og tað man vera, billi eg mær inn, tí fólk halda, at eg kann gera arbeiðið sum skal til fyri at vera leiðari á stovninum. Eg havi hug at royna hetta starvið og ætli mær at royna at vera ein góður leiðari [...] soleiðis gjørt meiri vart við tað sum verður kunngjørt. At fólk hava lítla vitan um, hvat gongur fyri seg á setrinum kann væl vera, men nøkur tiltøk eru longu í umbúna, sum fara at gera okkum meiri kend, [...] Marnersdóttir, sum verður fyrsti kvinnuligi rektarin á Fróðskaparsetrinum. Malan Marnersdóttir er fødd í 1952. Hon tók cand. mag. prógv í 1979 við norðurlendskum sum høvuðsgrein og fronskum sum hjágrein. Í
hvørki úti millum kommunurnar ella í løgtinginum. So eg haldi tað er sera løgið, at landsstýrið vísir til eitt álit, sum ein bólkur hevur gjørt, og sum man ikki veit hvørja lagnu fær. Tað skínur ígjøgnum [...] umframt møguligum eykajáttanum, so hvørt sum tørvurin verður meira akuttur. Um eg ikki komi ígjøgnum við eini loysn, sum gevur størri ábygd og pengar til kommunurnar, so verður tað neyðugt at fara aftur [...] varð lovað okkum og tí fóru vit í gongd. Bara fyrsta ársfjórðing í 1999 eru 92 nýggj pláss tøk í Tórshavnar kommunu, so vit hava tørv á minst 3,1 mill. kr. sum vanligan stuðul á 60% frá landinum beinanvegin
veturin kann vera kavi, so tá verður minni bygt. Og roknað verður við einum kavavetri í vetur, so tað er gott at forvinna nakað nú. Yvirhøvur kann sigast, at tað er uppgongutíð í Alaska, og bara í ár eru [...] ógvuliga fjarskotnar, so eg havi bara verið í Naknek, og í teimum bygdum, sum hava vegasamband. Tað er áhugavert at vitja hesar bygdirnar og síggja, hvussu tey liva. Men sum heild kann sigast, at tey eru [...] Tí verður so nógv bygt - og tá danskir møblar eru »inn« - so gongur kurvan hjá hesi fyritøkuni, eg arbeiði hjá, bara uppeftir. Nógv eldri fólk flyta annars til Alaska úr øðrum statum. Ein orsøk til at
fleiri, sum hava tikið meira enn ein seðil, men hvussu nógv hesi eru, ber ikki til at siga. Einir 850 seðlar eru komnir inn aftur og svarar tað til góð 10% av seðlunum, sum eru latnir út. Hesi vera so við [...] øllum landinum, so um allir bilar skulu vera við í kanningini mugu fólk gera skjótt av, tí at høvi at fáa kanningarseðil er bara til nú sunnukvøldið hin 22. nov. (og tá fer politiið, sum fráboðað at gera [...] spurningurin var so, um tað vóru tey frísku, ið komu til lækna, meðan hini sum veruliga høvdu fyri neyðini at fáa nakað gjørt lótu vera við at fara til verkstøðini at kanna bilin. Ein annar vansi við gomlu
fingið loyvi til tað, men so hevði eg kanska ikki kunnað spælt við Føroyum aftur. Har kann eg so eisini nevna, at Finngerð Sólbjørg, sum eisini var ein frálíkur flogbóltsspælari, men sum nú er givin, eisini [...] Tað munnu ikki vera nógvir føroyskir flogbóltsspælarar, sum eru komnir so langt sum 32 ára gamli Klæmint Isaksen. Klaksvíkingurin, sum í dag er venjari hjá Fleyr, hevur spælt flogbólt í út við 20 ár, og [...] vóru góðir ? tað var eitt danskt par, sum var í Klaksvík tá, sum vandi okkum ? og vit høvdu eitt sterkt lið, har samanhaldið eisini var sera gott. Klæmint kann sum so ikki seta tøl á, hvussu tað gekst, men
