Í tíðindabrævinum er yvirlit yvir lønarinntøkuskattin í 15 EU-londum og so Føroyum eisini. Fyri eina inntøku uppá 250.000 kr. er meðalskatturin í EU 19,5, meðan hann í Føroyum er 40,1%. Fyri inntøkur uppá 500.000 kr. er meðalskatturin í EU 29,5% og í Føroyum 48,1%. Og fyri inntøkur uppá 750.000 kr. er skatturin í EU 36,6% og í Føroyum 50%.
Hetta eru skelkandi tøl. Og eiga eisini at siga okkum øllum nakað, nú tað stundar til løgtingsval. So gott sum somu flokkar hava stýrt landinum seinastu 6 árini. Flokkar, sum annars hava havt í síni stevnu, at skattatrýstið skuldi lækka. Væl hava vit fingið einstakar skattalækkingar, men tær muna einki í tí stóra leypinum, tá hugsað verður um, at meðan givið verður út við vinstru hond verður tikið innaftur við hinari.
Nú vit hava verið vitni til, at samgongan, sum hevur sitið, hevur lagt upp til at hækka avgjøld á fleiri økjum, so er greitt, at tað er bara steinur omaná eina tyngjandi skattabyrðu, sum nú vísir seg at vera ein hin størsta í Europa.
Hóast vit øll vita, at skattapengar skulu til fyri at varðveita vælferðarsamfelagið, so má skattatrýstið ikki gerast so høgt, at tað tekur motivatiónina frá fólki. Tað má ikki gerast so stórt, at tað drepur hugin og initiativ.
Tað er so eitt. Nakað annað er spurningurin, hvat vit fáa fyri okkara skattapengar. Vit mugu við røttum kunna spyrja, um okkara stýrandi hava dugað at húsast við mongu skattapengunum, teir hava tikið inn í landskassan. Og svarið verður í mogunum førum eitt greitt nei. Lat okkum bara nevna heimahjálpina og ymsar sosialar veitingar, sum samgongan valdi at skerja. Vit minnast, hvussu eitt nú reingerðin varð tikin frá teimum gomlu, ein ótilgevilig gerð, sum í sær sjálvum átti at verið nóg mikið hjá mongum veljara til at vent samgonguflokkunum bakið til komandi val.
Tað er hugstoytt at frætta, at vit við so høgum skattatrýsti ikki megna at varðveita eina so týðandi almenna tænastu, sum heimahjálpin er. Soleiðis sum samfelagstilgongdin er, so átti nettupp hetta økið at verið raðfest uppaftur meira. Og nú brúkaragjøld eisini eru vorðin partur av samfelags"menningini", er rætt at spyrja, nær hesi gjøld eisini gerast partur av tí, sum í dag er almenna trygdarnetið við heimahjálp, sjúkraviðgerð ol.
Sosialurin









