimm loyvunum at veiða stinglaks er, at tey ganga út, tá árið er úti, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.