? Tað kann væl verða, at allar tær vinnur, sum eru í landinum í dag, høvdu borið seg betur, um lønirnar vóru lægri enn nú. Helst høvdu vit eisini kunnað havt upp aftur fleiri arbeiðspláss, tí tá kundu vit kappast við lond, sum hava hægri lønir, enn vit hava.
? Settu vit lønirnar nóg langt niður, kundu vit kappast á upp aftur fleiri marknaðum, og høvdu kunna innflutt arbeiðsmegi úr fátækari londum til at framleiða slíkt, sum í dag verður framleitt í fátækum londum.
Fleiri arbeiðspláss
? Vit kunnu fáa fleiri arbeiðspláss og meira virksemi, um vit bara seta lønirnar ivaleysa langt niður. Ella vit kunnu syrgja fyri, ay lønirnar ikki vaksa fyri støðugt at bøta um kappingarførið. Men er tað henda gongdin vit ynskja, spyr Luitjen Apol í viðmerkingunum til uppskotið.
? Ynskja vit at lækka lønarstøðið, so at vit kunnu framleiða í kapping við fátæka heimin á slíkum marknaðum, ? ella ynskja vit at skipa vinnulív okkara soleiðis, at vit lækka vælferðina hjá teimum, sum búgva í landinum, tí um vit vilja tað, so er leiðin ikki lønarniðurskurður, men tvørturímóti at stíla eftir framleiðslu, sum kann bera góðar lønir og sum kann veita borgarunum eitt gott og hækkandi livistøði.
Sáttmálaúrslit soltin
? Tað hevur í fleiri ár verið frammi eitt borgarligt ynski um at lækka lønirnar soleiðis, at vinnureknadi skulu hava lættari við at fáa fyritøkurnar at bera seg. Teir borgarligu heita á løntakaran um at vísa samfelagssinni, fyri at fáa tey at minka um lønarkrøvini ella beinleiðis um at lata sær lynda lønarfall.
? Hetta hevur helst eisini verið orsøkin til, at prístalsviðgerðin av lønum helt uppat, soleiðis at prísirnir kundu hækka ? og harvið livikostnaðurin ? uttan at lønirnar fylgdu við. Harumframt hava sáttmálaúrslitini verið soltin tey seinnu árini, soleiðis at tey lægst løntu serliga eru sigld nógv afturút, vísir Luitjen Apol á.
Upphitaður búskapur
Viðvíkjandi spurninginum um prístalsviðgerð av lønum fer at gera kappingarføri Føroya verri, sigur Luitjen Apol, at mesti innflutningur Føroya kemur úr ES-londum, og eitt fremsta búskaparliga mál ES er støðug príslega.
? Politisku myndugleikarnir í Føroyum ávirka í stóran mun kostnaðarstøðið við sínum fíggjarpolitikki. Royndirnar frá 80-árunum vísa okkum greitt, hvat ein upphitaður búskapur hevur við sær. Prístalsviðgerð av lønum átti at verið ein forðing ? ein bremsa ? fyri »villum« inflatiónsskapandi politikki, sum skapar verri kappingarføri mótvegis útlondum.
Inflasjón
? Sum heild kann sigast, at politisku myndugleikarnir og leiðslurnar fyri fíggjarstovnum hava avgerandi orðið at siga, hvussu inflasjónin verður komandi ár. Henda ábyrgd teirra verður ikki minni, um oljuvinna tekur seg upp í Føroyum. Uppskotið verður lagt fram serliga fyri at verja tey lægst løntu móti ábyrgdarleysum fíggjar- og kredittpolitikki.
Og at enda sigur uppskotsstillarin, at tað er ikki lønarvøkstur í Føroyum, sum er orsøk til vánaliga kappingarføri Føroya, sum ofta verður tosað um, tí lønarliga kappingarføri Føroya er nevniliga batnað munandi síðan 1990. Vøksturin í lønarkostnaði hjá føroysku vinnuni hevur verið lítil og eingin.