Vit hava hoyrt um stórar skerjingar á sjúkrahúsøkinum. Vit hoyra, at einasti lærdi háskúlin er tikin á bóli og verður steðgaður í síni náttúrligu og spennandi menning. Vit hoyra, at Menningarstovan, ið trúliga hevur gingið á odda at síggja nýggjar møguleikar og harvið stuðla undir at skapa samfelagnum nýggj virði og øktan útflutning, skal skerjast munandi. Vit hoyra um eina frammanundan skerda Oljufyrisiting, sum nú ? eftir at samgongan og landsstýrið hava boðað umheiminum frá, at leiting og orkuspurningar eru raðfestir høgt ? skal skerjast uppaftur meira. Og soleiðis kundi tú hildið fram.
Vit eru als ikki ímóti, at tað verða framdar sparingar, men at Fíggjarnevndin nú við fyrrv. løgmanni og fíggjarmálaráðharra á odda, nær sagt taka teppið undan nýggja landsstýrinum er ovboðið.
Hví skal Mennsingarstovan skerjast, hví skal Oljufyrisiting niður í knøðini, hví skal Fróðskaparsetrið stingast í ryggin, júst um somu tíð, sum hetta landsstýrið og henda samgonga hava lovað Føroya fólki, at tað vil raðfesta vinnuna og gransking og nýggjar vinnuvegir hægri! Tað man vera ein gáta ikki bert fyri tey góðu fólk, sum manna hesar stovnar men eisini tey mongu, ið hava sett sítt álit til, at hetta landsstýrið fór at halda síni lyfti og liva upp til sínar hugsjónir um at gera íløgur í eina langtíðarsiktaða menning ikki minst innan vinnulív, hægri útbúgving og gransking.
Tí eru ætlaðu skerjingarnar á Menningarstovuni, Oljufyrisitingini og Fróðskaparsetrinum, burturvið og verða tær framdar, eru tær ein fallitterklering til landsstýrið og samgonguna á tingi. Hvussu ber tað til, at formaðurin í Fíggjarnevndini, tykist at kúvenda og tekur saman hendur við teimum ? sum vit vita sum andstøða náttúrliga vilja royna at seta kílar millum samgonguflokkarnar. Føroya fólk hevur krav uppá at fáa at vita, hvør orsøkin er og hví formaðurin í Fíggjarnevndini heldur enn at tryggja sær, at lyftini í samgonguskjalinum verða sett út í lívið, skapar totalan forvirring og mistreysti og í veruleikanum skapar split millum landsstýrismenn og teirra bakland á tingi. Harfyri er ikki sagt, at tingmenn ikki skulu hava aðrar meiningar og metingar enn valdu landsstýrisumboðini, men kann Fíggjarnevndinin skalta og valta sum hon vil uttan at síggja til, at politikkurin, sum meirilutin í somu nevnd hevur valt, verður gjøgnumførdur, so hava vit einki minni enn politiskt kaos., og tað var nettupp tað, sum eitt nú annars skilagóði núverandi formaður í Fíggjarnevndini vildi sleppa burtur úr. Tí spyrja vit: hvat er orsøkin til, at Fíggjarnevndin lokar seg inni í eini dreymaverð og við knívi í hond tykist geva tí ætlaða politikkinum hjá samgonguni mønusting!
Sosialurin










