Løgmaður tók saman um nøkur av teimum størru málunum, ið samgongan setti sær, tá hon legði frá landi í februar 2004. Sjálvstýrismálið skuldi leggjast í fastan karm, soleiðis at orka aftur kundi brúkast til at betra um viðurskiftini hjá borgarunum og fáa búskapin aftur á rætt kjøl. Hetta metir løgmaður eydnaðist væl, og hetta fegnast hann sum vera man um. Tað er lítið hugsandi, at andstøðan er samd við honum í hesi meting. Løgmaður ger eisini vart við, at nøkur mál enn eru óloyst og lovar her bót og bata. Vit mugu geva honum rætt og kunnu endurtaka tað vit vístu á í gjár, at eitt nú eftirlønarmálið enn ikki er loyst á nøktandi hátt. Víst eru framdar ábøtur, men tann stóri pensjónsreformurin er enn ikki komin á tingborð.
Vælferðin verður tann heilt stóri politiski spurningurin í komandi valskeiði. Løgmaður vísir púra rætt á, at politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri tað einstaka menniskja. Hetta er serliga áleikandi, nú nýggjar tíðir og nýggir møguleikar lættliga kunnu breiðka munandi um gjónna millum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við. Tað er okkara skylda at tryggja, at hesi ikki detta niður ímillum. Her er ikki hent nóg mikið, og tað er ikki nóg gott, at løgmaður umber seg við, at kjarnuuppgávurnar hava fylt nógv í politiska arbeiðinum – hann hugsar her um framdar batar og nýskapan á skúlaøkinum, almannaøkinum og á heilsuøkinum. Víst hevur hann rætt, og hetta tænir samgonguni til æru, men megnar løgmaður ikki at leggja ein trúverdugan vælferðarpolitikk fram í heyst, so hevur flokkur hansara ein trupulleika. Andstøðan hevur longu gjørt sínar viðmerkingar til røðuna, og sum væntað, hava hesar verið sera kritiskar. Í morgin fer tingið undir at viðgera røðuna. Henda viðgerð má metast at vera sjálvt startskotið til komandi valstríð, og tí verður sera áhugavert at fylgja við, hvat tingfólk og landsstýrisfólk fara at taka fram.
Sosialurin
?
.