búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni og hjá tí almenna er brúk fyri góðum og dugnaligum fólki. Hetta virkar ikki heilt sannførandi, men tíðin vil vísa, um hetta veruliga er so. Tað [...] Tað, sum saknast, er nøkur orð um, hvat samgongan ætlar at gera fyri at lætta um gerandisdagin. Samantikið ein áhugaverd løgmasrøða, men her eru eisini andsagnir og nakrar løgnar útmeldingar. Hetta venda [...] hetta á uppiboði umvegis tilfeingisbúð. Hvør skal umsita hesa skipan er enn ikki greitt, tað vil orðskiftið ivaleyst avdúka. Her er uttan iva talan um eina veruliga roynd at bjarga fiskastovnunum, og man
andstøðan grein í sínum máli í hvussu er viðvíkjandi einum. Hvar er Løgmaður? Sjálvandi er tað so, at ein landsstýrismaður varar av økinum, sum talan er um, men hann er partur av einari samgongu við einum [...] at gera størri ognaravmarking enn tann, sum nú er galdandi. At tinglimir so ikki hava sett seg ordiliga inn í, hvat teir samtykkja er harmiligt, men tað er kanska ein lærupeningi til eina aðru ferð. Tó [...] vera, men tað kann so ikki brúkast í einum máli, sum er avgreitt. Skotið er upp at fáa kannað alt málið. Kann slík kanning geva svar uppá tann iva, sum er sáddur, so eigur hon at verða gjørd. Sosialurin
økjum? Hvussu skulu vit fáa hetta samstarv í lag? Hvat hava vit at geva og hvat kunnu vit fáa? Hvør tilknýtisformur er mest hóskandi í framtíðini? Hvat sigur Visión 2015 um allan henda stóra spurning? Her [...] Men spurningurin er, um ikki Sambandsflokkurin hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at tíðin er komin at kanna spurningin um limaskap. Tað er nógv, sum talar fyri einum ES initiativi um ikki beinleiðis [...] limaskap nú. ES er sera nógv broytt. Felagsskapurin er ikki longur tann sera konservativi og høgravendi blokkurin, sum bert hevði til endamáls at bjarga europeisku kapitalismuni. ES er vorðin ein landasamgonga
nú annars skilagóði núverandi formaður í Fíggjarnevndini vildi sleppa burtur úr. Tí spyrja vit: hvat er orsøkin til, at Fíggjarnevndin lokar seg inni í eini dreymaverð og við knívi í hond tykist geva tí [...] Vit hava hoyrt um stórar skerjingar á sjúkrahúsøkinum. Vit hoyra, at einasti lærdi háskúlin er tikin á bóli og verður steðgaður í síni náttúrligu og spennandi menning. Vit hoyra, at Menningarstovan, ið [...] skal skerjast munandi. Vit hoyra um eina frammanundan skerda Oljufyrisiting, sum nú ? eftir at samgongan og landsstýrið hava boðað umheiminum frá, at leiting og orkuspurningar eru raðfestir høgt ? skal
Tað, sum er farið og framvegis fer fram í Darfur, er einki annað enn beinleiðis fólkamorð, genocide. Stjórnin fremur etniska reinskan á sama hátt, sum heimurin sá tað undir nazismuni, stalinismuni og á [...] afrikanarum vórðu rændir og fluttir til Afarika, har tey vórðu seld sum trælir á uppboðsølum víða hvar. Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga hendir í Darfur? Tað hendir hetta, at ein milits, ið nevnist Janjaweed við [...] tí tað er vorðið at kalla ógjørligt at dyrka jørðina og at hava kríatúr orsakað av stríðshendingunum. 10.000 fólk doyggja í hungri um mánaðin. Tey flestu teirra børn! ST og Afrikanska samgongan hava higartil
allatíðina tosar í superlativum, so er ringt hjá uttanfyristandandi at síggja nær skil er í, og nær talan er um fagurmáling av veruleikanum. Søguligi veruleikin er, at tann flokkur, ið hevur staðið á odda [...] Tað er púra beint, at trupulleikin við, at Danmark ikki vil góðkenna eina føroyska støðu bert er hypotetiskur, tí ikki minni enn tveir statsministarar hava sagt, at Danmark til eina og hvørja tíð vil [...] samráðingarnar millum Danmark og Føroyar. Tað er gott, at sjálvt oddafólkini fyri hesar ætlanir nú eru vorðin politiskt vaksin, men tað skerst ikki burtur, at hetta er enn eitt dømi um, at fullveldisætlaninar
út av tí við hvørjum øðrum. Tann flokkur, sum er verst fyri í aktuellu politisku støðuni, er IA. Hesin flokkur, ið stóð til at vinna, misti ein tinglim og er flokkurin viknaður nógv politiskt av hesum. Eisini [...] fyri at fara uppí eina samgongu. Hvat slag av samgongu hevur neyvan tann stóra týdningin, eftirsum, at Demokratarnir ikki eru serstakliga ideologiskt grundaðir. Talan er heldur um ein pragmatiskan flokk [...] . So er spurningurin um, Siumut kann liva við ikki at fáa løgmann í eini nýggjari samgongu. Við sínum tíggju tingmonnum verður flokkurin sterkur, um tey annars kunnu semjast innanfloks, so tað er ikki
kjøl. Hetta metir løgmaður eydnaðist væl, og hetta fegnast hann sum vera man um. Tað er lítið hugsandi, at andstøðan er samd við honum í hesi meting. Løgmaður ger eisini vart við, at nøkur mál enn eru óloyst [...] vit vístu á í gjár, at eitt nú eftirlønarmálið enn ikki er loyst á nøktandi hátt. Víst eru framdar ábøtur, men tann stóri pensjónsreformurin er enn ikki komin á tingborð. Vælferðin verður tann heilt stóri [...] einstaka menniskja. Hetta er serliga áleikandi, nú nýggjar tíðir og nýggir møguleikar lættliga kunnu breiðka munandi um gjónna millum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við. Tað er okkara skylda at tryggja
Í tíðindabrævinum er yvirlit yvir lønarinntøkuskattin í 15 EU-londum og so Føroyum eisini. Fyri eina inntøku uppá 250.000 kr. er meðalskatturin í EU 19,5, meðan hann í Føroyum er 40,1%. Fyri inntøkur uppá [...] innaftur við hinari. Nú vit hava verið vitni til, at samgongan, sum hevur sitið, hevur lagt upp til at hækka avgjøld á fleiri økjum, so er greitt, at tað er bara steinur omaná eina tyngjandi skattabyrðu, sum [...] frá fólki. Tað má ikki gerast so stórt, at tað drepur hugin og initiativ. Tað er so eitt. Nakað annað er spurningurin, hvat vit fáa fyri okkara skattapengar. Vit mugu við røttum kunna spyrja, um okkara
Talan er um eina sermerkta fíggjarlóg, ið bert kemur at vera galdandi í gott og væl eitt hálvt ár. Tað er tí avmarkað, hvat ið kann avlesast um landsstýrisins politikk út frá uppskotinum. Hinvegin eru [...] frá tí politikki, sum undanfarna samgonga rak fram til val varð útskrivað. Hesum er einki løgið í, tí nýggja samgongan hevur valla funnið síni egnu bein enn. Hinvegin eru signal, ið eru verd at leggja [...] fyri eitt, og at samgongan góðtekur ikki meirnýtslu í mun til givnar játtanir. Hetta nemur við eyma spurningin um samsvar millum tørv og játtan. Kommunurnar fáa gula kortið, og málið er at fáa langtíðarjavnvág