úteftir Ein lista- og handverksskúli eigur ikki at vera avmarkaður bert fyri ungfólk, heldur Guðrun S. Hansen. - Skúlin eigur ikki at vera heftur at nøkrum ávísum skúla, men at vera fyri seg sum ein sjálvsognar [...] um, ikki bara í Danmark, men eisini til dømis í Íslandi og Finnlandi, har næmingar kundu skift ímillum og komið víðari. Ein útbúgving innan list og handverk kann brúkast til øgiliga nógv. Sum handarbeiðslærari [...] samstundis ein handil, ið seldi lutir virkaðir úr ull. Guðrun S. Hansen er útbúgvin handarbeiðslærari og hon var tann fyrsta í Føroyum, sum fór undir at lita føroyskt tógv til sølu. Hevði tað gingið, sum hon
tykki eigur ein slíkur skúli at byggja á hugtakið list og handverk sum so, og so skal tað føroyska koma afturat. Vit fáa helst ongantíð ein lista- og handverksskúla sum aðra staðni, tí vit eru so fáment, men [...] málningalist og annað. Hetta kann alt verða eitt ískoyti til ein slíkan skúla, men eigur ikki at vera tað, sum skúlin í høvuðsheitum skal byggja á. Umframt tilfeingið sum er í landinum, trúgvi eg, at tað [...] Larsen. Ikki bert fyri ung Ein lista- og handverksskúli eigur ikki bert at vera fyri ungfólk, heldur Høgni W. Larsen. - Atgongd eigur eisini at vera fyri eitt sindur eldri fólkum, sum hava roynt eitt sindur
ímillum tey ymsu økini eftir bestu sannføring, soleiðis, at øll fáa sín tørv nøktaðan so dánt, uttan at prioritera so harðligt, at ávís øki verða heilt offrað. Annars vísir hon á, at landsstýrið hevur brúkt [...] vit tað 1,5 milliónina, sum ætlanin er at seta av komandi ár, hava vit brúkt fimm milliónir í 1998 og 1999 til barnaansing. Ber ikki til Helena Dam á Neystabø sigur, at tað skal vera langt frá sær at siga [...] avtalu. Eigur landsstýrið ikki at halda eina avtalu? ? Tað er fíggjarlógin, sum er tann evsta lógin. Og tað er fíggjarlógin sum avgerð, hvørji lyfti, kunnu haldast. ?Tað ber ikki til ganga útum fíggjarlógina
skaptar av fólki, sum gjøgnum hugskot og gransking megna at finna tekniskar loysnir til ávísar trupulleikar. Í samfelagsvísindini vera hesi fólkini nevnd entreprenørar. Fyri at talan kann vera um vinnuliga [...] uleikar, patent, umhvørvisspurningar, sum ein íverksetari sjálvandi ikki kann vita alt um. Her er neyðugt at bøta munandi um tey tilboðini, vit hava í dag. 3. Ein triðji møguleiki er at gera skipanir, [...] vinnulívi, og er ikki bara ein útreiðsla, sum summi vilja gera hann til. Leikluturin hjá tí almenna sektorinum hevur verið tann veiki liðurin í føroyskari samfelagsmenning. Hetta er ein av orsøkunum til, at
nar vera ymiskar, sigur Lydia Didriksen. - Eg skrivi um tað, sum fangar meg og tað sum hevur mín áhuga, eitthvørt sum hendir í gerandisdegnum hjá børnum. Tað er líka so nógv tað innara lívið, sum hevur [...] góða myndlist ella hvat tað skal vera er ein samfelagsuppgáva. At skriva barnabøkur til dømis kann aldri vera eitt ítriv, tað er ein samfelagsuppgáva, tí tað hevur so ótrúliga stóran týdning at børn hava [...] ummæla trúgvi eg bara er ein vánalig undanførsla. - Miðlarnir áttu eisini at gjørt meiri burtur úr, tá ið ein bók kemur út. Teir áttu at havt eina mentanardeild, har eitt nú bøkurnar sum koma út verða lagdar