hjá Sjómansheiminum. ? Ja, bara í Pizza-Caféini umsettu í fjør fyri líka nógv, sum alt Sjómansheimið gjørdi í 1995, sigur Jeffri. Og meðan tey kíta seg við pizzadoynum í niðastu hædd, so er tað hinvegin [...] ja, uttan iva komandi oljumenn eisini. Við Internet í kømurum koblar Sjómansheimið seg á nútíðina og bjóðar bæði Hotel Føroyum og Hotel Hafnia av í kappingini um útlendskar og føroyskar náttargestir. Umframt [...] 995 krónur, takk. Ein nátt í kongasuituni við útsýni yvir Vágsbotn og Vesturbýin boðar frá, at gamla Sjómansheimið í Havn gongur nýggjar leiðir. Tann hvíti bygningurin er ikki longur bara eitt heim fyri
verandi felt í Vesturafrika og eystanfyri enn at fara undir at gera stórar íløgur í ókendum og torførum økjum sum eitt nú Føroyum. Hann væntar tó ikki, at oljufeløgini heilt missa áhugan fyri Føroyum. Heldur [...] Hóast nógv orka er løgd í at finna nýggja mátar at sleppa niður gjøgum tjúkku basaltfláirnar, so er hetta enn ikki eydnast til fulnar. Leif Larsen sigur, at hóast seismikkfeløgini í hvør sínum lag royna at [...] vit gera tað, tá má hetta sigast at vera eitt sætt gjøgnumbrot sigur Leif Larsen. Hann váttar, at tað í støðum á føroyska landgrunninum ber til at síggja botnin á basaltinum. Hetta er ein hørð nøt at bróta
Oljuprísúrin er nú so lágur, at tað í oljuheiminum verður tosað um at siga fólki upp og at bíða við stórum íløgum í nýggjum og dýrum økjum. Tann mildi veturin í Norðuramerika, nýggju avtalurnar millum [...] millum Irak og umheimin og búskaparliga kreppan í Asia eru orsøkin til, at oljuprísurin er vorðin ein hin lægsti í meira enn 10 ár. Prísurin, sum eitt skifti var oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna, er nú komin [...] dollarar. Tá Sosialurin herfyri tosaði við umboð fyri eitt av útlendsku oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum, varð mett, at fór prísurin langt undir 14 dollarar, so var vandi á ferð tvs. so fór áhugin fyri
teimum fimm uppskotunum hjá Javnaðarflokkinum í gjár. Heini O. Heinesen vísti á, at vanliga hugsanin hjá teimum sokallaðu borgarligu politikarunum í Føroyum er, at tey vælbjargaðu skulu hava tað gott. Hann [...] aldurdóminum. Heini O. Heinesen vísti eisini á, at í hansara uppvøkstri vóru tað bert ávísir bólkar, ið høvdu góða eftirløn, og nevndi Heini O. Heinesen í hesum sambandi lærarar, ið høvdu eina nógv betur
á bls. 174. Í 1996 var Ísland ríkari enn Danmark, kelda » OECD National Accounts, Main aggregates, Volume 1« januar 1998. Tølini eru í PPP-dollarum. Í 1996 var landsframleiðslan í part, í Danmark 22,418 [...] meira til útheimin enn føroyingar. Í Íslandi var meðal útflutningurin 51,294 krónur í part, í árunum 1985 til 1994. Í sama tíðarskeiði var vanligur útflutningurin úr Føroyum 54,284 krónur, leggja vit so ta [...] Samanberingin er sett upp í talvumyndini »Inntøkugerð í Føroyum av uttanlanda inntøkum«. Útrokningarnar eru einfaldar. Í teigi II eru roknskapartøl, miðaltøl fyri 1985-94 fyri hvønn skalla, í teigi III eru hugsað
ES-londum, og eitt fremsta búskaparliga mál ES er støðug príslega. ? Politisku myndugleikarnir í Føroyum ávirka í stóran mun kostnaðarstøðið við sínum fíggjarpolitikki. Royndirnar frá 80-árunum vísa okkum [...] upp í Føroyum. Uppskotið verður lagt fram serliga fyri at verja tey lægst løntu móti ábyrgdarleysum fíggjar- og kredittpolitikki. Og at enda sigur uppskotsstillarin, at tað er ikki lønarvøkstur í Føroyum [...] ? Tað kann væl verða, at allar tær vinnur, sum eru í landinum í dag, høvdu borið seg betur, um lønirnar vóru lægri enn nú. Helst høvdu vit eisini kunnað havt upp aftur fleiri arbeiðspláss, tí tá kundu
so ilt at skilja. Bókin hevur ikki tað sentrala pláss í samfelagnum í dag, sum hon hevði fyrr í tíðini. Jack London skrivaði frá sínum ævintýrum í bók og fólk keyptu bøkur hansara, men vit síggja tey á [...] eitt og annað samfelagsligt í Dimmalætting, tann fyrra var um málning í eini kirkju, sum sambært hesum statsrikna høvundi varð givin kirkjuni av einum fyrrverandi bankastjóra í sálarneyð, eitt slag av avláti [...] einki innihald havt. Og Jonhard helt, at vit dugdu ikki í sama mun sum teir gomlu at siga eina søgu. Eg fari ikki í hesi viðmerking at leggja meg út í prátið, hvørt heimastýrislógin hevur verið við til at
fer at gera nakra nyttu í bardaga okkara at liva og virka her vesturi í Vágum í framtíðini. Tær 20 milliónirnar í grunn høvdu bara eitt endamál, og tað var at kasta torvmold í eyguni á vágafólki, so friður [...] og seta arbeiðið í gongd. Ikki partapolitikkur Av tí at vit enn virka í felag í hesum máli ? tey politisku feløgini í Vágum ? og vit enn halda, at málið hevur tað best, um vit ikki hvør í sínum lagi royna [...] flokkunum, at til komandi løgtingsval fer veljarin í Vágum ikki at lata atkvøður til teir flokkar, sum vilja leggja alla landsins orku niður í Mið-Føroyum og harvið lata oyggjarnar uttanum doyggja burtur
á Blindastovninum, hevur sagt teimum, at tað eru nógvar slíkar uppgávur at fara í holt við í Føroyum.Tá tey settu seg í samband við hana hesaferð, vísti hon teimum á økið við Farstøðina og SMS. Men ein [...] harðliga tiltrongt, at onkur setur kikaran á umstøðurnar hjá teimum sjónbrekaðu í Føroyum Hvussu kunnu broytingar gerast í verandi umhvørvi, so at tað verður lættari hjá teimum sjónbrekaðu at ferðast, og [...] eina høvuðsuppgávu við útgangsstøði í økinum á bryggjuni í Havn, við serligum atliti til ferjulegurnar og Farstøðina. Men hvat er hetta fyri ein úbúgving, tey eru í holt við? Erik Østergaard, frá Institut
ongin lastbilaeigari í Føroyum, sum ikki heldur, at hann kann gera tað bæði betri og bíligari. Ei heldur ein verkstaðseigari, sum ikki vil loysa eina uppgávu fyri ein kunda. So hví í Jesu navni hava vit [...] Breckmann um SL: »Ein fuglfirðingur knoklaði og sveittaði hvønn einasta dag í árinum . . . pengarnir tiknir frá honum . . . Niður í Strandferðsluna. Til svans og tvætl. Tað sama var galdandi fyri ein lastbilsjafør [...] har við bureaukratiskari kasjett. Og eg skal heita á løgmann at halda so leingi út í Tinganesi, at vit fáa ruddað upp í hesum rottureiðrinum, so at vit fáa privatiserað henda her køstadungan av útnyttilsi