Talan er um eina sermerkta fíggjarlóg, ið bert kemur at vera galdandi í gott og væl eitt hálvt ár. Tað er tí avmarkað, hvat ið kann avlesast um landsstýrisins politikk út frá uppskotinum. Hinvegin eru nakrar útmeldingar í viðmerkingunum, í tølum og í tí tíðindaskrivi, sum fylgdi við uppskotinum. Hesar útmeldingar eru merktar av ymiskum signalum, ið umboða støðuna hjá viðkomandi landsstýrismanni eins og hjá allari samgonguni. Staðfestast kann, at uppskotið í høvðusheitunum ikki brýtur so nógv frá tí politikki, sum undanfarna samgonga rak fram til val varð útskrivað. Hesum er einki løgið í, tí nýggja samgongan hevur valla funnið síni egnu bein enn. Hinvegin eru signal, ið eru verd at leggja til merkis. Fyri tað fyrsta verður fráboðað, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 raðfestir tey bleytu virðini, úbúgving og sosial átøk. Sagt verður at raðfestingarnar vísa profilin hjá nýggju samgonguni, og at givin lyfti, verða hildin. Uttan at fara í dýpdina við einstøku greinunum kunnu vit staðfesta, at heilt yvirskipað samsvarar henda umsøgn við tølini fyri útbúgving, mentan, gransking og fyri almannamál. Samstundis verður lovað, at hesar raðfestingar vera ”upp aftur greiðari i fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009.” Hetta er eitt sera sterkt og bindandi lyfti. Vit kunnu bert vóna, at fíggjarmálaráðharrin, her ikki hevur tikið munnin ov fullan.
Hinar útmeldingarnar eru av øðrum slagi og snúgva seg um fíggjarstýringina og altjóða búskaparútlitini. Fráboðað verður stórt fokus á fíggjarstýringini. Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at neyv fíggjarstýring skal fáast í lag alt fyri eitt, og at samgongan góðtekur ikki meirnýtslu í mun til givnar játtanir. Hetta nemur við eyma spurningin um samsvar millum tørv og játtan. Kommunurnar fáa gula kortið, og málið er at fáa langtíðarjavnvág í einum sjálvberandi og óheftum føroyskum búskapi. Her er eins og undir fullveldissamgonguni talan um ein fíggjar- og búskaparpolitikk, sum skal skapa fortreytirnar fyri føroyskum fullveldi. Triðja útmeldingini snýr seg um føroyska búskapin og altjóða útlitini. Minni virksemi verður í føroyska búskapinum í ár, og stóri privati eftirspurningurin í Føroyum fer at minka. Hartil verður víst á vandarnar í altjóða búskapinum. Sagt verður, at enn er ógreitt, hvussu altjóða búskapurin fer at hátta seg. Tað eru serliga ávís viðurskifti, sum hótta búskaparliga vøksturin: vaksandi oljuprísir, vaksandi rávøruprísir, spenta støðan á fíggjarmarknaðunum, rentugongdin og gongdin í dollarakursinum. Tað er rætt at vísa á illveðurssignalini, men tað hastar samstundis við eini ætlan B. Hvat gera vit, um illveðrið rakar Føroyar? Høvið verður at venda aftur til fíggjarlógaruppskotið.
Sosialurin










